Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2009 19 Sjálvt um nógvar umsókn­ ir eru latnar inn, ja, so hevur eingin ”copy­ right´a” vísindina. Hon er rætt og slætt ikki møgulig at krevja hvørki upphavs­ ella ognarrættin til Menniskjan hevur góðan eginleika at kunna tilogna sær kunnskap og verða ríkað av hesum ósjónliga ríkidømi (vísindi). Hesin ríkdómur gerst ein ampi, tá vit hevja okkum upp um hvønn annan í mun til, hvussu nógv kunnskapar­ ríkidømi, ein hevur, ella hvussu ríkidømið skal nýtast. Vísindini eru eins og ein bátur uttan motor á opnum havi. Treytin fyri vísinda­ ligum framburði er, at báð­ ar árarnar – forvitni og intellektuellur eyðmjúk­ leiki – verða nýttar, eins og tær hava verið nýttar í mong 100 ár. Við einari ár verður bert siglt í ring, og framburðurin verður av ongum. Nú gamla og spennandi orðaskiftið um vísindi og menningarlæru er í hædd­ ini, er endamálið við hesi grein at varpa ljós á tørvin á intellektuellum eyðmjúk­ leika, har orð Sokrates eru fyrimyndarlig: ”Tað, eg veit, er, at eg ikki veit”. Sokrates var somikið at sær komin, at hann var erligur nokk til at ásanna, at hansara kunnskapur – sum vit halda vera mikið stórur – bert var ein evar­ ska lítil partur av øllum kunnskapi og vísdómi. Eyðmjúkleikin yvir fyri tí ókenda syrgir fyri, at vit ikki oyðileggja kunnskaps­ vegin, vit ganga á. Vísind­ ini eru nevniliga ikki ein bulldosari, men heldur ein spaki, ið nýttur verður at grava eftir svarum. Men freistingin er, at vit vilja nýta vísindini sum ein bulldosara fyri at koyra hvønn annan yvir. Úrslitið verður, at vísindini verða tann líðandi undir makt­ kampi menniskjans. Copernicus umaftur? Vísindini hava als ikki havt løtt kor upp ígøgnum tíðir­ nar. Ymiskar mentanir og heimsáskoðanir hava mangan staðið ímóti og misnýtt vísindini. Vísinda­ maðurin Nicolaus Coper­ nicus (1473­1543) stóð sera einsamallur í sínum koll­ veltandi sjónarmiði um, at jørðin ikki var miðdepilin í alheiminum. Men tíbetur sigraðu vísindini, og í dag nýta vit gott av hesum frambroti. Myndin í dag er heldur øðrvísi, men søgan endurtekur seg mangan. Norski professarin, Peder Tyvand, rópar nú varskó, nú fakfólk, ið seta spurnartekin við menning­ arlæruna (nýdarwinis­ muna), hava sera torført við at fáa starv (innan ávís fakøki) sum lærarar/gransk­ arar við Universitetið í Oslo. Hvat er tað, sum hendir? Kundi tað verið Copernicus umaftur? Anti­ Copernicus­hugburðurin sigur, at ein skal helst seta nógvar spurningar, men spurningarnir skulu bara ikki beinast mótvegis egn­ um hugsjónum og mein­ ingum. Eitt er greitt, og tað er, at sonn vísind gevur ongum persóni og ongari ávísari hugsjón grið. Hví skulu so sjálvútnevndir talsmenn (og kvinnur) vísindarinnar krevja grið og frið, tá vísindin ikki gevur tað? Jú, sagt verður, at menn­ ingarlæran er prógvað, og tí er óneyðugt at seta spurn­ ingar longur. Punktum. Fin­ ish. Hurðin er latin aftur! Ein fær ta fatan, at ein er sera tornamur, um ein ikki luttekur í tí stóra kóri. Men at ein teori skal vera prógv­ að, og at punktum er sett, merkir ikki, at ein ikki kann spyrja og møguliga hava eina aðra meining. Ella hvat? Ótolsemið hjá sjálvútnevndu talsmonnum vísindarinnar kundi týtt upp á, at onkur hevur burt­ urført tað sonnu vísindina. Tað kann sýnast sum at sanna vísindin er vorðin hertikin og verður nýtt sum amboð hjá teimum, ið møguliga ikki hava vísindalig motiv. Hvar er so vandin? Hví gerast summir tals­ menn vísindarinnar frá sær sjálvum, tá aðrar lærur sum t.d. skapanarlæran ella ID­læran (Intelligent Design) verða viðgjørdar í orðaskifti? Tað, hesar lærur hava til felags við menn­ ingarlæruna, er: Tær byggja á trúgv og ikki empiriska próvførðslu Tær kunnu nýtast sum forkláringsmodell, har vísindin ikki hevur gjørt greiða niðurstøðu Ein skuldi trúð, at slíkar lærur sum skapanarlæran og ID­læran vóru størsti vandin fyri sonnum vísinda­ ligum frambrotum. Men tað er ikki har, veruligi vandin fyri sonnu vísindina er. Forðanin fyri sonnum vísindaligum frambrotum er trongskygni og intoler­ ansa frá pørtum av tí sera tungu, etableraðu kunn­ skapselituni, ið hevur skift spakan út við bulldosaran. Niðurbindingin Eitt føroyskt dømi um niðurbinding og intellektu­ ella niðurgerðing av annar­ leiðis­hugsandi er annars áhugaverda greinin hjá Pól á Kletti (PáK) í Dimmu 11. februar undir heitinum: ”Eitt barn er okkum føtt og ein apa okkum givin”. Í teiginum ”Tey útbúnu ivast ikki”, kemur PáK við uppá­ haldi, ið skakaði mín lítla kunnskapsheim. Sjálvur eri eg útbúgvin innan náttúru­ frøðiliga økið, og mín sann um eg ikki samstundis eri ivandi til menningarlæruna (makro­menning)?! Sam­ bært PáK ber tað jú ikki til. Hetta merkir, at antin eri eg ikki útbúgvin, ella so er okkurt skeivt við mær, um eg ivist (tvs. eri veikur í darwinistisku trúnni). Til mína stóru gleði kom bjarg­ ingin úr hesum dilemma – at vera útbúgvin og sam­ stundis ivandi – nakrar reglur seinni, tá PáK sigur: ”Verða íhaldssinnað og trábeitt gudstrúgvandi fólk roknað frá, eru tað fá út­ búgvin fólk, sum ivast, at allar verur eru broyttar á ymsum menningarstigum, og at hesar broytingar hava verið náttúrutreytaðar.” Sitat endað. Í yvirskriftini sigur hann, at eingin við útbúgving ivast í menningarlæruni. Síðan broytir PáK nærmast meining og sigur, at tað eru tveir bólkar, ið ivast, og tey eru antin gudstrúgv­ andi ella bara ivandi. Lukkutíð fann eg nú onkran ”trúðarfelaga”, sum eisini er veikur í darwinist­ isku trúnni. Ikki tí ein ynsk­ ir at vera veikur í trúnni, men tí ein enn einki hevur funnið at byggja sína trúgv á. Grundleys trúgv er jú lívleys trúgv. Nú var eg brádliga ikki heilt einsa­ mallur, hóast alt. Tað ljóð­ ar, sum PáK tekur synd í hesum fáu men vælmentu apum, sum ikki trúgva menningini frá amøbu til menniskja, men trúgva ímóti sínum uppruna. Kórið má syngja reint At minimalisera og skumpa tey ”órógvandi” út av tromini á henda hátt er óivað ein góður háttur at kalibrera tað etableraða felagskórið. Tað er jú neil­ igt at hava hasar følsku og órógvandi tónarnar við. Trupulleikin er bara, at sanna vísindin ikki letur seg taka til fanga, sum PáK næstan hegnisliga roynir í greinini. Vísindin lurtar gjøgnum fongsulsrimarnar eisini eftir teimum fáu og løgnu, sum vilja koma við ískoyti, ið møguliga kundi verið til gagns fyri vísind­ ina. Upp á ein máta er vísindin eins og kærleikin, hon trýr øllum..., áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Um PáK heldur, at vís­ indin er demokratisk, har meirilutin ræður yvir minni­ lutanum, so eri eg bangin fyri, at hann fer skeivur. Søgan vísir okkum, at vísindin tíbetur ikki tekur hædd fyri menniskjans flokkadrátti. Í fleiri førum hevur vísindin havt best kor hjá teimum fáu, sum við forvitni og intellekt­ uellum eyðmjúkleika brúktu sín spaka og ikki bulldosaran. Manglandi mótprógv PáK kemur eisini við spennandi argumenti, ið er ætlað at styrkja um trúð­ virðið hjá menningarlær­ uni. Eitt er púra vist, og tað er, at eftirspurningurin eftir veruligum argumentum og prógvum fyri menningar­ læruni (makro­menning) er munandi størri enn útboð­ ið. Tað kundi jú verið, at argumentið hjá PáK kundi styrkt okkara manglandi trúgv á menningarlæruna? Og argumentið, ið PáK kemur við, er...: manglandi mótprógv av menningar­ læruni! Hvat? Jú, tú hoyrdi rætt. Argumentið, ið styrkir trúðvirðið á menningar­ læruni, er sambært PáK, at læran enn ikki er vorðin mótprógvað. Segði nakar empirisk (próvbar) vísind? Eg síggi fyri mær Darwin, har hann skriðar sær í nakkanum og undrast yvir hetta heldur veika argu­ mentið. Verður manglandi mótprógv argument, ið talar til fyrimuns fyri menningarlæruni? PáK kemur ikki undan vísanda­ ligu próvbyrðuni við at ákæra mótpartin fyri manglandi mótprógv! Víðari ger PáK nakrar eygleiðingar av náttúruni og nevnir m.a. arvalæru/ ílegur (gen), úrbregði (mutatiónir) og týdningin av dna­mýlinum. Alt hetta er lívfrøði á barnaskúla­ støði, og gott er tað. Hesin kunnleiki hvørki váttar ella avsannar nakra vísind, teori ella trúgv. Tí verður tað heilt av kós at brúka henda grunnleggjandi lívfrøði­ kunnskap til inntøku fyri menningarlæruna. Lat vísind vera vísind og menningarlæru menningar­ læru – vísindin hevur tað best, tá kortini ikki verða blandað. Lat vísindini fáa frið, hon veit best sjálv Sjálvt um nógvar umsóknir eru latnar inn, ja, so hevur eingin ”copyright’a” vís­ indini. Hon er rætt og slætt ikki møgulig at krevja hvørki upphavs­ ella ognar­ rættin til. Eg veit, tað er freistandi, men lat freisting vera freisting. Tí er tað sera týðandi, at vit – lærd sum ólærd – fara væl um vísindina og verja hana frá áhaldandi kvettroyndum. Lat bulldosaran standa og nýt heldur spakan. Við vísindakvøðu Hvør eigur vísindini? Fiskivinnufrøðingur Heðin LamHauge Í samfelagnum í dag eru sparingar dagligur kostur, nú fíggjarlógin hevur stórt hall. Fjølmiðlarnir koma dagliga við tíðindum um, hvussu hart sparingar raka, og nógvar viðmerkingar eru frá fólki, hvørs stovnur er skerdur fíggjarliga. Sjálvandi halda øll, at akkurát á teirra økið er umráðandi at sleppa undan spariknívinum. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur eisini fingið álagt at spara. Vit undrast tí stórliga, tá hon alment úttalar seg um, at hetta skal borgarin, serliga »tey veiku« ikki merkja nakað til. Í Sosialinum leygardagin lesa vit so, at fólkini í sambýlinum í Pætursgøtu hava fingið boð um, at tey skulu flyta úr teirra heimi inn í annað stað at búgva. Eg skal ikki koma inn á ítøkiliga málið, men vil vísa á, at greinin týðiliga lýsir ein hugburð um, at um fólk á ein ella annan hátt ikki eru fullfør vegna eitthvørt brek, hevur avvarðandi myndugleiki rætt til at taka fólk úr teirra heimi og flyta tey sum teimum lystir. Hetta meta vit er púra burturvið í einum demo­ kratiskum samfelag, sum eisini sigur seg vera eitt vælferðarsamfelag. Grundleggjandi virðir í føroyska samfelagnum er sjálvræði og møguleikin at ávirka egna lívsførðslu, og út frá tí kunnu fólk trívast og virka. Øllum fólkum, eisini fólk við breki, skal standast í boði, at hava ein virðiligan bústað. Ein virðiligur bústaður merkir eitt stað, har tú býrt trygt og trívist, har atlit eru tikin til tín tørv, og har tú veitst, at her er staðið sum lýkur øll krøv sum setast til akkurát tín bústað. Teimum fólkum sum ikki sjálvi megna at skapa sítt egna heimaumhvørvi, eigur samfelagið at hjálpa upp á bestan hátt, at finna ein virðiligan bústað. Fólk, ið bera brek, eiga tí at sleppa at velja sær bústað og velja, hvar og saman við hvørjum tey vilja liva ­ á jøvnum føti við onnur ­, og skulu tey ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum uttan so, at tey sjálvi ynskja tað. Um vit hyggja eftir, hvussu verður gjørt í okkara grannalondum, eitt nú Danmark, so stremba tey har eftir at tilpassa búmøguleikarnir til hvørt einstakt menniskja, m.a. við, at tey sum búgva saman við øðrum, ella sum búgva einsamøll, hava eitt so gott og trygt stað at búgva í sum møguligt. Ynskini, ið flest øll norð­ anlond hava virkað eftir, hevur verið at koma burtur frá »stovni« til ein betri og fríari bústaðarmarknað, sum er meiri fjølbroyttur og tilpassaður tí einstaka. Nógv av feløgum teirra brekaðu, eitt nú Javni, Sinnisbati, LFU (Lands­ felagið fyri fólk við autis­ mu) og onnur, hava í nógv ár gjørt eitt stórt arbeiði fyri at vísa á tann stóra tørvin, sum er á bústøðum til teirra limir. Eisini hevur MBF ferð eftir ferð víst á sína ónøgd um, at bústaðar­ pakkin enn ikki er komin í tingið, hóast hann fleiri ferðir hevur verið sagdur at verða á veg í tingið. MBF mótmælir tí staði­ liga, at tað nú politiskt verður góðtikið, at sparing­ ar skulu raka bústaðir hjá fólki, ið bera brek. Vit halda, at kósin er púra burt­ urvið. Tað má ikki henda í Føroyum, at vit nú gera so stór afturstig, sum tað er at koyra fólk úr sínum búst­ aði móti teirra vilja. Okkara áheitan á land­ sins myndugleikar og á landsstýriskvinnuna í Almannamálum Rósu Samuelsen er: Lat fólk hava tann rættin í frið at kunna verða í sínum egna bústaði og at tvangsflyta fólk hoyrir eini aðrari tíð til, sum vit ongantíð mugu koma aftur til. Skeiv kós at tvangsflyta fólk forkvinna í MBF LeiLa SoLmunde viðmerkingar