mikudagur 18. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 34 - 18. februar 2009
Sambandsfólk geva nú
aftur vantandi blokk
stuðli skyldina fyri teirra
egna ábyrgdarloysi og
asosiala politikki. Men
trupulleikin er ikki ov
lítil peningur, men at
sambandssamgongan
sprændi ábyrgdarleyst ov
nógvar pengar út í sam
felagið. Var blokkurin
ikki skorin, vóru vit langt
síðani farin á heysin
Kropp á kroppi koma nú
sambandsfólk fram í bløð
um og á heimasíðum við
sama boðskapi: Niður
skurðurin í blokkinum og
fastfrystingin fyri 8 árum
síðani er orsøkin til, at vit
hava fíggjarligt hall. Hetta
er eisini umskyldningurin
hjá teimum fyri, at tey
hava skorið niður hjá veik
astu pensjónistum, einkj
um, fólki við serligum
tørvi, útbúgving og
gransking.
Hetta er besta prógvið
um, at blokkstuðul og
heimastýri blokerar alla
ábyrgd, vit og skil.
Ongin skomm hjá
monnum
Eisini Pauli Ellefsen, sum
var løgmaðurin, ið byrjaði
ábyrgdarleysa fíggjarpoli
tikkin í 80’unum, ið koyrdi
Føroyar so logandi á heys
in, er komin undan væðing
ini at geva øðrum skyldina
fyri skeiva politikkin og
asosialu avgerðirnar hjá
sambandsflokkunum.
Ábyrgdarleysi fíggjar
politikkurin í 80’unum, har
skattafidusir, studningur,
veðhald og lán til vinnuna
frá politikarum brendu
allan búskapin av og fingu
øll hjól av mala av akslin
um, kostaði sambært Cara
gataálitinum Føroyum 13
milliardir út gjøgnum
vindeygað.
Hesi árini við fullum
blokkstuðli og risastórum
lánum afturat hjá lands
kassa, vinnu og bankum,
var ongin veruligur bati í
pensjónum, skúlaverki,
ellis og røktarheimum,
landssjúkrahúsi ella øðrum
vanligum vælferðartænast
um. Nærum alt fór til
studning og veðhald.
Fullveldissamgongan
sterkasta búskapin
Tá ið fullveldissamgongan
tók við í 1998 var uttan
landsskuldin omanfyri 6
milliardir krónur. Fullkom
in íløgustøðgur og lønar
niðurskurður hevði valdað
upp gjøgnum øll 90’ini.
Fullveldissamgongan frá
19982004 broytti alt hetta.
Rindaði uttanlandsskuldina
niður. Lækkaði blokkstuð
ulin og frysti hann fastan.
Hækkaði pensjónirnar
munandi fyri fyrstu ferð
íáratíggjur. Feldi øll upp
skot um nýggjan studning
til fiskivinnuna. Gjørdi
bindandi avtalur við komm
unurnar um íløguloft.
Gjørdi eina 10ára íløgu
ætlan, sum uppá 6 ár
framdi millum annað hesar
íløgur og rindaði fyri tær
kontant, uttan at lands
kassin tók nakað lán:
Nýtt landssjúkrahús,
nýggja Teistan, nýtt vaktar
skip, nýggja Smyril,
nýggja ferjulegu á Kramba
tanga og á Syðradali,
Vágatunnil, Norðoyatunnil,
Skúladepil í Vági, 111
nýggj røktarheimspláss og
mangt, mangt annað.
Harafturat vórðu íøgur
nar í mentan tvífaldaðar.
Nýggj sosial átøk framd
við skúlatilboði til ung við
breki. Løgtingsins umboðs
maður settur á stovn.
Barnagarðsøkið lagt til
kommunurnar og tørvurin
nøktaður. Eldraøkið varð
gjørt klárt at leggja út
somuleiðis. Og mangt,
mangt annað.
Og hóast blokkstuðuls
niðurskurðin og fastfryst
ingina, hevði fullveldis
samgonan yvirskot hvørt
ár og hevði spart 2,5
milliardir upp í Lands
bankanum í 2004. Yvirskot
var á bæði handilsjavna og
gjaldsjavna.
Ongantíð hava Føroyar
verið so búskaparliga væl
fyri, sum undir fullveldiss
amgonguni. Og málið varð
jú greitt: Vit skuldu taka
fulla ábyrgd av okkara
búskapi, okkara vælferðar
skipanum, okkara altjóða
viðurskiftum og okkara
framtíð, so her var ikki
rúm fyri nøkrum ábyrgdar
loysi og asosialum átøkum.
Og hyggja vit at, hvussu
landskassans inntøkur
vórðu býttar undir full
veldissamgonguni, so er
ongantíð so stórur partur
av okkara felags húsarhaldi
nýttur til pensjónir,
almannaverk, heilsuverk,
skúlaverk og mentan –
aftaná at blokkstuðilin varð
skorin og fastfrystur.
ABC slepti allari ábyrgd
og stýring
Búskapurin var so væl fyri,
at vit uttan nakað kreppu
tekin kundu standa ímóti,
at øll alivinnan fór á heys
in, rækjuflotin hvarv nær
um allur, oljuprísurin hækk
aði og fiskaprísir lækkaðu.
Tí lagt varð til síðis og
hildið varð aftur, tá hjólini
mólu væl av sær sjálvum.
Men sum búskapar
frøðingar í 2003 ávaraðu
landsstýrið ímóti: Almenni
búskapurin var so væl fyri,
at tað fór at verða gjørligt
hjá einum landsstýri at
reka ábyrgdarleysan
búskaparpolitikk og sleppa
øllum fyrilitum í eini 56
ár, áðrenn avleiðingarnar
fóru at merkjast.
Og tað var júst tað, sum
hendi í 2004. Við sam
bandsflokkinum á fíggjar
málum og núverandi
fíggjarmálaráðharra sum
løgmanni, varð øll fíggjar
stýring slept. Avtalur við
kommunur uppsagdar. 10
ára íløguætlanin slept.
Byrjaðar íløgur steðgaðar
og fluttar orsakað av parta
politiskari fáfongd. Skatta
lættar fyri minst 372 milli
ónir krónur sprændar út í
ein heitan búskap, og
kostnaðarstøðið blást upp
av tí sama, til bága fyri tey
lág og miðalløntu. Ongin
bati ella umfordeiling í
pensjónum, men bert
hækkingar í samhaldsfasta,
har verkafólk sjálvi gjalda.
Ongin verulig nýggj íløga
gjørd. Mentanarpolitikk
urin steðgaði fullkomiliga
upp.
Og legg so afturat, at har
fullveldissamgongan hvørt
ár hevði goldið 323 milli
ónir í rentum og avdráttum
til Danmarkar umframt ein
eykaavdrátt í 2003, rind
aði nýggja ABCsamgong
an onki, men sprændi
peningin út.
Fíggjarkreppa og
blokkur sama uppruna
So ongantíð eru kassarnir
tømdir so effektivt og mið
víst. Hartil varð eggjað til
økta lántøku hjá vinnu og
húsarhaldum við nýggjum
skattareglum, meðan bank
arnir sprændu øktar pengar
út í nýggjum lánshættum.
Og í hesi støðu standa
vit í dag. Trupulleikin er
ikki, at okkum hevur
vantað pening í samfelag
num. Tvørturímóti er
trupulleikin, at vit hava
nýtt ov nógvan pening. At
bæði landskassi, komm
unur og peningastovnar
hava sprænt pening út, har
ongin verulig framleiðsla
ella virðisskapan er aftan
fyri. At vit hava kapitali
serað framtíðina uttan
nakran botn undir, og hava
sett okkara eftirkomarar í
skuld fyri okkara nýtslu.
Hetta er eisini læran av
alheims fíggjarkreppuni:
At óverulig virði og nýtsla
verða blást upp, uttan at
nøkur verulig framleiðsla
og arbeiðsskapan er
aftanfyri. Tað gongur bert
so leingi meira og meira
peningur verður sprændur
inn. Tá tað so steðgar,
rapar korthúsið.
Tað varð tað, sum hendi
hjá okkum í 80’unum. Og
tað er júst tað sama sum
hendir við blokkstuðlinum.
Ein arbeiðsfrí upphædd,
sum ikki hevur botn í
teimum virðum, vit skapa,
kemur ótálmað inn í
samfelagið.
Fólk kunnu bert ímynda
sær, hvar vit høvdu verið
nú, um vit ikki høvdu
skorið blokkstuðulin og
fryst hann fastan. Tá hevði
ein eyka milliard verið
sprænd út í ein yvirhitaðan
búskap á hvørjum ári.
At tálma ella kynda
Vit hava eisini hoyrt, at eitt
nú stjórin á handilsskúlan
um og onkrir búskapar
frøðingar hava funnist at
bæði blokkstuðli og stóru
skattalættunum hjá ABC
samgonguni í sama anda
drátti. Men munurin er, at
meðan blokkstuðulsniðurs
kurðurin tók pening út úr
renslinum, so oystu skatta
lættarnir pening inn í pen
ingarenslið og hækkaðu
nýtsluna –sum eisini skeikl
aði handilsjavna og gjalds
javna so dundrandi, tí økt
nýtsla økir fyrst og fremst
innflutningin og ger
útflutningsvinnurnar minni
kappingarførar.
Eftir at sambandsflokk
urin, saman við javnaðar
og fólkaflokkinum við
ábyrgdarleyusm politikki
sjálvur hevur framleitt sína
egnu ræðumynd um, at vit
megna onki sjálvi, er
svarið hjá sambandsfólki:
Fingu vit bert fleiri pengar
úr Danmark, so høvdu vit
nú kunnað goldið fyri
okkara ábyrgdarleysa
búskaparpolitikk og sluppu
undan at hugsa og býta
virðini rættvíst.
Hví ikki senda málsøki til
Danmark aftur?
Til tað er bert at siga:
Jamen, hví fer ABCsam
gongan ikki til Danmarkar
og letur skúlaverkið,
almannaverkið, heilsu
verkið, fólkakirkjuna,
undirgrundina og onnur
málsøki aftur til Danmark
ar at umsita? So hækkar
blokkstuðulin aftur beinan
vegin. Tit hava meirilutan,
og tað krevur bert eina
tingsamtykt í fáum reglum.
Blokkurin blokerar ábyrgd, vit og skil
Høgni Hoydal
Eg má hervið harðliga
átala ta skomm viðferð,
børn við serligum tørvi fáa
frá almennari síðu. Hetta
er púra galið og enn eina
ferð gongur hesin fólka
flokspolitikkur frá almenn
ari síðu út yvir tey veiku í
okkara samfelag.
Her meini eg við tær
sparingar, sum verða
framdar innan Nærverkið,
har Trivnaðartænastan
hevur fingið boð um at
spara 2.3 milliónir, og
hetta merkir, at sambýlið á
Pætursgøtu verður
niðurlagt og øll starvs
fólkini verða uppsøgd.
Sambýlið á Pætursgøtu
Hetta er einasta stað í
Føroya landi, har ið tú
hevur spesialisering, tvs.
fakfólk sum taka sær av
børnum við Asperger
Symdromi. Eisini fyri tí
fyri eygað at børn við
asperger syndromi verða
vird fyri tað sum tey eru.
Stórt bakkast og skomm
yvir landsins leiðslu.
Her verða vit skotin
fleiri ár aftur í tíðina. Eg
havi sjálvur arbeitt nógv ár
við børnum við autismu,
og eg veit hvat, ið eg tosi
um. Hetta er eitt stórt aftur
stig á námsfrøðiligu leiðini
fyri okkara land og ikki at
gloyma tey stakkals børn
og avvarðandi.
Eg skammist av tykkara
avgerðum. Sjálvandi blivu
starvsfólkini á sambýlinum
á Pætursgøtu ikki tikin við
uppá ráð, tá ið tit tóku hesa
skammiliga avgerð.
Hvar eru tey bleytu
virðini?
Landsstýrskvinnan í
Almannamálum, Rósa
Samuelsen, gjørdi herfyri
púra greitt, at sparingarnar
fóru ikki at raka stovnarnar
undir Nærverkinum. Ja,
Rósa Samuelsen landstýris
kvinna og fíggjarnevndin,
her ruggar ikki rætt. Ja,
fíggja bara fleiri tunnlar
o.a og lat tey veiku vera
veikari?
Hvar eru tey bleytu virð
ini og tykkara vallyftir?
Nei, hetta er fólkafloks
leiðsla, sum herskar í okk
ara landi. Hvar er Javnað
arflokkurin og hvar er and
støðan í hesum avgerðum,
og hvar eru tey bleytu virð
ini, sum tit so mannliga
skrivaðu og lovaðu um til
løgtingsvalið?
Leggið frá tykkum!
Tit, ið ráða mugu finna
sparingar aðrastaðni. Hvat
við at tit spara upp egnar
lønir og samsýningar. Fara
tit eisini at spara á Føroya
Barnaheimi, og hvat verður
tað næsta?
Skal Tórshavnar komm
una yvirtaka sertovnaøkið?
Eg haldi, at samgongan
hevur spælt fallit og burdi
lagt frá sær í stundini.
Kanska hopa tit uppá, at
Tórshavnar kommuna
yvirtekur sertovnaøkið ella
hvat? Tað hevði eftir mín
um tykki verið mest skila
best. Vit hava yvirtikið
dagastovnaøkið við frálík
um úrsliti. Sum bert
gongur framá.
Ja, vit kenna øll søguna
hjá teimun eldru í Tórs
havnar kommunu og gener
elt í landinum. Nú standa
børn við Asperger Synd
rom og heimleys børn fyri
tørni.
Eg havi eitt orð til tykk
um: Stór skomm og leggið
frá tykkum í stundini.
Børn við serligum tørvi eiga ongan góðan
– landsins leiðsla leggið frá tykkum!
námsfrøðingur og
býráðslimur hjá
Tórshavnar kommunu
limur í sosialunevnd
og nevndarlimur fyri
Føroya Barnaheim
levi Mørk
viðmerkingar