Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2009 17 Vit tríggir, sum búgva í sambýlinum í Pætursgøtu 3 í Hoyvík eru ikki evnaveikir og ikki menningartarnaðir. Vit eru ordiliga lagdir undir psykist press og eru ógvuliga sjokeraðir um tað, at Rósa Samuelsen ætlar at taka heimið frá okkum, skrivar Niels Heðin Gaard Joensen N ú er tað so, at fyrst í hesari øldini, tað var í 2000, at eitt sambýli í Pætursgøtu 3 í Hoyvík lat upp, til fólk ið hava »aspergerssyndrom«. Nú eru vit komin inn í 2009, og nú er alt líkasum vent á høvdi, við hugburinum og normeringunum til sambýlini. Nú er tað so, at knappliga stakk tað seg uppundan, at vit fingu nakað at vita, sum vit ikki høvdu væntað. Tað var so, at vit fingu at vita frá einum starvsfólki, at nú fari eg á ein fund, men hvat fyri fund, vistu vit ikki. Ein avloys­ ari kom til okkum at verða ímeðan, alt gott um tað. Starvsfólkið kom so niðan aftur, og øll hini starvsfólkini vóru eisini við. Eg trúði kanska, at tey skuldu tosa saman um tað, tey høvdu tosað um á fundinum, men so var ikki. Vit búfólk vóru biðin um at koma við á fund við starvsfólkið. Vit fingu at vita, hvussu illa stóð til við búskapinum, tað vistu vit frammanundan, alt landið liggur lamið, ov lítið av peningi er til at forsyrgja tey, sum ikki fáa nøktað sín tørv upp á nakran máta. Tilveran hjá okkum kæru, sum ikki fáa nøktað sín tørv, er sum í trældómslívsins í Eyipta­ landi, men av tí tilfeldinum sum tað, fær tað líka sum ongan enda, vit sleppa ikki til Ísrael, og vit tráa eftir tí lovaða landinum Ísrael. Gott nokk er hettar ikki veruleikin, men eitt dømi at samanlíkna við, um hvussu ræðuligt tað er. Tað er so, at 1. mai 2009 letur heim okkara aftur, vit skulu flyta út úr okkara heimi. Men nú fara øll okkara av­ varðandi at taka seg um reiggj við at forhandla um hettar málið, um hvussu trupulleikarnir hjá okkum búfólkum kunnu loysast. Sambýlið í Pætursgøtu 3 er tað einasta í Føroyum til fólk við ”aspergerssyndrom”, tað er rættuliga paradoksalt, at vit skulu flyta úr okkara trygga og deiliga heimi í ein annan stovn, har sum evnaveik og menningartarnað fólk búgva. Eliesar Jacobsen, ein avvarð­ andi hjá einum í sambýlinum, nevndi í eini grein sum var í Sosialinum, at tað er avgerandi fyri fólk við aspergerssyndromi at hava tær umstøðurnar, ið sambýlið í Pætursgøtu 3 bjóðar. Tey hava tørv og dáma best at verða fyri seg sjálvan og sleppa undan ov tøttum sambandi við onnur fólk. Tað er so sætt sum tað er sagt av Eliesar Jacobsen. Eg havi eisini funnið útav, at um Landssjúkrahúsinum manglar pengar, verður tað altíð fíggjað við almennum pengum. Tað verður mett fyri at verða nakað serligt, at tað verður fíggjað so. Vit í sambýlinum eru sanni­ liga eisini nakað serligt í hesum tilfeldinum, tí haldi eg, at hettar er ógvuliga diskriminerandi, at hettar letur seg gera, at vit í sam­ býlinum skulu involverast í ann­ an hugburð og annað støði, tað er so meiri enn vit eru von við. Nú hevur man so hoyrt í tíð­ indinum, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuel­ sen, hevur sagt, at búfólk ikki verða rakt. Eg má siga, at hon er rættuliga skeivt kunna um hettar málið. Hon verður spurd soleiðis: Fer hettar ikki at koma teirra lagnu upp á spæl, við eitt nú at fólkini við aspergerssyndrom skulu flyta og involverast í annan hugburð, meir enn tey eru von við? Nei, sigur Rósa Samuelsen, tað er so at Nærverkið, skal spara 2.3 milliónir, eg trúgvi ikki, at hetta kemur at raka brúkaran, tey skulu ikki búgva saman við teimum menningar­ tarnaðu, tey verða býtt sundur soleiðis, at tey ikki koma at verða saman í tí dagliga, hon nevnir, at hugburðurin og møgu­ leikarnir verða nokk øðrvísi, kanska nógv betur, og at tey avvarðandi eru kunnað um alt í málinum. TAÐ PASSAR ALTSO IKKI!!! Hon skal minnast til, at tá ið tað er eitt sambýli, tá búgva øll saman og liva undir somu treytum og ferdigt! Tí eitur tað eitt sambýli. Øðrvísi fer tað at verða, tað vil eg verða samdur við Rósu Samuelsen, men betur verður tað ikki, tað verður verri, NÓGV VERRI. Frammanundan er deiligt og gott sum er, og tað fer tað at halda á við at verða um tað verður sum tað er. Tað vóna vit. Annars hevur verið relaterað við Rósu, hon nevnir jú í einum Sosiali, at hon hevur ikki møgu­ leika at seta seg inn í málið, og vísur ístaðin til Nærverkið. Men eg havi onga loysn hoyrt um tað enn. Vit tríggir í sambýlinum í Pætursgøtu 3 eru ikki evnaveikir og ei heldur menningartarnaðir. Eg skal enda við at siga, at vit eru ordiliga lagdir undir psykiskt press og eru ógvuliga sjokeraðir um hettar, sum er ein stór akkutstøða fyri okkum øll. Her má vend koma í alt fyri eitt. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli - Vit eru sjokeraðir og undir psykiskum pressi Tíðargreinin tíðargreinin Niels Heðin Gaard Joensen FAKTA Niels Heðin Gaard Joensen er 27 ára gamal. Tá hann var 13 ára gamal, fekk hann staðfest diagnosuna Aspergers Syndrom, sum tann fyrsti í Føroyum. Síðani tá hevur hann búð undir tryggum, skipaðum umstøðum, sum er treytin fyri, at hann kann liva eitt vanligt lív. Seinastu átta árini hevur hann búð í Sambýlinum í Pæturs- gøtu 3 í Hoyvík, sum er einasta heim av slíkum slag í Føroyum. Æt- lanin er nú at niðurleg- gja stovnin og at flyta búfólkini í eitt heim fyri evnaveik. Niels Heðin í hugnaligu stovu síni í sambýlinum í Pætursgøtu 3 í Hoyvík Mynd: Jens Kristian Vang