Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2009 Biggs úr fongslinum Ronnie Biggs, sum var millum teirra, ið rændu 2,6 milliónir pund úr einum posttoki í Bretlandi í 1963, sleppur kanska úr fongslinum, tá hann fyllir 80 í august. Í 1964 fekk Biggs 30 ára fongsul fyri ránið, men 15 mánaðir seinni eydnaðist tað honum at flýggja. Hann búsetti seg í Brasil, men í 2001 kom hann sjálvboðin aftur til Bretlands at sita dómin. Hann hevur havt vánaliga heilsu tey seinastu árini, og nú hava myndugleikarnir mælt til, at hann fær grið á 80 ára degnum. Fyritøkur krevja lægri løn Fleiri danskar fyritøkur eru farnar at legggja trýst á síni arbeiðsfólk við at gera greitt, at góðtaka tey ikki at fara niður í løn ella arbeiða færri tímar um dagin, verður fyritøkan latin aftur og øll uppsøgd. Keld Bækkelund Hansen, sum er aðalskrivari í Dansk Metal, sigur við Ritzau, at hann veit um umleið 20 fyritøkur, har leiðsla og starvsfólk kjakast um lønarniðurskurð ella færri tímar. Samstundis kjakast tey um at seta ta avtalaðu lønarhækkingina í vár úr gildi, sigur hann. Ferðafólk umborð á Rituni fingu ein skelk mánadagin. Miðskeiðis á fjørðinum nærkast garnaskipið Nim Rituni somikið nógv, at tað bert snúði seg um nakrar fáar metrar, áðrenn Nim brast inn í bakborðssíðuna á Rituni Skelkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Klokkan 16.20 loysir Ritan frá bryggju í Havn og fer undir vanligu rutuna út til Nólsoyar. Umborð eru nógv ferðafólk, eins og vanlig er henda túrin beint eftir arbeiðstíð. Alt tykist við tað vanliga, og summi leita sær niður í messuna, meðan onnur verða standandi á dekkinum. Men hesin túrurin skuldi eftir øllum at døma gerast alt annað enn ein vanligur rututúrur. Í frágreiðingini hjá skipar­ anum á Rituni stendur, at teir loysa klokkan 16.20, at hann er útsynningur vestan, og at tað er vánaligt sýni. Komnir umleið hálvan vegin til Nólsoyar, sær skiparin at garnaskipið Nim kemur siglandi suðureftir, og at teir eru á veg móti at vera á sama staði um somu tíð. Nim kemur inn móti bakborði á Rituni, og tí gongur skiparin út frá, at Nim fer at halda av, eins og hann eigur. Víðari stendur, at skiparin á Rituni royndi at ringja til vakthavandi á brúnni á Nim, men at har svaraði ikki. Skipini sigla framvegis, og einki røkist fyri at Nim fer at halda av. Sum sekundini ganga, nærk­ ast skipini meir og meir. Í frágreiðingini hjá skipar­ anum stendur, at klokkan 16.33 passeraði Nim Rituna umleið tvær skipslongdir (longdin á Rituni, blm.) aftanfyri. Ferðafólkini um­ borð siga tó nakað heilt annað. Ferðafólk eru skelkaði Eitt av ferðafólkunum henda túrin greiðir soleiðs frá. »Vit stóðu tríggir á dekk­ inum í bakborðssíðu og prátaðu, og vit síggja at Nim kemur siglandi beint móti okkum við relativt nógvari ferð á. Vit væntaðu sjálvandi at Nim fór at snara av ella steðga, men tað sá ikki út til at henda nakað. Vit sóu at Nim kom bara nærri og nærri, og vit blivu meira og meira ner­ vøsir um støðuna. Sum Nim nærkast, flyta vit okk­ um í skundi fram á Rituni. Vit royna eisini at hyggja, men tað sær ikki út til at nakar stendur á brúnni á Nim« Nú nærkast Nim við full­ ari ferð, og verður einki gjørt, sær út til at tað fer at bresta. Ferðafólk greiða víðari frá. » Tá vit eru komnir fram, og tað er líka við at bresta, merkja vit at Ritan snarar harðliga í bakborð, móti Nim. Og í somu løtu sum vit snara, fer Nim framvið hekkuni á Rituni, og tað snúði seg í veruleikanum bara um metrar«, sigur ferðafólkið. Kolasvørt lygn Vit hava tosað við ferðafólk, sum vóru umborð henda túrin. Tá vit nevna fyri teim­ um, hvat stendur í frágreið­ ingini um hvussu nær Nim var, siga tey, at tað er tann kolasvarta lygn. Í frágreiðingini frá skip­ aranum stendur, at Nim passeraði einar tvær skips­ longdir aftanfyri Rituna. Upplivdi tú tað eisini so­ leiðis? ­ Tá eg stóð har, tóktist tað sum ein metur ella minni, men tá eg hugsi nærri um tað, hevur tað nokk verið einir fimm metr­ ar. Men vissi teir siga at tað vóru tvær skipslongdir, so kunnu teir renna meg í eitt vist stað, sigur ferðafólkið bart út. Hava tosað við reiðaran Á Strandfaraskip Landsins greiða tey frá, at har verður ikki tað heilt stóra gjørt burturúr hendingini. Tey hava fingið frágreiðing frá skiparanum á Rituni henda túrin, Karmal Olsen, og tey hava verið í samband við reiðaríið hjá Nim. ­ Vit hava tosað við reið­ aran, sum er Gudmund Mortensen, og hann hevur so biðið vakthavandi á brúnni um eina frágreiðing um hendingina. Men Strand­ ferðslan kann sum so ikki gera nógv annað enn at átala hendingina, sigur Con­ rad Gaard Joensen, rakstrar­ leiðari á Sjódeildini. Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Gudmund Mortensen, men tað eydn­ aðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar. Ritan bert metrar frá vanlukku »Tá tað er líka við at bresta, merkja vit at Ritan snarar harðliga í bakborð, móti Nim, og í somu løtu sum vit snara, fer Nim framvið hekkuni á Rituni, og tað snúði seg í veruleikanum bara um metrar«, sigur ferðafólk umborð á Rituni