Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2009 Sands Bygdarráð ætlar at finna sparing­ ar á fíggjarlógini, so dagtilhaldið í kommununi kann halda fram. Ein av sparingunum verður allarhelst, at ætlaða fulltíðarstarvið hjá borgarstjóranum verður spart burtur aftur DAGTILHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Allar kommunur, sum í dag hava dagtilhald, eru komnar í eina trupla støðu, nú landið ógvuliga knappliga valdi, at spara stuðulin til hesi burtur. Sum skilst á kommunun­ um er tað ikki eins nógv tað, at stuðulin er burtur, sum tann sannroynd, at hann varð strikaður eftir, at kommunurnar høvdu lagt sínar fíggjarætlanir, sum órógvar. Tað bar tískil ikki til hjá teimum, at leggja upp fyri hesum, og tí mugu allar konti gjøgnumgangast av nýggjum og sparingar finnast, skulu komunurnar varðveita síni dagtilhald. Ein av kommununum, sum avgjørt hevur í kvittan­ um at varðveita hetta balsamið fyri eldri sálir, er Sands Kommuna. ­ Við tað, at landið hevur skorið stuðulin burtur, eru fyritreytirnar knappliga broyttar. Nú er ikki longur talan um eina oyggjaupp­ gávu, men eina uppgávu hjá Sands Kommunu burtur av. Hetta av tí, at vit hava lagt hús til, meðan flutn­ ingsskipanin frá hinum bygdunum hevur verið goldin av landinum, sigur Páll á Reynatúgvu, borgar­ stjóri á Sandi. Dagtilhaldið hevur annars riggað sera væl, heilt frá byrjan av, og nógv fólk hava gjørt brúk av hesum møguleikanum. ­ Vit hava opið her tríggjar dagar um vikuna, og her møta eini 20­25 fólk hvørja ferð. Elsti brúkarin er upp móti 90 árum, og so koma fólk niður til pensjónsaldur og onkur eisini, sum er niðanfyri tað í aldri, sigur Kristina á Reynatúgvu, leiðari á dagtilhaldinum. Stóran týdning Sum nevnt oman fyri er dagtilhaldið eitt tilboð til pensjónistar og eldri í allari oynni, og tað er skipað fyri bussambandi úr hinum bygdunum til umsitingar­ bygningin hjá Sands Komm­ unu, har dagtilhaldið hevur hildið til, síðani tað læt upp í januar/februar 2003. ­ Tað var hildið at vera betri at savna øll saman á sama stað, heldur enn at sita nøkur fá tandur í hvørjari bygd sær. Og so er hetta eisini ein bíligari máti at skipa dagtilhaldið, sigur Kristina á Reynatúgvu. Býtið millum tey vitjandi er ikki serliga javnt, tí tann allarstørsti parturin er konufólk, sum gera nýtslu av dagtilhaldinum. ­ Vit hava kortini nakrar fáar menn, sum vitja okkum fast. Teir eru ikki nógvir, og eg dugi ikki at siga, hví so er. Kanska hava teir annað at taka sær til um dagarnar, sigur Kristina á Reyna­ túgvu. Tað harmar leiðaran almikið, at landið nú hevur skorið stuðulin til dagtil­ haldini kring landið burtur, tí hesi hava sera stóran týdning fyri tey eldru. ­ Teir brúkarar, sum koma í dagtilhaldið, eru heima­ búgvandi fólk, og tað, sum vit arbeiða við, er alt stimbrandi fyri tey, so tey kunnu verða verandi heima so leingi sum gjørligt. Nakað, sum eisini er ógvu­ liga týdningarmikið fyri tey, tí teirra ynski er at kunna búgva heima sum longst. Og har aftrat er tað eisini ein nógv bíligari loysn fyri landið, at tey kunnu klára seg heima so leingi sum gjørligt, heldur enn at búgva á einum røktarheimi, ella hava brúk fyri nógvari heimahjálp, sigur Kristina á Reyna­ túgvu. Tað fer tí at koma ógvuliga illa við, skuldi dagtilhaldið verið niðurlagt. ­ Hetta er eitt stað, har tey eldru kunnu møtast og virka saman, har tey kunnu gera ymisk stuttlig, hugnalig og mennandi ting saman. Hesi fólkini hava ikki so nógv støð, har tey kunnu hittast, sjálvt um tey koma nakað inn til hvønn annan. Men hetta er so ein­ asta staðið, har tey kunnu hittast, og tað vildi verið ógvuliga harmiligt, skuldi hetta dottið niður fyri, sigur Kristina á Reynatúgvu. Fegin fyri tilboðið 81 ára gamla Harriet Krog er ein av mongu brúkar­ unum, og henni dámar sera væl at koma á dagtilhaldið. ­ Ja, tað dámar mær sera væl. Eg eri komin higar heilt frá fyrsta degi av, sigur Harriet Krog. Hon tekur lut í ymsu aktivitetunum, og fær tíðina at ganga við at binda. ­ Nú eru vit eisini farin undir at veva, so tað er tað mesta, eg takist við her á dagtilhaldinum, sigur Harriet Krog. Hon heldur, at dagtilhald­ ið hevur sera stóran týdning fyri tey gomlu. ­ Eg haldi, at tað hevur nógv at týða. Eg eri einsa­ møll, og vit hava tað ógvuliga hugnaligt saman. Vit verða væl viðfarin, so eg havi bara alt gott at bera dagtilhaldinum, sigur Harriet Krog. Hon heldur lítið um av­ gerðina hjá landsins myndugleikum at taka stuðulin til dagtilhaldini burtur. ­ Nei, tað dámar mær einki. Vit hava tað so ómetaliga hugnaligt her, og verður hesin møguleikin tikin burtur, sita vit bara heima og visna burtur og blíva fyri ongum, sigur Harriet Krog. Hon hevði tí verið sera fegin, um kommunurnar í oynni tóku seg saman og funnu útvegir fyri, at dag­ tilhaldið kundi hildið fram. ­ Tað høvdu vit verið ógvuliga fegin um, sigur hon. Harriet Krog hevur eisini sína teori um, hví menninir ikki halda seg framat í dagtilhaldinum í sama mun sum kvinnurnar. ­ Eg haldi, tað er tí, teir eru so smædnir, sigur hon. Offrar fyri pensjónistar Tað eru vónir fyri, at ynskini hjá leiðaranum, Kristinu á Reynatúgvu, og hjá Harriet Krog, verða uppfylt. Í hvussu er um tað stendur til borgarstjóran á Sandi, Páll á Reynatúgvu. ­ Dagtilhaldið á Sandi hevur verið ógvuliga væl vitjað og ógvuliga væl virkandi, og vit ynskja at gera alt, vit kunnu, fyri at halda lív í dagtilhaldinum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at Sands Kommuna hevur sett seg í samband við hinar komm­ unurnar í oynni fyri at vita, hvat tær orka fíggjarliga, og eftir førimuni at verða við at lyfta ta uppgávuna. ­ So hava vit eisini havt ta ætlan á Sandi, at seta borgarstjóran í fulltíðarstarv, men nýggja kommunustýrið – kanska sum ein beinleiðis avleiðing av, at stuðulin til dagtilhaldini er skorin burtur – hevur valt, at halda fast um verandi setanarbræv hjá borgarstjóranum. Vit fara tí at skera peningin til ein fulltíðarsettan borgar­ stjóra burtur, og í staðin nýta peningin til at reka dagtilhaldið víðari við, sigur Páll á Reynatúgvu. Borgarstjórin á Sandi sigur, at brúkararnir koma frá allari oynni, og tí hevði tað verið ynskiligt, at allar kommunurnar stóðu saman um dagtilhaldið, eisini tí Offrar fulltíðarstarv fyri Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi. Fulltíðarstarvið sum borgarstjóri verður slept, til tess at gera pláss fyri rakstrinum av dagtilhaldinum í oynni Slapp av flúrinum Ferðamannaskipið "Ocean Nova", sum sigldi á ein flúr við Antarktis fyrradagin, slapp av aftur við egnari hjálp og er nú á veg til argentinska havnarbýin Ushuaia. Tey næstan 100 ferðafólkini, sum vórðu við "Ocean Nova", vórðu tikin av skipinum í gjár og flutt umborð á eitt annað skip hjá sama reiðaríi. "Ocean Nova" hevur dupultan skrokk og fekk ikki skaða, tá tað fór á land. Skipið er smíðað í Danmark og hevur siglt í Grønlandi. Í dag er tað skrásett á Bahama­ oyggjunum. Skiparin er dani. Stjala bilar til Póllands Løgreglan í danska býnum Kolding vil hava fatur á tveimum póllendingum, sum sita í varðhaldi í Týsklandi. Teir báðir menninir vórðu tiknir, beint áðrenn teir skuldu um markið millum Týskland og Pólland. Teir koyrdu í hvør sínum vøruvogni, men tað vísti seg, at teir høvdu stolið bilarnar nærhendis Kolding náttina fyri. Løgreglan í Kolding hevur nú biðið um at fáa teir báðar póllendingarnar útflýggjaðar, so teir kunnu koma fyri rættin í Danmark. Løgreglan sigur, at annar vøruvognurin var av eldri slagi, men at tilsamans eru teir verdir einar 230.000 krónur.