hósdagur 19. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2009
pensjónistar
ein flutningsskipan er inni í
myndini at flyta brúkararnar
frá hinum bygdunum til
Sands.
- Húsavíkar Kommuna
hevur boðað frá, at hon er
positivt sinnað at verða við,
og eg vóni, at Skálavíkar
Kommuna og Skopunar
Kommuna eisini megna at
verða við til at lyfta hesa
uppgávuna, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Hann vónar, at tað fer at
bera til at varðveita dag-
tilhaldið á Sandi, tí hetta
tilboðið hevur sera stóran
týdning fyri tey eldru
- Hetta er eisini eitt hitt
best vitjaða dagtilhaldið í
landinum, og hevur longu
prógvað sítt virði sum
fyribyrgjandi tiltak fyri tey
eldru, so hesi kunnu verða
verandi so leingi í egnum
heimi sum tilber, sigur Páll
á Reynatúgvu.
Kristina á Reynatúgvu
er dagligur leiðari á
dagtilhaldnum í Sandoynni
At veva er nýggjasta »dillan« á dagtilhaldinum á Sandi
Harriet Krog er 81 ára gomul og ein av trúføstu brúkarunum av
tilhaldinum. Tað verður ógvuliga harmiligt, dettur dagtilhaldið
niður fyri, heldur hon
Skókastarin í rættinum
Irakski blaðmaðurin Muntazer al-Zaidi, sum gjørdist
heimskendur, tá hann lat seg úr skónum og tveitti teir eftir
fyrrverandi forsetanum George W. Bush, kom fyrrapartin
fyri rættin í Bagdad. Sera strong trygdartiltøk vóru í og
uttan fyri dómhúsið, tí í øllum teimum arabisku londunum
verður blaðmaðurin mettur sum sonn hetja. Irakska
ákæruvaldið hevur ákært hann fyri ágang ímóti einum
útlendskum ríkisleiðara, og verður hann dømdur sekur, kann
tann heimskendi skókastarin fáa upp í 15 ára fonsgul,
skrivar AP.
Shalit er lykilin
Ísraelski hermaðurin Gilad Shalit, sum bleiv burturfluttur í
Gaza-geiranum fyri skjótt trimum árum síðani, skal latast
leysur, áðrenn Ísrael kann ganga við til at lata markið til
Gaza-geiran uppaftur. Tey greiðu boðini hevur Hamas fingið
frá ísraelsku stjórnini, skrivar Reuters. Stjórnin viðgjørdi í
gjár eitt uppskot um vápnahvíld við Hamas og samdist um,
at Gilad Shalit skal latast leysur, áðrenn vápnahvíld kann
koma upp á tal. Hamas hevur svarað, at tann burturflutti
hermaðurin hevur einki við vápnahvíldina at gera.