hósdagur 19. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2009
Landsstýriskvinnan í
al mannamálum fer í
dag á fund við Javna
og tey avvarðandi at
íbúgvunum í Pæturs
gøtu. Ein teirra er
Anna Maria Kalls
berg, sum hevur
ringar vónir til
fundin. – Tað er so
skjótt at bróta tað
góða niður. Og tað
má ikki henda. Tað er
mín bøn, sigur hon
Pætursgøta 3
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Anna Maria Kallsberg er
mamma at Niels Heðin
Gaard Joensen. 27 ára
gamli Niels Heðin Gaard
Joen sen fekk sum 12 ára
gamal staðfest Asperger
sjúkuna, og fyri familjuna
hevur tað verið strævið at
vunn ið honum passandi
sømdir. Eftir fyrst at hava
búð í ungdómssambýlinum,
Lon ini á Barnaheiminum,
flutti hann inn á sambýlið á
Pæturs gøtu 3 í Hoyvík. Og
tað hevur verið júst tað
rætta fyri hann.
- Vit hava í so nógv ár
stríðst fyri einum heimi fyri
Niels Heðin, og onnur við
Aspergers
sjúkuni.
Tað
riggaði væl í skúlanum hjá
nunnunum, til tey brádliga
tóku tann væl virkandi
stuðul in frá honum. Tað var
so skjótt at bróta tað niður,
sum riggaði væl, sigur
Anna Maria Kallsberg, sum
má sita og hyggja at, meðan
teppið enn eina ferð verður
hálað undan teimum, og
heim i ð hjá soni hennara
verður tikið frá honum.
- Niels Heðin er ikki sami
sonur, sum í 2000 fór í sam-
býlið
á
Pætursgøtu
at
búgva. Hann hevur fingið
tað so nógv betri har. Eg
minnist at hann fyrr altíð
var so bangin fyri at halda
føðingardag, tá hann búði
heima, tí hann treivst ikki
við so nógvum fólki rundan
um seg um somu tíð. Og tí
hevur hann fingið møgu-
leika at arbeiða við í sam-
býlinum
á
Pæturs gøtu,
greiðir
Anna
Maria
Kallsberg frá.
Teir passa ikki
inn í Svanga
Klokkan 15 í dag skal hon
saman við øðrum avvarð-
andi og Javna á fund við
lands stýriskvinnuna
í
alman na málum,
um
flytingina av íbúgvunum á
Pætursgøtu. Teir skulu eftir
ætlan flyta inn í sambýlið í
Svanga í staðin. Framman-
undan búgva evnaveik í
sam býli num.
- Vónirnar eru ikki góðar.
Eg, sum mamma havi ikki
góðar vónir. Hetta slítur
full komi liga uppá ein. Vit
hava verið og hugt eftir
nýgg ja bústaðnum, og eg
má siga, at teir passa ikki
inn
har.
Ivaleyst
eru
íbúgvar nar, sum búgva har
fitt ir, men tey eru so veik.
Niels Heðin Gaard Joen-
sen er ein væl virkandi
persón ur
við
Aspergers
sjúk uni. Men hann er væl
vit an di um, at hann krevur
nógv av sínum umhvørvi.
Hann harmast í Sosialinum
í gjár um at heimið hjá hon-
um verður spart burtur. Fyri
familju hansara hevur sam-
býl ið í Pætursgøtu alt at
siga.
- Hetta má ikki koma
fyri. Tað er mín bøn, sigur
An na Maria Kallsberg.
Oljudálking við Írland
Í Írlandi hevur stjórnin givið vaktar- og
bjargingartænastuni boð um at halda eyga við einum
oljubletti, sum rekur inn ímóti strondini har suðuri í
landinum. Sambært myndugleikunum er oljubletturin
tann størsti á hesum leiðum í meiri enn tíggju ár. Írsku
myndugleikarnir vilja vera við, at oljan fór í havið, tá ein
russiskur flogberi bunkraði olju úr einum tangaskipi á
leiðini millum bretsku vesturstrondina og írsku
suðurstrondina. Myndugleikarnir stúra fyri, at umleið 500
tons av olju kunnu reka inn á land.
Tjóðartaka banka
Týska stjórnin umhugsar at biðja Samveldiisdagin
samtykkja eina lóg, sum skal heimila stjórnini at leggja
hald á partabrøv í bankum, sum koma í fíggjarligar
trupulleikar. Stjórnin sigur tiltakið vera neyðugt fyri at
verja bankarnar. Týskir fjølmiðlar siga, at lógin skal í
fyrsta umfari geva stjórnini heimild til at tjóðartaka
bankan Hypo Real Estate, sum er í álvarssomum
trupulleikum. Sambært DPA leggur stjórnin seinastu hond
á sjálvt uppskotið í dag, og tað skal so fyri tingið.
Autistur
má víkja
Fyri at teir tríggir
íbúgvar nir í
Pæturs gøtu kun nu
flyta inn í Svan
ga, noyðist ein
autist ur at flyta úr
sambýlinum
Pætursgøta 3
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Joan Michelsen úr Sør-
vági eigur eina dóttir,
sum er búsitandi í sam-
býli num í Svanga, har
teir tríggir íbúgvarnir við
Asper gers sjúkuni eftir
æt lan skulu flyta inn.
Tað er kunngjørt, at tveir
av teimum skulu inn á
niðas tu hædd at búgva,
og har býr frammanundan
ein genta við autismu.
Hon er uppsøgd, og hev-
ur fingið bjóðað at flyta
inn í Verkhúsið í Sørvági
at búgva.
Foreldrini
mótmæla
flyting ini, men ynskja
ikki at viðmerkja málið í
dag.
Nærverkið
ynskir
heldur ikki at viðmerkja
ein staka persónsmálið.
Skjótt at bróta tað góða niður
Mary í Garði, stjóri í
Nærverk, heldur fast
um avgerðina at spara
burtur sambýlið
í Pætursgøtu 3. –
Avgerðin er fakliga
forsvarlig. Vit hava
lagt okkum eftir at
sparingar skulu raka
so fá sum gjørligt.
Tí letur Pætursgøta
aftur, sigur hon
Pætursgøta 3
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Nærverkið hevur mett um
hvat sambýli undir stovni-
num verður minst merkt av
sparingum, og er tí komið
við tilmæli til lands stýris-
kvinnuna í almannamálum,
um at lata aftur sambýlið í
Pæturs gøtu. Mary í Garði,
stjóri á Nærverk, verjir til-
mælið frá stovninum, og
metir avgerðina at vera fak-
liga forsvarliga.
- Vit ásanna at hetta er
álvars ligt, men vit kunnu
fak liga standa inni fyri
av gerðini um at lata aftur
sam býlið í Pætursgøtu. Vit
hava lagt dent á at búfólkini
skulu merkja sum minst til
sparingar nar, og hava tí
av gjørt at flyta tey trý
bú fólk ini saman inn á
nýggja
bústaðin,
sigur
Mary í Garði.
Nær verkið hevur mett, at
sparingar verða best framd-
ar við hesi loysnini. Pæturs-
gøta 3 er ein lítil stovnur
við trimum búfólkum, men
hann er dýrur at reka, sum
smáir stovnar ofta eru. Av tí
sama eru stovnarnir eisini
sera sárbarir. Tann besta
loysnin vildi sambært Mary
í Garði verið, at bygt fleiri
eindir til endamálið, um
raksturin
skal
vera
rationellur.
Tey, ið hava mett um bestu
loysn ina, eru námsfrøðingar
innan Trivnaðartænastuna,
og stjórin tvíheldur um at
av gerðin er fakliga for svar-
lig.
- Vit fara at kýta okkum
fyri at fáa umrokeringina at
rigga, sigur hon.
Hon sigur samstundis, at
einki útboð er til fólk, ið
ynskja at sleppa inn á sam-
býlið. Tilboð verða givin
eftir plássi, og ikki eftir
tørvi.
- Men vit royna sum frægast
at sleppa undan afturstigum
á økinum, og royna at
sleppa undan teimum alt ov
pínufullu samanstoytunum.
Avgerðin um at spara, er
politisk, og vit hava so gjørt
eina spariætlan, og hetta er
eitt úrslit av tí.
Avgerðin er fakliga forsvarlig