hósdagur 19. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2009
Flyta eitur til Afrika
Bretskir umhvørvisverndarfelagsskapir, sjónvarpið Sky
News og blaðið The Independent hava avdúkað, at nógv
tons av eitrandi burturkasti verða flutt úr Evropa til lond í
Afrika sum eitt nú Nigeria og Ghana. Millum annað
liggja gomul sjónvørp og gamlar teldur í hundraðtús
undatali í stórum ruskdungum. Umhvørvisverndarfelagss
kapir siga, at nógv av teimum gomlu tólunum verða tikin
sundur, og at fólk tískil kunnu koma í samband við
eitrandi evni sum kyksilvur, blýggj og kadmium.
Aftankvirra í Vágs Kirkju
Aftankvirra verður í Vágs Kirkju fríggjakvøldið. Klokkan
22:00 verður sangur og andakt. Kirkjan er opin klokkan
21:30, og klokkan 22:00 verður sangur og andakt. Solistar eru
Niels og Fríðbjørg Hammer, Hov, Jórun Petersen, Tvøroyri,
Brandur M. Suðuroy og Ingi Michelsen, Vágur, Lív Ryggs
hamar, Vágur, Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen, Vágur.
Jónsvein Bech, prestur, hevur andaktina. Aftaná verður kaffi
á kirkjuloftinum. Næsta aftankvirra verður 3. apríl 2009.
Á árliga fundurinum
millum danska
og føroyska uttan
ríkismálaráðharran
vóru mong ymisk mál
havd frammi, ikki
minst týdningurin av
at varðveita IWC
RÍKISFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Danski
uttaníkismálaráð
harrin kom til Føroya til
árliga fundin millum uttanrí
kismálaráðharrarnar. Hetta
hendir fáar dagar eftir, at
føroyska
uttanríkismála
ráðið fylti ár, og tí var tað á
fyrsta sinni ein føroyskur
uttanríkismálaráðharri
og
ikki uttanlandsnevndin, sum
var føroyski luttakarin.
Tá Per Stig Møller var
lendur í Vágunum í gjár,
gekk leiðin til Gásadals,
har teir báðir starvsbrøðurnir
hildu fund.
Á tíðindafundi í Tinganesi
í gjár greiddu teir báðir utta
nríkismálaráðharrarnir frá,
hvat teir høvdu tosað um,
og hvat var komið burtur
úr.
Føroyski uttanríkismála
ráðharrin, Jørgen Niclasen,
segði, at eitt av málunum,
ið
vórðu
umrødd,
var
spurningurin um atlimaskap
í UNESCO.
Eftir at vit hava fingið
atlimaskap í IMO (maritimi
felagsskapurin hjá ST) og
FAO (matvørufelagsskap
urin) fyrireika vit nú eina
umsókn um atlimaskap í
UNESCO, sum er mentanar
og undirvísingarfelagsskap
urin hjá Sameindu Tjóðum.
Og her hava vit fingið
váttan fyri, at danska stjórn
in stuðlar hesari umsóknini,
sigur Jørgen Niclasen.
Eisini vórðu spurningarnir
um ES og EFTA umrøddir.
Tað er jú eingin loyna,
at vit ynskja eitt tættari
samstarv við ES, serliga
hvat viðvíkur teimum fýra
frælsunum, sum umfata
frían flutning av fólki,
vørum, kapitali og tænast
um, sigur Jørgen Niclasen.
Hann segði eisini, at Før
oyar ynskja eitt tættari sam
starv við ES innan útbúgv
ing, mentan og heilsu.
Sveits meiri positivt
Føroyska
uttanríkismála
ráðið arbeiðir eisini við at
binda Føroyar tættari at ES
á øðrum økjum.
Vit hava í eini fimm ár
arbeitt fyri at gerast partur
av ES granskingarpakkan
um, og sum tað sær út í
løtuni, brestir fyri nevi
hesum viðvíkjandi. Vit hava
vónir um, at hetta kann
gerast veruleiki longu í
summar. Eisini á hesum øki
fáa vit stuðul frá donsku
stjórnini,
sigur
Jørgen
Niclasen.
Eitt annað øki, har danska
stjórnin eisini stuðlar føroy
sku ynskjunum, er royndin at
koma við í europeiska loft
ferðslupakkan. Eisini á tí øki
num sæst ljós fyri framman
og vónin er, at ein avtala
kann undirskrivast í ár.
Eisini tá talan er um EFTA
limaskap sær heldur ljósari
út enn tað hevur gjørt.
Vit hava havt fundir við
bæði Ísland og Noregi, og
bæði londini eru positiv og
vilja stuðla einum føroysk
um limaskapi. Og á fund
inum í januar við Sveits var
tónin eisini meiri positivur,
sjálvt um landið ikki gav
nakra beinleiðis tilsøgn.
Teir vístu á, at nakrar treytir
skuldu uppfyllast, áðrenn
ein limaskapur kundi koma
upp á tal, og ein av hesum
treytum er limaskapur í
WTO,
sum
er
altjóða
handilsfelagsskapurin,
sigur Jørgen Niclasen.
Eisini á hesum økinum
fáa Føroyar fullan stuðul
frá donsku stjórnini, og Per
Stig Møller hevur eisini
verið á vitjan í Sveits og
Lichtenstein í tí sambandi
fyri at slóða veg fyri
føroyskum limskapi.
IWC
Eitt annað mál, sum eisini
var uppi og vendi, var
spurningurin um donsku
støðuna til hvalaveiði. Og
har vissaði Per Stig Møller
føroyska starvsbróður sín
um, at Danmark fór at
fylgja
ynskjunum
hjá
Føroyum og Grønlandi í
spurninginum um hvala
veiði.
Nú hendi so tað óhepna í
fjør, at Danmark í IWC
(International
Whaling
Commission)
atkvøddi
ímóti føroysku og grøn
lendsku
áhugamálinum,
men komst hetta av, at
danska
stjórnin
var
í
minniluta um tað mundið.
Hetta er ikki støðan í dag,og
tí kundi Per Stig Møller
eisini lova, at danska stjórn
in hesuferð fylgir føroysku
og grønlendsku ynskjunum.
Og danski uttanríkisráð
harrin helt har aftrat, at tað
er av sera stórum týdningi,
at hvalaveiða á burðar
dyggum grundarlagi verður
loyvd.
Verður tað soleiðis, at
øll hvalaveiða verður bann
að, eisini hon, ið er burð
ardygg, so spreingist altjóða
hvalafelagsskapurin.
Tá
fara
hvalaveiðilond
at
melda seg úr IWC, og so
verður veiðan ikki bara
óskipað og undir ongum
eftirliti, tað fer eisini at føra
við sær, at lond, sum í dag
ikki reka hvalaveiði, fara at
gera seg út til hesa veiði. Tí
er tað av so sera stórum
týdningi,
at
vit
loyva
burðardyggari hvalaveiði,
sigur Per Stig Møller.
Av øðrum málum, sum
vóru uppi og vendu, kunnu
nevnast
altjóða
fíggjar
kreppan,
Afganistan
og
Russland, miðlinjan norðan
fyri og sunnanfyri Føroyar
og komandi umhvørvis
ráðstevnan.
Báðir uttanríkismálaráðh
arrarnir eru samdir um, at
samstarvið landanna mill
um er sera gott, og teir
trupulleikar, sum finnast,
eru smáir og lættloysiligir.
Per Stig Møller fór aftur
til Danmarkar á miðdegi í
dag.
Týdning at varðveita IWC
Per Stig Møller og Jørgen Niclasen hava hildið árliga fundin landanna millum í gjár og í dag. Ferðin hjá danska uttanríkismálaráðharranum endaði við felags
tíðindafundi í Tinganesi í dag
Mynd: Jens Kristian Vang