hósdagur 19. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 35 - 19. februar 2009
tíðindi
Merkisdagar
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í slíkari blaðgrein, sum
hesari, er vónleyst at skriva
søguna um Ljóm og Vágs
Kirkju úr enda í annan.
Men tað er heldur ikki ætl
anin. Heldur verður her
stutt tikið samanum, nú
Kirkjukórið
Ljómur
og
Vágs Kirkja hava sjeyti ár á
baki, og serliga verður dent
ur her lagdur á at greiða eitt
sindur frá upprunanum til
Ljóm, og sjeyti ára longu
søguna hjá kórinum, ið her
bert
kann
lýsast
í
smábrotum.
Kirkjuvígsla
við kórsangi
Í bóklinginum “Ljómur
fimti”, ið Niels Juel
Nolsøe skrivaði, stendur at
lesa, at kórsangur hevur
verið í Vágs Kirkju, áðrenn
Ljómur byrjaði. Hetta var í
gomlu kirkjuni á Kirkju
kletti, áðrenn Ljómur byrj
aði í nýggju kirkjuni.
BangJensen var prestur í
Vági frá 1931 til 1938, og
frú BangJensen savnaði
fólk saman, og høvdu tey
eitt kór, ið sang til høgtíðir
nar. Prestahjúnini Bang
Jensen fóru aftur til Dan
markar í 1938, og var tað
eitt nýtt kór undir nýggjari
leiðslu, ið byrjaði í nýggju
kirkjuni úti í Tippinum.
Í nótabók, sum Kirkju
kórið Ljómur gav út í
1951, stendur í formælin
um, at í 1939 tóku fólk í
Vági seg saman, við Edith
Dahl á odda, at stovna
kirkjukórið “Ljómur”.
Byrjanin til kórið var, at
nakað undan kirkjuvígsluni
tann 19. februar í 1939,
tosaði kirkjuráðsformaður
in Johan Mortensen ráðsins
vegna við Ellu Nolsøe,
urguleikara við gomlu
kirkjuna í 20 ár, um at fáa
savna eitt kór.
Um hetta stendur í ein
um sangi, ið var yrktur til
eitt ára haldið hjá kórinum:
Tí Ella organist fór í býin
At savna saman til eitt
kirkjukór
Fimm og tjúgu blivu vit í tal
Nú herum ein sangur ljóða
skal
Tey hittust fyrstuferð hjá
Ellu Nolsøe 15. februar
1939 og sungu til vígsluna
tann 19. februar. Í onkrari
skrivligari keldu, sum ligg
ur eftir Edith Dahl, roknar
hon 15. februar at vera føð
ingardag kórsins, men
hann hevur annars altíð ver
ið hildin saman dag, sum
kirkjan fyllir, nevnliga 19.
februar.
Til fyrstu gudstænastuna
í nýggju kirkjuni, ið varð
vígd av FuglesangDam
gaard, Sælands biskupi, har
Jákup Dahl las inngangs
bønina á føroyskum og
Jógvan Waagstein, organist
ur, leikti pre og postludi
um, sang kórið fleirrædd
aðu kórsvarini.
Kórið mennist
Eftir vígsluna, varð hildið
á við venjingum, og vant
var nú til páskir. Kórið
mentist og fólk legðist aft
urat.
Fyrsta venjingin fór, sum
nevnt, fram heima hjá Ellu
Nolsøe, men so tók Edith
Dahl við. Á páskum í 1939
var fyrsta ferðin, at kórið
útinti ta tænastu, sum síðani
hevur verið fastur táttur av
gudstænastuni í Vágs
Kirkju, og sungu tey sálm
ar.
Fyrsta árið var virkið ár
hjá Ljómi og sungu tey til
fleiri høvi. Venjingin fór
fram alt árið, og hildið var
bert frí eina viku eftir
hvørja høgtíð, og eina viku
aftaná eina konsert.
Nevnast kann, at fyri
stuttum vóru 100 ár síðni,
at Edith Dahl var borin í
heim, og mintist Ljómur
dagin við at syngja sangir
frá hennara tíð sum
kórleiðari við eina
guðstænatu í Vágs Kirkju.
Kirkjukórið Ljómur og Vágs K
Í dag, 19. februar 2009,
kunnu Kirkjukórið Ljómur
í Vági, og Vágs Kirkja
halda sín sjeytiára dag. Í
hesum sambandi er barna-
og familjugudstænasta
sunnudagin, har Ljómur fer
at syngja
Ljómur allahalgannasunnudag, 2. nov 2008. Cindy v.L. Mensonides, kórleiðari, Anna Vestergaard, Karin Strøm, Herborg Niclasen, Jórun Pete
Sirið Stenberg, Ingibjørg Joensen, Karin Brattaberg, Solgerd Thomsen, Ulla Bærentsen, Susanne Brattaberg, Beinta Dam, Essan Mortensen og
Niels Nolsøe, Henry Koba, Per Lave, Kristian Holbæk, Henning Henriksen, Arnfinnur Thomassen, Magni Ejdesgaard, Sigmundur Olsen og La
Ljómur í Íslandi. Undir Snæfelsjøkli