hósdagur 19. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2009
17
tíðindi
Allahalgannakonsertin
og “Nú hvítna tindar”
Ljómur setir enn í dag dám
á, tá tiltøk eru í Suðuroynni,
hvørt talan er um flaggdags
hald, grækarismessu, jóan
søku ella annað.
Ein árlig høvuðshending
í virkseminum hjá Ljómi
var, og er framvegis, kon
sertin allahalgannasunnu
dag. Kórið og kirkjan hava
verið tengd saman, men
eru tó tvinnir partar, ið
hava stuðlað hvør øðrum.
Peningurin, ið er innkomin
við offurgongd á árligu
heystkonsertini, er farin til
kirkjuna, ið eisini hevur
verið karmur um virksemið
hjá kórinum.
Í samband við allahalg
annakonsertina verður ofta
tikið fram tilknýtið, ið
sálmurin “Nú hvítna tindar
fjøllum á”, hevur til Vágs
Kirkju og Ljóm.
Sálmurin var framførdur
á føroyskum á allahalganna
konsertini hjá Ljómi í Vágs
Kirkju í 1942. Árið framm
anundan høvdu tey sungið
sálmin hjá N.F.S. Grundtvig
“Nu falmer skoven trindt
om land, og fuglestemmen
daler”. Men Edith Dahl
setti seg so í samanband við
Robert Joensen í Klaksvík,
og bað hann umseta sangin
til føroyskt.
Sigast má, at hann kom
væl frá umyrkingini, ið væl
lýsir fólksins stríð í bøð og
haga, í bjørgum og á sjón
um, tá alt hetta var lívs
grundarlagið, og tey á
heystardegi, tá alt var kom
ið til høldar, vildu takka tí
Altvaldandi fyri.
Sálmurin er, enn sum
áður, fastur táttur í allahalg
annakonsertini hjá Ljómi.
Felagslív, útferðir og
føtur undir egið borð
Í bóklinginum “Ljómur
fimti”, verður søga kórsins
væl lýst, og gjørt verður
eisini burturúr felagslívin
um og tess týdningi. M.a.
sæst, at dúgliga er yrkt til
veitslur, tá kórliminir hva
verið saman til veitsluhald.
Eisini verður nógv gjørt
burturúr at siga frá ferðum,
ið kórið hevur gjørt, bæði
innan og uttanlands.
Av uttanlandsferðum
kann nevnast, at Ljómur í
1954 fer til Noregs, og byrj
ar ferðin við skipinum
“Tjaldur”. Tey løgdu eisini
leiðina til Keypmanna
havnar.
Ljómur vitjaði í 1986
eystanfyri jarntjaldið, sum
fyrsta kór her á landi. Í
Pólandi í 1986 og í Sovjet í
1988.
Síðani hevur kórið eisini
verið nógv á ferð uttanfyri
landoddarnar, eittnú í
Íslandi.
Aðrar stórhendingar í
kórsøguni hjá Ljómi, ið
ikki slepst undan at nevna,
eru helst, at fyri nøkrum
árum síðani varð farið und
ir fløguætlan, og gjørdist
fløgan veruleiki og kom út
fyri nøkrum árum síðani.
Onnur hendingin var, tá
Ljómur í 2006 ognaði sær
hús, ið standa nærhendis
kirkjuni í Vági. Hóast stórt
tak, hevur hetta givið kórin
um fast tilhaldsstað við øll
um hentleikum.
Ljómur hevur eisini í
stóran mun sett dám á kór
tónleik í Útvarpi Føroya,
har upptøkurnar við Ljómi,
ið eittnú Janus Mohr stóð
fyri, ikki eru so fáar í
bandasavninum.
Kórleiðarar
Tá nevnast skulu fólk við
tilknýti til kirkjuna og
kórið og kórleiðarar, so er
helst ver at nevna brøður
nar Niels og Jóannes
Nolsøe. Niels er í tann kór
limur, ið hevur verið longst
í kórinum, og var hann
eisini kórleiðari, og
Jóannes var sum kórleiðari
frá 1983 og fram til seint í
nítiárunum, veruliga við til
at fáa kórið á breddan,
eittnú í útvarpshøpi, og var
hann virkin og eldhugaður
kórleiðari, til hann fyri
nøkrum árum síðani fór til
Danmarkar at virka sum
urguleikari burturav.
Báðir brøðurnir hava eis
ini virkað trúgvir sum urgu
leikarar við Vágs Kirkju.
Í hesi grein eigur helst
eisini at nevnast, at Ella
Nolsøe hevði 50 ára starvs
dag sum urguleikari við
Vágs Kirkju í 1971. Hon
sat tó seinastu ferð við
urguna í 1981, og var hon
tá 83 ára gomul.
Í “Ljómur fimti” sæst, at
Edith Dahl doyði 6. januar
í 1960. Ellen Dahl tók á
seg at leiða kórið í
1960/61, og Inga Nolsøe
var kórleiðari frá 1964 til
69, Niels Nolsøe frá 1961
til 1964 og aftur frá 1969
til 1983, tá Jóannes Nolsøe
tók við.
Eftir at Jóannes Nolsøe
fór til Danmarkar fyri eini
10 árum síðani, hevur eitt
nú Dorthe Tilma stjórna
kórinum, og nevnast kann
eisini Jens Mortan Morten
sen og Ólavur Hátún eitt
stutt skifti. Nú eru hjúnini
Lars og Cindy Mensonides
komin úr Noreg til Vágs,
og er hetta fongur fyri
Ljóm, sum hervið hevur
góðan leiðara í Lars. Lars
og Cindy eru bæði
tónleikalærarar.
Halda dagin
Í samband við at Vágs
Kirkja og Kirkjukórið
Ljómur fylla 70 ár 19.
februar verður barna og
familjugudstænasta sunnu
dagin 22. februar klokkan
14.00.
Kirkjukórið Ljómur fer
at syngja til gudstænast
una. Tað er Cindy Men
sonides van der Leden sum
stjórnar kórinum, og Lars
Mensonides kemur at hava
urguspælið til gudstænast
una. Umframt at Patrick
De Neergaard prestur lut
tekur, verður eisini ein
søga til børnini.
Kirkjukórið Ljómur hev
ur verið virkið øll 70 árini,
og er í støðugari menning.
Kórið telur í dag umleið 25
sangarar úr allari Suður
oynni.
Aftaná gudstænastuna er
kirkjufólkið vælkomið í
Ljómhúsið til ein drekka
munn.
Keldur: Ljómur fimti (Niels J. Nolsøe)
Kirkjurnar í Vági
(Magnus Hansen)
Alnetið og egið minni
Kirkja sjeyti ár
ersen, Elinborg Nolsøe, Betta Danielsen,
Rósli í Smiðjuni. Menninir aftanfyri:
ars Mensonides.
Mynd; Hans Rudolf Niclasen
Edith Dahl, kórleiðari í 20 ár. Hon andaðist í 1961. Jákup Dahl gjørdi stórt arbeiði fyri kórið, tók sær av tí handaliga. Hann doyði
í 1974. Ella Nolsøe hevði 50 ára starvsdag sum urguleikari við Vágs Kirkju í 1971. Sat tó seinastu ferð við urguna í 1981 og var tá
83 ára gomul. Heima hjá henni kom kórið Ljómur saman á fyrsta sinni
Kirkjan í Vági í gerð, 1928
Ljómur hevur ognað sær hesi húsini, ið standa skamt frá
kirkjuni í Vági