hósdagur 19. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 19. februar 2009
2
inngangur
grams.fo
20
Mortan í Hamrabyrgi
Soleiðis yrkti Jákup Dahl á
Grækarismessu í 1907 um
tjóðfugl okkara. Hóast Mik-
kjalsmessa ikki er farin, ljóðar
at tjøldrini longu eru komin.
Tá ið tjøldrini koma, er várið í
hond, onki er so vist sum tað.
Ella hvat?
Samfelagsligu veðurvánirnar
siga frá kolandi stormi heldur
enn lýggjum vári. Komandi
Grækarismessan verður eitt
slag av krossvegi ímillum
myrkrið og ljósið, bæði so og
so. Náttúran hevur sína føstu
gongd. Veturin er um at vera
av og ljósið og várið vinnur
fram. Latum okkum vóna at vit
menniskju varðveita ljósa sin-
nið og framfýsin taka upp tær
avbjóðingar, ið heilt vist fara at
koma í vár.
Januar og februar mánaði
eru mest leiðiligu mánaðirnar
fyri gastronomin. Úrvalið av
frískum rávørum frá Evropa er
í botni í løtuni og øll bíða vit til
at nýggja sesongin tekur seg
upp aftur við frískum og nýg-
gjum grønmeti.
Vínummælið í dag kannar
avstralsk vín-sløg í bíligari
endanum.
Matummælið fer í dýpdina
við vælkendu rosinunum og
avdúkar fleiri viðurskifti, ið ein
eigur at geva ans.
Bókaummælið viðger sera
áhugaverda bók um hvussu
familjan anno 2009 kann liva
uttan at koma í samband við
vandamilum evnum í mati og
øðrum.
Uppskriftin sigur í dag ”sann-
leikan” um kaffi, sjokolátu, vín,
mjólk og light-sodavatni.
Annars fari eg at heita á
fólk um at stuðla nýggju
granskingar-verkætlanini um
’kongenit anosmi’ hjá føroy-
ingum. Also teir føroyingar, ið
eru føddir við ongum ella sera
lágum luktisansi. Tað er millum
annað oyra-nasa-háls-serlæk-
nin hjá okkum, Bjarki Ellefsen,
ið stendur fyri hesari kanning,
ið skal gera okkum klókari, hví
summi av okkum her á landi
verða fødd uttan møguleika at
lukta umheimin.
Júst luktisansurin er sera týd-
ningamikil fyri lívskvalitetin í
lívi okkara. Bara nakrar dagar
við krími, sigur okkum hvussu
álvarsligt tað er, ikki at kunna
lukta.
Frá ókendum, fjarskotnum
londum!
Tú bert okkum boð um ein
ljósari dag,
At nú er brátt summar í hon-
dum.
Tjaldur ver vælkomið
til okkum heim…