hósdagur 19. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 19. februar 2009
21
Í dag hyggi eg nærri at hvat
fæst av víni undir hundrað
krónu seðilin frá Avstralia. Eins
og við suðuramerikanskum víni
eru føroyingar rættiliga fegnir
um avstralskt vín. Sløgini eru
oftani kraftmikil og nógv føla,
at tey fáa nógv fyri peningin.
Sløgini frá Southern Creek
hava áður verið ummæld í eldri
ár gangum. Og tað skal ikki
vera nøkur loyna, at ikki hevur
hiln ast nakað serligt. Íðan, vínið
er sera bíligt at keypa. Talan er
um avstralskt vín, sum verður
inn f utt til Danmark sum bulk
í stórum stáltangum og síðani
tappað á føsku í Danmark.
Slík mannagongd við nógvum
liðum loyvir eisini feiri keði
ligum faktorum at gera seg
galdandi. Tað skal ikki nógv til,
at vínið oyðilegst. Tí skal vínið
eisini drekkast beinanvegin
sum tað kemur á marknaðin.
Skal als ikki goymast.
Hóast avstralskir vínmakarir
langt síðani hava lagt á annan
bógv og nú gera vín, ið hava
betri javnvág, eru meira ele
gant og ikki so søtlig og tung
av fatlagring, so er Rawsons’s
Retreat hjá mikla Penfolds tó
dømi um at gamli stílurin livir
enn. Eg ivist ikki í at grund
drúvu til farið hevur verið í lagi,
men arbeiðið í kjallarinum he
vur eftir mínum tykki oyðilagt
vínið. Jú, dygdir eru sanniliga
í víninum. Annars hevði tað
ikki uppiborið tríggjar stjørnur.
Og prísurin er beint yvir miðal,
men slagsíðan er so mikið stór,
at vínið gerst sera troyttandi
at drekka. Allarhægst eitt glas
afturvið mati.
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Southern Creek, Southeastern
Australia, Chardonnay 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr
Avstralia
Ummæli: Ljósur gulur litur.
Lættur og nakað einfaldur
angi av súrepli, peru, sitrus og
ananas. Umframt ein ráka av
viði. Nakað tungur smakkur
av ovbúnaðari frukt, har fat
tónin er dekan og óelegantur.
Ein keðiligur beiskur
broddur. Strævin oljukendur
konsistensur. Óharmoniskt vín.
Kostnaður: Kr. 61,50
Skoðsmál:
Southern Creek, Southe-
astern Australia, Shiraz 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr
Avstralia
Ummæli: Kirsuberreyður
litur. Heitur og kryddaður
angi. Reyð og myrk ber við
kendu Shiraztonunum, kanel,
leður og pipar. Hampuligur
smakkur, tó nakað einfaldur og
súltutoyskendur. Men kitlandi
og fríska bersýran megnar
tó at fáa nøkulunda javnvág
í. Sera rímiligi prísurin bjargar
fjórðu stjørnuni.
Kostnaður: Kr. 61,50
Skoðsmál:
Southern Creek, South-
eastern Australia, Cabernet
Sauvignon 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr
Avstralia
Ummæli: Kirsubersvartur
litur. Kraftmikil angi av sólber
og sjokolátu. Smakkurin er
aftur her í søtara lagi fyri slíkt
reyðvín. Tungt og einfalt, men
kortini ein feril av berfrískleika.
Men ikki meir enn til tríggjar
stjørnur.
Kostnaður: Kr. 61,50
Skoðsmál:
Penfolds Rawsons’s Re-
treat, Southeastern Australia,
Shiraz-Cabernet 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr
Avstralia
Ummæli: Djúpur
kirsubersvartur litur. Sera
kraftmikil og næstan likør
kendur angi av cassis (sólber
likør), sjokolátu og kaffitónum
frá harðari fatlagring.
Smakkurin er sum at fáa
nevan. Søtligt og kryddað langt
yvir mark. Fúl slagsíða. Her
vantar bara brús, so er tað ikki
ókent kola. Hetta slagið av víni
var væl dámt í 1990’unum,
men fólk fest hava nú varnast
at javnvág má vera í.
Kostnaður: Kr. 89,00
Skoðsmál:
Vín Down Under