Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 19. februar 2009 22 Víndrúvuna ella vínberið kenna vit væl at eta sum frískt ber frá drúvutyssi ella ikki at gloyma sum rávøruna til hitt góða vínið. Men turkaðar víndrúvur kenna vit eisini sum væl dám- dur rosinirnar. Rosin er upprunaliga franskt lániorð úr enskum máli. Tey frankofili kenna orðið ’raisin’, ið merkir drúva á fronskum máli. Tað munna ivaleyst vera børni- ni, ið seta størstan prís á rosinir sum leskiligt góðgæti. Men eru rosinir bara rosinir ella finnast fleiri sløg og dygdir? Og er tað sunt hjá børnum at eta rosinir? Nógv sløg av rosinum eru til. Tað veldst m.a. um slagið av víndrúvu. Á okkara leiðum eru tað ivaleyst sólturkaðu Thomp- son Seedless-rosinurnar úr Kalifornia, sum síggjast oftast á handilshillarnar. Men ikki allar rosinur eru sól- turkaðar. Summir framleiðarar nýta eisini sokallaði turkiloft. Fleiri kenna ivaleyst rosin-heitini ’korender’ og ’sultanas’. Ikki minst til bakstur. Hesi sløgini eru ávíkavist lítil og myrk og størri og ljós rosin-sløg. Ko- render hava fingið heitið frá grikska býnum, Korinth, sum í øldir var víðagitin fyri rosin- framleiðslu. Sultana-rosinur hava sín uppruna í Turkalandi. Í ummælinum í dag eru talan um vanligar Thompson Seedless undantikin tann hjá Urtekram, ið er av Sultanas- slagnum. Rosinur verða í dag framleiddar um allan heim, har nógv sól og hiti er. Serliga í oyðimarka- økjum í Kina og Kili eru tey farin at gera meira burturúr rosninu-framleiðslu. Hvussu sunt er tað so at eta rosinur? Fyrst og fremst er rímiligt at staðfesta, at rosinur er tað bera sukur, umleið 60-80 %, av slagnum fruktosa. Likam okkara tørvar sukur, men í avmarkaðum nøgdum og gjarna ikki bara sum raffinerað hvítt sukur (melis). Turkað frukt kann vera skilagott góðgæti at geva børnum, men júst í førinum við rosinir, hava verið ymisk viðurskifti frammi, ið ein eigur at geva ans. Rosinir er sukur. Og enntá av klistruta slagnum. Eins og kara- mellir. Tvs. at tá ið vit eta rosinir leggjast tær væl og leingi mil- lum tennirnar og økir sjálvsagt um vandan fyri hol (caries). Her kann tanntráður hjálpa. Harafturat hava granskarar funnið eitt evni, ið møguliga kann koma fyri í rosinum (eisini tær vistfrøðiligu). Tað er soppa- eiturið ochratoksin A. Hetta evnið tola serliga smábørn illa og tí ávara heilsumyndugleikar um, at børn yngri enn 3 ár, ikki skula eta meira 50 (hálvtrýss) gram av rosinum um vikuna. Hetta er nakað tað sama sum tríggjar av pinku-pakkunum hjá Sun-Maid um vikuna. So tað er ikki nógv, ið børnini kuna leska sær við! Men tað finnast onnur sløg av turkaðari frukt og ikki minst fríska frukt, ið børnini kunna fáa afturat. Ein annar trupulleiki við rosinum er evnið sulfit, sum ídnaðurin brúkar at tilseta fyri haldevnið. Sulfit tolir likmaið ikki ov nógv av. Kanningar hava víst eitt samband millum sulfit og ovurviðkvæmi (allergi) og sulfit og astma-tilburð. Her ber so til at keypa vistfrøðiligar rosinir. Tá er bannað at tilseta sulfit. At enda er tað sokallaða her- daða plantufeittið, ið summir framleiðarar tilseta. So segði hann, tað reina forgift! Eisini kent sum ídnaðar-transfeitt- sýrur. Hetta evnið hevur mannalikamið als onki gagn av. Tvørturímóti. Transfeitt er millum annað eitt av teimum evnunum, ið donsku heilsu- myndugleikarnir arbeiða fyri at fáa bannað í alt ES. Danir hava longu eitt hámark fyri, hvat er loyvt hjá matídnaðinum at nýta av hesum evni, ið kann elva til hjarta-æðra-sjúkur. Trý av rosin-sløgunum í dag nýta tíverri herdað plantufeitt, at rosinurnar ikki skula klistra so illa. Tey eru Food-Line, X-tra og Heinrich Brüning. Annars – aftaná øll hesi fyri- varni - er tað eisini ein sannro- ynd, at rosinir eru kendar sum góð kelda til bæði jarn, kalium og anti-oxidantar. Eg skal aftur gera vart við, at fleiri av rosin-sløgunum fáast í fleiri handlum enn tær nevndu. mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Rosinir SunMaid Vistfrøðilig (Miklagarður) kr. 15,95/125 g (x9) (kr. 127,60/kg) Sevjutar og góðan samansettan smakk, ið er nakað ”ljósari” enn hjá hinum. 4 stjørnur **** First Price (Miklagarður) kr. 9,95/250 g (kr. 39,80/kg) Smakkurin er hampuliga samansettur og rosinurnar eru rímiliga sevjutar. Heinrich Brüning (Miklagarður) kr. 8,95/ 250 g (kr.35,80/kg) Rímiliga sevjumiklar, men sera einfaldur og leiðiligur smakkur. Urtekram Vistfrøðilig (Miklagarður) kr. 23,95/400 g (kr. 59,88/kg) Stórar sultanas. Mjúkar, sev- jutar og samansettur sukur- smakkur. SunMaid (Miklagarður) kr. 12,95/ 250g (kr. 51,80/kg) Mjúkar og rættiligar sevju- miklar. Heilt góður søtligur smakkur. X-tra (FK) kr. 9,95/250 g (kr. 39,80/kg) Turrar og sera einfaldan smakk. COOP (FK) kr. 6,95/250 g (kr. 27,80/kg) Sevjumiklar og sera spennandi og samansettan sukursmakk. Skutin frammanfyri næstbestu. FoodLine (Miklagarður) kr. 8,95/250 g (kr. 35,80/kg) Konsistensurin er í lagi, men søtligi smakkurin er sera ein- faldur.