Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 19. februar 2009 23 bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com Familjulív – uttan kemi Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka Góð frukt ...kemur hvønn mánadag og fríggjadag Góð frukt ...kemur hvønn mánadag og fríggjadag Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525 Vælvera Vit standa eisini fyri móttøkum, brúdleypum og líknandi www.Gourmet.fo Toscana 31 11 09 Matur til einhvønn góma KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM Porta Via 32 11 03 Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum Hvønn dag lesa og hoyra vit um evnir, ið nú eru vorðin van- damikil fyri menniskju. Hetta kunna bæði vera vælkend evni og meira ókend evni. Eitt nú um øll tey tilsetinga- revni, ið matframleiðarar koyra í matin. Øll E-numrini. Summi av hesum eru heilt óskaðilig, meðan onnur eru sera iva- som. Hvussu skula vit skyna á hesum? Vit kunna heldur ikki bara ræðast ølllum við einum E-fornavni. -Er vistfrøðiligur matur sun- nari enn ikki-vistfrøðiligur? -Er nitrit vandamikið? -Og hvussu við hesum azo- litevnunum í góðgæti? Allir hesir spurningar og fleiri kunna svarast í nýggjari bók frá forlagnum Lindhardt & Ring- hof. Tað eru tey bæði, Lene Midtgaard, Cand. Scient. Pol. og Tino Rabe Tønnesen, Cand. Techn. Soc., ið við akademis- kum førleika, greiða frá hvussu modernaða familjan í dag kann liva uttan vandamikla kemi. Og tað er ikki bara maturin, ið verður viðgjørdur í ”Famile uden kemi – guide til en sun- dere hverdag”. Eisini sápur, krem, baby- olja og annað til kroppin fær umrøðu. Og klæðir, innbúgv, leikur og elektroniskir lutir. Alt, ið familjan hevur sam- band við í gerandisdegnum kann innihalda vandamikil evni. Við hesari bókini kanst tú dag- føra tína vitan og taka støðu til øll hesi mál, ið ikki øll eru greið enn. Ein listi er eisini í bókini yvir vørur, ið hava norðurlendska svanamerkið, sum borgar fyri umhvørvis-vinarligar vørur. ”Familie uden kemi – guide til en sundere hverdag”, Lene Midtgaard og Tino Rabe Tøn- nesen, Lindhardt & Ringhof, 218 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 230 í førysku bókhandlu- num.