hósdagur 19. februar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 35 - 19. februar 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
AaB bukaði
Deportivo
Danska meistaraliðið vann
sær framúr útgangsstøði, tá
AaB í gjár hevði vitjan av
Deportivo la Coruna.
Dysturin endaði við 3-0
sigri til donsku meistararnar,
sum spældu ein framúr góðan
dyst, har tað ongan tíð var nak-
ar sum helst ivi um úrslitið.
Deportivo helt tó AaB frá
at skora í fyrra hálvleiki, men
eftir steðgin kom av álvara
hol á. Anders Due bæði legði
AaB á odda og økti til 2-0, og
móti dystarenda gav áhald-
andi trýstið aftur úrslit, tá
málverjin tók beinin undan
púrasta leysa Jeppe Curth.
Tað gav brotsspark, og hetta
setti Michael Jacobsen í netið
til endaligu støðuna, 3-0.
United styrkir
leiðsluna
Manchester United fór fjúrt-
andi ligadystin á rað av vøll-
inum, uttan at mótstøðuliðið
hevði skorað, tá teir í gjár
spældu heimadyst móti Ful-
ham.
Dysturin endaði við 3-0
sigri til ensku meistararnar,
sum við hesum hava lagt seg
fimm stig framman fyri Liver-
pool í oddastríðnum í Premier
League.
Paul Scholes legði Man-
chester United fram um eftir
bara 12 minuttum. Á hálva
tímanum økti Dimitar Berba-
tov, og í seinna hálvleiki økti
Wayne Rooney til 3-0.
Kvinnuland-
sliðið úttikið
Álvur Hansen, landsliðsvenj-
ari, hevur nú gjørt av, hvørjar
spælarar hann tekur við sær,
tá kvinnulandsliðið í fótbólti
fer til Kroatia á venjingarlegu
í døgunum 9. til 17 apríl.
Á ferðini skul føroysku
kvinnurnar royna seg móti
Kroatia, Bosnia-Herzegovina
og Litava, og verður tað við
hesum spælarum: Asta Magn-
ussen, Bjørg Syderbø, Mona
Breckmann, Steintóra Joen-
sen, Simona Heinesen, Olga
Kristina Hansen, Barbara á
Dunga og Hellen Haraldsen,
AB. Rudi Zachariassen og
Mildrid Djurhuus, EB/Streym-
ur. Ragna Patawary, Malene
Josephsen, Rannvá B. Andrea-
sen, Sigrid Jacobsen, Olga F.
Olsen, Ann Olsen, KÍ. Fríðrún
Danielsen og Kirstenbjørg
Frederiksberg, Skála. Monika
Samuelsen, VB/Sumba. Rósa
Magnussen, Heidi Sevdal,
Jeanett Holm og Anna Krist-
ina Joensen, Víkingur. Randi
S. Wardum Valur (Ísl).
-mørk
Venjarar í
Formuladeildini
vátta, at teir ikki hava
fingið sína løn. Hjá
onkrum er talan um
fleiri mánaðarlønir.
Hetta kann hava við
sær, at felagið verður
flutt niður í niðastu
deildina, tí í morgin
skulu øll viðurskifti
vera í lagi. – Eg havi
ikki fingið mína løn,
sigur Heðin Askham,
fyrrverandi venjari
hjá B36
FíggjarviðurskiFti
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í seinasta lagi í morgin,
skulu øll feløg í Formula-
deildini vátta fyri Fótbólts-
sambandinum, at øll fíggjar-
lig viðurskifti viðvíkjandi
leikarum við FSF-góðkend-
um sáttmála eru í ordan.
Eisini
venjararnir
skulu
góðkennast.
Sosialurin hevur verið í
samband við Heðin Ask-
ham, Jóhan Nielsen og John
Petersen, ið allir eru fyrr-
verandi venjarar í Formula-
deildini.
B36
Sum skilst, er B36 eitt fel-
ag, sum kann fáa trupulleik-
ar av hesum kanningunum
hjá Fótbóltssambandinum.
- Eg havi ikki fingið mína
løn, og eg havi ikki svarað
hasum brævinum enn. Vit
tosa saman í løtuni, og eg
eri semjusøkjandi, sigur
Heðin Askham. Sum skilst
hevur hann ikki fingið løn í
fleiri mánaðir.
Kristjan á Neystabø er
hinvegin sannførdur um, at
niðurflyting ikki kemur upp
á tal hjá B36.
- Alt er í lagi. Og tá vit
svara hasum frá FSF, so
verður tað ongin trupulleiki,
sigur formaðurin í B36.
Hann leggur stóran dent á,
at tað er hundrað prosent
víst, at alt er komið upp á
pláss í morgin.
Um Kristjan á Neystabø
hevur rætt, so er ongin
trupulleiki. Men verður alt
ikki greitt í morgin, so skal
loyvisnevndin hjá Fótbólts-
sambandinum avgera, hvørt
B36 skal spæla i formula-
deildini í 2009, ella um teir
skulu hava somu lagnu,
sum nógv útlendsk lið hava
havt, og tískil skulu spæla
ímóti B71, VB/Sumba, TB
og Skála við besta liðnum
komandi ár.
Men tað er greitt, at í dag
eru gjaldingarnar hjá B36
ikki, sum tær áttu at verið.
- Tað var ikki árið í ár,
sum skilja meg og B36. Tað
hava alla tíðina verið viður-
skifti í samband við kontr-
aktina í fjør, ið eru trupul-
leikin, sigur Heðin Ask-
ham.
NSÍ
Eisini í Runavík eru ógreið
viðurskifti viðvíkjandi sátt-
málanum hjá Jóhan Niel-
sen.
- Eg havi ikki fingið alla
lønina, men tað skal nokk
fara at laga seg, sigur Jóhan
Nielsen, fyrrverandi venjari
hjá NSÍ. Hann vísir tó á, at
lønarviðurskiftini ikki eru
høvuðsorsøkin til, at hann
ikki longur er venjari í fel-
agnum, men at vantandi
løn, sjálvandi minkar um
hugin.
- Fyri 2008 hava allir
fingið sínar lønir, sigur
Andrias Lamhauge, formað-
ur í NSÍ. Hann leggur aftur-
at, at tað seinasta kemur
upp á pláss í dag. Hann við-
gongur tó, at tað eru leik-
arar, ið ikki hava fingið alla
sína løn til tíðina.
Hinvegin er hann positiv-
ur í fíggjarligu støðuna fyri
2009.
- Vit hava spart 37 prosent
av rakstrinum í felagnum.
Hetta mugu vit gera fyri at
koma aftur til eina sunna
gongd í felagnum, tí vit
høvdu eitt lítið hall í fjør,
sigur formaðurin í NSÍ.
Skála
Felagið á Skála er longu
flutt niður í 1.deild. Men
eisini har skilst, at okkurt er
áfatt viðvíkjandi lønunum.
- Eg havi ikki fingið eitt
tílíkt bræv, tí sáttmálin hjá
mær hevði onki við FSF at
gera, sigur John Petersen.
Hann vil ikki tosa um, um
hann hevur fingið alla sína
løn, men sigur seg skilja, at
tað ikki altíð er eins lætt
gjalda lønirnar til tíðina.
- Tú fært meg ikki at siga,
at eg ikki havi fingið mína
løn, staðfestir John Petersen,
men tað vátta formaðurin í
felagnum.
- Vit hava goldið hvørjum
sítt, men vit eru ikki lidnir
at gjalda øllum, og tað kem-
ur upp á pláss, sigur Hans
Jákup Andreasen, formaður
hjá Skála. Hann leggur aft-
urat, at tað sera trupult at
reka eitt fótbóltsfelag í dag.
At hetta kemur at merkja,
at ongin fær løn á Skála í
ár, og at miðalaldurin á leik-
arunum er 18 ár.
Úrslitið
Í morgin skulu øll skjølini
vera í lagi. Verða tey ikki
tað, so skal loyvisnevndin
hjá FSF avgera, um felagið
skal halda fram í formula-
deildini.
- Hetta eru krøv frá
UEFA. Í fjør var alt í lagið,
og eg gangi útfrá, at alt
kemur í rættlag í ár eisini,
sigur Fríði Nielsen, vara-
skrivari í Fótbóltssamband-
inum. Hann leggur afturat,
at verður tað ikki í lagið við
leikarasáttmálunum í morg-
in, so er greitt, at liðið er í
stórum vanda fyri niðurflyt-
ing. Er hinvegin talan um
venjararnar, so verður tað
upp til loyvisnevndina at
avgera hvat hendir.
Hóast
Sosialurin
bert
hevur verið í samband við
trý feløg, merkir hetta ikki,
at ongin annar er í vanda.
Formulalið í vanda fyri
tvangsniðurflyting
Sosialurin hevur verið í samband við tríggjar fyrrverandi formuladeildarvenjarar. Í øllum førunum verður váttað, at teir ikki hava fingið alla sína løn