hósdagur 19. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 35 - 19. februar 2009
Illgitingar og misskilj
ingar grugga málið um
tey trý búfólkini, sum um
hálvantriðja mánað
ætlandi verða flutt í
annað sambýlið at búgva.
Nærverk hevur leikt við
opnum kortum og einki
hevur verið dult í
tilgongdini, sum enn má
sigast at vera á einum
byrjanarstigi
Stór orrusta hevur tikið seg
upp í samband við mál, har
tríggir brúkarar í serforsorg
ini ætlandi verða fluttir á
annan stovn tann 1. mai.
Fjølmiðlar, politikarar og
fakfelagsformenn hava
serliga funnist at tilgongd
ini í málinum, og róð hevur
verið framundir, at avgerð
irnar eru tiknar á svartastu
nátt og tilvitað lagt soleiðis
til rættis, at eingin skuldi
vita av nøkrum.
Hesum vil eg staðiliga
vísa aftur. Fyri tað fyrsta
verður flytingin ikki framd
fyrr enn 1. mei, so enn eru
vit í einari skipaðari til
gongd, sum skal tryggja, at
skiftið verður gjørt so
smidligt, sum yvirhøvur
møguligt. Tað er tí ikki
rætt, sum onkur hevur bent
á, at starvsfólkini í Pæturs
gøtu fingu boðini seint.
Tey fingu boðini fyri um
leið trimum vikum síðani,
og tað er væl at merkja
tríggjar mánaðir áðrenn
sjálv flytingin fer fram.
Brúkarar og avvarðandi
vóru kunnaði í seinastu
viku – hálvantriðja mánað
áðrenn brúkararnir eftir
ætlan skulu flyta. At fram
standandi fakfelagsfor
maður áhaldandi bendir á,
at talan er um “tystys
strategiir” er í mínum
hugaheimi sera óheppi og
ókonstruktivt, tí tað elvir
bert til ótryggleika millum
brúkarar og avvarðandi.
Málið í stuttum
Málið kann í stuttum lýsast
soleiðis: Vegna rationali
seringar eru ætlanir um at
leggja tveir bústovnar und
ir Nærverkinum saman í
ein bústovn frá 1. mai.
Hetta merkir, at bústovn
urin í Pætursgøtu, sum
hevur havt tríggjar brúk
arar, verður niðurlagdur.
Trý av føstu starvsfólkun
um fylgja við brúkarunum
á nýggja bústovnin fyri at
tryggja, at serkunnleikin
ikki verður burtur. Nýggi
bústovnurin er í trimum
hæddum, og hølini verða
innrættaði við atliti til, at
teir íalt seks brúkararnir
kunnu búleikast saman,
men eisini hvør sær, um
tørvur verður á tí. Hetta er
alt lagt til rættis í tøttum
samstarvi við starvsfólkini
á bústovnunum báðum.
Í heila tikið hevur leiðsl
an í Nærverk og í Trivnað
artænastuni gjørt sera nógv
burturúr at fyrireika flyt
ingina og gera tilgongdina
so smidliga sum gjørligt.
Og tað er at gera teimum
órætt, at siga, at avvarðandi
partar ikki eru kunnaðir í
tilgongdini. Fyri at sláa
hetta fast við sjeytumma
seymi endurgevi eg niðan
fyri eina frágreiðing, sum
Nærverkið hevur latið mær
um málið.
Fakta
Tann 22. januar hevur
Nærverki fund við felagið
Javna um sparingar og eina
viku seinni, tann 29. jan
uar, verður sama evnið
høvuðstema á fundi við
Føroya Pedagogfelag. Har
verður m.a. greitt frá, at
ein stovnur við trimum
búfólkum verður niður
lagdur, og at tey verða flutt
í onnur sambýli. Hetta
verður gjørt, tí tað kemur
at raka so fáar brúkarar,
sum møguligt. Hetta var
ein almenn kunning, har
nøvn á stovnum ikki vóru
nevnd. Pedagogfelagið var
eisini kunnað um onnur
sparitiltøk.
Tann 26. januar verða
leiðarin og varaleiðarin í
Pætursgøtu kunnað um
ætlaðu niðurlegging av
Pætursgøtu. Dagin eftir
verða leiðararnir í Trivn
aðartænastuni kunnaðir á
leiðarafundi um, at spar
ingar verða framdar. 28.
januar verða starvsfólkini í
Pætursgøtu kunnað um, at
virksemi í Pætursgøtu
verður niðurlagt.
10. februar er fyrireik
andi fundur millum Nær
verk og varaleiðara í Pæt
ursgøtu og leiðara í nýggja
bústovninum, um ymisk
viðurskifti í samband við
flytingina.
12. februar hevur Nær
verk fund við starvsfólk og
leiðarar á teimum báðum
bústovnunum, ið skulu
leggjast saman, um til
gongdina í samband við
ætlaðu flytingina. Her und
ir um kunning til búfólk og
avvarðandi. Seinni vóru
starvsfólkini og hugdu eftir
umstøðunum í nýggja
bústovninum.
13. februar kunnaðu
varaleiðari og starvsfólkini
í Pætursgøtu búfólk og
avvarðandi um ætlaðu
flytingina
Í dag, 18. februar, fara
starvsfólk í Pætursgøtu at
hyggja nærri eftir umstøð
unum. Eftir tað verður
avrátt, hvussu tilgongdin
við búfólkunum og teirra
avvarðandi skal fara fram.
Nei – tað er ikki eg, ið sigi ósatt
landsstýriskvinna í
almannamálum
Rósa
samuelsen
Læs grein í Sosialinum
um, at verður hugskotið,
sum fiskivinnumálaráðið
arbeiðir við ført út í lívið,
so verða umsitingarnar hjá
Tjaldrinum og Magnusi
Heinasyni fluttar til Suður
oyar og lagdar saman við
Strandferðsluni.
Tað næsta, sum kemur
fram í fjølmiðlunum er, at
ein annar almennur stovnur
(brúkaraumboð) skal setast
á stovn í Suðuroynni. Eg
unni væl suðringum henda
stovn, tí støðan í Suðuroy
er ikki góð.
Landsstýrismenninir
Jacob Vestergaard og Jóhan
Dahl skulu hava rós fyri, at
teir kempa fyri oynni, sum
stóð saman um at velja teir
á ting.
Men tá tað so er sagt,
vænti eg samstundis, at
okkara politisku umboð,
sum klaksvíkingar saman
við norðoyingum stóðu
saman um at velja á ting,
eisini kempa fyri, at Klaks
víkin skal verða ein fram
tíðar býur við nógvum
møguleikum.
Júst vaktar og bjarg
ingartænastan er dømi um
ein stovn, sum náttúrliga
hoyrir heima í Klaksvík.
Eftir mínum tykki skal alt
tað, sum hevur nakað við
sjó og fiskivinnu at gera,
og eisini útbúgvingar innan
hetta øki, flytast til
Klaksvíkar.
Eg vil enn einaferð
spyrja rætta viðkomandi,
hví onki hendir við trygd
armiðstøðini í Klaksvík.
Fyri nøkrum árum síðani
valdi Klaksvíkin ikki at
bjóða seg fram sum olju
útgerðarhavn, tí vit valdu
at satsa upp á sjó og fiski
vinnuna. Táverandi býráð
valdi ikki at kappast við
Runavík, Tvøroyri og
Tórshavn um hetta.
Innan skúlaøkið eru
serdeilis nógvir møguleikar
í Klaksvíkini. Vit hava ein
vælútbygdan Tekniska
Skúla. Og við nakað av
nýgerð kunnu vit hýsa
øllum tekniskum útbúgv
ingum í Føroyum á einum
tekniskum depli.
Og her hugsi eg serliga
um úttalilsi hjá Helenu
Dam á Neystabø um, at nú
vegakervið er útbygt í
Føroyum so nógv og fyri
so høgar upphæddir hesi
mongu seinastu árini, at
tíðin var komin har til, at
vit ikki skulu hava dupult
funktiónir. Og júst hettar er
ein gyltur møguleiki at
hava allar tær teknisku
útbúgvingarnar undir
einum taki í Klaksvík.
Í kjalavørrinum av
javnstøðupolitikkinum havi
eg hug at varpa ljós á javn
støðuna oyggjanna millum.
Um sentraliseringin heldur
fram í sama líki, sum hesi
seinastu mongu árini,
verður endin tann, at tað
bert verða havnarfólk, sum
fáa familjuna/børnini aftur
til sín heimbý eftir lokna
útbúgving í øðrum lond
um, av tí einklu orsøk, at
onki arbeiði er til útbúnu
fólkini uttan fyri Havnina.
Tíðin er komin hartil nú,
at landspolitikarnir eru
noyddir til at melda út,
hvat teir vilja við Klaks
víkini. Skal Klaksvíkin
verða ein blomstrandi býur
við møguleikum, ella skal
sentraliseringin halda fram.
Løtan er komin hartil, at
tað hastar at gera íløgur í
býin. Eftir at Kósavirkið
varð latið aftur, eru 200
250 fólk í býnum vorðin
arbeiðsleys. Handlar og
aðrar vinnur í býnum rópa
varskó, tí kundaskarin er
so nógv minkaður. Fleiri
arbeiðsfólk eru send heim
á ymsum arbeiðsplássum,
tí ringvirkningurin er
vorðin so stórur. Her má
og skal okkurt gerast.
Skulu funktiónir, sum náttúrliga hoyra heima
í Klaksvík nú flytast til Suðuroyar?
býráðslimur í
Klaksvík
elsebeth
GunnleyGs
dóttuR
hansen
Eftir at ein hevur lisið og
hoyrt um bústovnin í
Pætursgøtu 3, ivast ein í
førleikanum hjá teimum,
sum koma við tilmælinum
frá Nærverkinum.
Um ein kom við einum
tilmæli um at flyta løg
mansskrivstovuna í frams
leiðsluhølið hjá Føroya
Fiskavirking, tí har er pláss
fyri tí, ella um ein kom við
einum tilmæli um at lata
neyt ganga í fólkaskúlan
um, høvdu tey verði
kveistrað burtur.
Hesi tilmæli høvdu yvir
høvur ikki verið viðgjørd.
Tí tey eru ikki seriøs.
Líka lítið seriøst er til
mælið um at niðurleggja
stovnin í Pætursgøtu 3 og
lata búfólkini har búgva á
stovni saman við evna
veikum fólki. Hvat hava
fólk við Aspergers synd
romi felags við evnaveik
um fólki?
Onki.
Hettar vísir bert á mangl
andi fakliga vitan hjá teim
um, sum eru komin við
tilmælinum frá Nærverki
num. Har er tað onkur sum
hevur uppiborið eina nøs.
Ella eina sigar.
Eg eri ikki í móti spar
ingum og at trimma um
sitingina, men lat allar
broytingar byggja á fakliga
undirbygdar grundgeving
ar, ikki bert fíggjarligar
grundgevingar.
Lat endamálið við einari
broyting verða eitt betri
tilboð til brúkaran. Um ein
so eisini kann spara pengar
í hesari tilgongd, er tað ein
vinn vinn støða.
Hvar er tann fakliga vitanin í málinum um bústovnin í Pætursgøtu 3
PætuR
niclasen
viðmerkingar
Tað er rætt, at Føroya peda
gogfelag hevði ein fund við
Trivnaðartænastuna um
ætlaðu sparingarnar. Greitt
var frá, at onkur stovnur
skuldi niðurleggjast og at
okkurt virksemi bleiv
broytt. Starvsfólk og leiðsla
á stovninum eru vorðin
kunnaði um avgerðina, men
ikki hoyrd – og tað er ein
stórur munur á hesum fyri
brygdum, at verða hoyrdur
og verða kunnaður.
Viðvíkjandi einari hoyr
ing, so skal ein slík hoyr
ing tryggja:
• at persónurin ella
felagið, sum hoyrt verður,
fær ítøkjuliga at vita hvørja
avgerð myndugleikin ætlar
at taka,
• at persónurin/felagið,
sum hoyrt verður fær høvi
at koma við sínum við
merkingum áðrenn nøkur
avgerð verður tikin.
• at viðmerkingarnar hjá
hoyrda persóninum/felagn
um verður ein partur av
avgerðargrundarlagnum
hjá myndugleikanum.
Hendan hoyring kann so
verða við til at broyta avgerð
ina hjá tí parti, sum ætlar at
fremja avgerðina í verki.
At kunna starvsfólk um
eina avgerð er so nakað
heilt annað. Tá er avgerðin
tikin og hon stendur ikki til
at vika.
At Trivnaðartænastan
eisini hevur fingið spari
knívin at merkja, fekk Før
oya pedagogfelag eisini at
vita beinanvegin, men
felagið var ikki við í til
gongdini um hvussu spar
ingarnar fóru at verða
framdar. Hetta er tað, eg
havi at finnast at. Um
starvsfólk og felag vóru
við í hesari hoyringsgongd
ini, hevði úrslitið óivað
verið øðrvísi – allir partar
høvdu verið hoyrdir og
ikki bert kunnaðir.
Er tað soleiðis almennu
myndugleikarnir velja at
fremja sparingar í verki?
Aftursvar til Rósu Samuelsen: Kunnaði – men ikki hoyrd
Formaður í Føroya
pedagogfelag
JaRvin
FeilbeRG
hansen