hósdagur 19. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2009
27
Foreldur Ingu vóru Johan
Henrik Dam (1805-1884),
av
Oyrareingjum,
og
Johanna
Fredrikka,
f.
Reinert (1815-1868), úr
Kaldbak. Tey giftust í 1838
og tóku í fýratiárunum við
sum uppsitarar á Fúta-
garðinum í Hoyvík. Í 1868
gevast tey sum uppsitarar.
Eftir at Johanna er deyð,
flytur Johan Henrik við
húski oman til Havnar.
Johan Henrik arbeiddi síðan
eitt skifti í Kirkjubø.
Inga varð fødd í Hoyvík
27. august 1851 og var um
17 ára gomul, tá ið flutt
varð oman til Havnar.
Í Havnini hittir Inga Jens
Paula
Jacobsen
(1854-
1883), ið var ættaður av
Húsum í Havn. Foreldur
hansara vóru Anna Christina
Jacobsdatter (1815-1882),
úr Kaldbak, og Jógvan
Jacobsen (1804-1874), son-
ur bóndans á Húsagarði. Tað
rann saman millum Ingu og
Jens Paula, og tey giftust í
Havnar kirkju í 1876.
Á Húsagarði stóðu í øldir
bóndahúsini sum ein mið-
depil við hinum húsunum
rundanum. Har búðu mong
av ættarfólki bóndans – eitt
nú foreldur Jens Paula,
Anna Christina og Jógvan.
Eftir at Inga og Jens Pauli
vóru gift, búsettust tey í
øðrum endanum av hesum
húsum, og bróðir Jens
Paula,
Jákup
og
kona
hansara Anna, búsettust í
hinum endanum. Jákup og
Anna vóru foreldur Jørgin
á Áarvegnum. Húsini eru
tey, sum standa oman á
handilsbygninginum,
har
Marstein-brøðurnir
handlaðu, og har handilin
17 á Áarvegnum var.
Jógvan, verfaðir Ingu,
var timburmaður, traðar-
maður og útróðrarmaður.
Trøðna fekk hann frá pápa
sínum burtur av eystara
húsagarðsfesti. Trøðin var,
har bilstøðin Auto og húsini
í Lucas Debesargøtu og
Tungugøtu eru. Minnið um
henda Jógvan er varðveitt í
Grindavísuni, har Pløyen
kvøður um “Gamle Jógvan
den Havnemand”.
Vanlukkan í
Nólsoyarfirði
Inga og Jens Pauli fingu
tvær
døtur,
Johonnu
Christinu (1877-1954) og
Christinu (1881-1981). Ikki
untist Ingu og Jens Paula
drúgt hjúnalag.
Tann 12. oktober í 1883
fóru Jens Pauli, Sámal í
Dali og Mouritsi Rubeksen
til útróðrar. Sámal og Jens
Pauli komu ikki aftur.
Dimmalætting skrivar so-
leiðis um hendingina:
Forulykket Baad
I Gaar Middag er en
Firemandsfarer fra Thors-
havn forulykket i Nolsø-
fjorden, ved at en stor Sø
fyldte Baaden under Sejl-
adsen hjemad fra Fiskeri,
skjønt Sejlet i Tide var blev-
et strøget. Uagtet det lykk-
edes de tre Mænd, der ud-
gjorde Baadens Besætning,
tre Gange at komme op paa
Kjølen, blev dog kun en
Mand reddet af en fra
Thorshavn tililende Baad.
De forulykkede vare Jens
Pauli Jacobsen, der efter-
lader sig Enke og to smaa
Børn, og Samuel Olsen
Dahl. Den reddede var
Mourits Rubeksen, der med
Livsfare gjorde alt, hvad
han formaaede, for at redde
sine Kammerater.”
Jens Pauli gjørdist sostatt
29 ára gamal. Sámal í Dali,
ið var 16 ára gamal, var
bróðir
Niels
Flemming
Olsen – Niels í Dali.
Mourits Rubeksen, ið var
14 ár um hetta mundið, var
pápi
Rubek,
Hendrik,
Christian Martin og Jens
Petur – Pedda Post, allir
kendir havnarmenn.
Jákup á Lava, ið var jek-
ari ella politistur á skans-
anum, sá tilburðin av Skans-
anum, mannaði Politistin
og fekk bjargað Mouritsi.
Bróðir Jens Paula, Jákup,
ið lá sjúkur, doyði tríggjar
dagar seinni – stutt eftir at
hava fingið deyðsboðini av
Jens Paula, og sostatt sótu
tvær einkjur undir lonini.
Jákup Lindenskov sigur
frá, at hann sum smádrongur
mangan var inni á Meiar-
ínum, har pápi hansara,
Edvard
Lindenskov,
arbeiddi. Hetta var í fjøru-
tiárunum. Eldri havnamenn
plagdu at stytta sær stundir
í fýrrúminum. Ein teirra,
sum kom inn ein yrkadag,
Jákup var har, var Mourits
Rubeksen. “Mourits er í
pussinum í dag,” heldur
Edvard fyri. “Ja,” svarar
Mourits, “henda dag haldi
eg til minnis um, tá ið eg
einsamallur sat eftir á kjøli
og varð bjargaður.”
Mourits
vitjaði
Ingu
hvønn 12. oktober, so leingi
Inga livdi. Mourits var
føddur í 1869 og andaðist í
1946.
Lat seg ikki taka av
fótum
Inga var sterk kvinna og lat
seg ikki taka av fótum, eftir
at Jens Pauli var farin. Hon
fekk góða hjálp frá vinum og
skyldfólkum og fór at seyma
fyri fólk og handlar. Har-
afturat bað beiggi hennara,
Jens Dam, skipari og segl-
makari, hana um at hjálpa
sær at seyma segl. Jens er
fyrr umrøddur í hesi røð.
Jens Pauli og Inga fingu
sunnara part av trøðni hjá
Jógvani, verfaðir Ingu, til
ognar, men seldu hana til
gamla Müller, stutt áðrenn
Jens Pauli sjólætst. Nú kom
hetta Ingu illa við, men
skyldmaður
Jens
Paula,
Júst bóndi á Húsum, heitti á
gamla Müller um at selja
Ingu trøðna aftur, nú hon
var vorðin einkja. Hann
eftirlíkaði, og trøðin gjørdist
gott íkast hjá Ingu og
døtrum hennara. Hetta er
enn ein váttan um, at H. C.
Müller, umrøddur í seinasta
parti av hesi røð, var ein
merkismaður.
Í 1907 bygdi Inga sær
hús uppi á trøðni og flutti
av Húsum. Farið var í
grannahúsini at biðja far-
væl, áðrenn hon og døturnar
báðar fluttu so ovarlaga í
býin at búgva!
Tíðliga í 1890-árunum
fingu Inga og døtur hennara
tilknýti
til
samkomuna,
sum savnaðist í Sloans sali.
Eldra dóttir Jens Paula og
Ingu, Hanna, giftist Arthur
Brend, ið kom úr Onglandi
til Føroya í 1899. Yngra
dóttirin, Christina, giftist
Jens av Reyni. Hjúnini
tvinni vórðu vígd í Ting-
húsinum sama dag, tann 16.
apríl 1912. Hanna og Brend
vóru barnleys. Tey vórðu
seinni fráskild, og Brend
giftist aftur og fekk eftir-
komarar. Christina og Jens
fingu tríggjar synir: Jens
Paula, Sigird og Ingálv.
Inga seldi trøðna – Ingu-
trøð kallað – til kommununa
til útstykkingar o.u. 1922.
Christina og Jens av Reyni
bygdu sær hús á trøðni júst
oman fyri, har bilstøðin
Auto nú er. Seinastu ár síni
búði Inga hjá teimum. Har
andaðist
hon
tann
16.
november 1944, 93 ára
gomul. Tá hevði hon verið
einkja í 61 ár.
Inga er grivin millum D.
J.
Danielsen,
Missioner
Danielsen, og vermammu
hansara Katrinu Nicholson.
Grøvin hevur uttan iva
verið ætlað Linu, konu
Dánjals, men av tí at Lina
varð grivin í Leith í 1937,
var tøka grøvin latin Ingu,
ið var skyldkona Missioner
Danielsen. Mamma hans-
ara, Sigga á Kamarinum,
og Inga vóru systkinabørn.
Keldur:
Dimmalætting, 20. oktober 1883
N. J. Arge – Bankabókin 1983,
Árni av Reyni.
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Inga sum legði navn
til Ingutrøð
Nógv hava hoyrt um Ingutrøð. Vit hava her áhugaverdu søguna um Ingu Onnu Mariu Jacobsen, f.
Dam, sum legði navn til trøðna
Komandi partur
Í komandi parti verður
enn ein frásøgn um
Michael Michelsen,
danska læraran við
realskúlin. Tá hava vit
mynd av hansara grøv,
sum hon sá út í 1911
INGER A. M. JACOBSEN
F. DAM
F. 27.8.1851
D. 16.11.1944
Hjúnini Inga Anna Maria Jacobsen f. Dam (1851-1944), úr
Hoyvík og Jens Pauli Jacobsen (1854-1883) av Húsum í Havn
saman við døtrum teirra Johanna Christina Jacobsen (1877-
1954) og Christina av Reyni. Myndin er tikin í 1882 ella 1883,
beint áðrenn Jens Pauli sjólótst í Nólsoyarfirði
Christina av Reyni (vinstrumegin) og Johanna Christina
Jacobsen, døtur Ingu og Jens Paula Jacobsen
Inga á ellisárum. Aftanfyri
myndina stendur: “Hettar
bílætið av míni KÆRU
OMMU fekk eg mánadagin
21. november 1938.
I. av Reyni.”
Ingálvur fór til Danmarkar
tá, og hann sá ikki ommuna
aftur