fríggjadagur 20. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 36 - 20. februar 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Europa avgerð í
hesum skeiði
Vitjan uttanríkisráðharrans var sera áhugaverd,
og mørk vórðu flutt í málinum um marknaðar-
tilknýti Føroya. Neyvan heilt av tilvild fall almanna-
kunngerðin av niðurstøðum Spiermans saman við
vitjanini hjá Per Stig Møller. Spiermann tók ein
part av myndini frá báðum uttanríkisráðharrum.
Taka vit Spierman fyrst, so sigur hann ikki annað
enn tað, føroyskir løgfrøðiligir serfrøðingar hava
sagt leingi, nevniliga, at okkara uttanríkispolitisku
viðurskifti, snúgva seg meira um politikk enn um
løgfrøði. Hetta merkir, at tað, sum løgfrøðingar
hjá donsku stjórnini í dag meta sum stríðandi móti
ríkisins felags grundlóg, ber til at fremja um fimm
ella tíggju ár.
Hetta er sostatt meira politikkur enn jura og
hjá tí, sum hevur fylgt við felags donsk-føroysku
søguni seinastu fimti árini, gongur sjón fyri søgn.
Besta dømið er undirgrundarmálið. Hetta merkir
í stuttum, at er politiskur vilji í danskari stjórn at
ganga føroyskum ynskjum á møti, ja, so verður
okkum gingið á móti. Hetta er ein tilgongd,
sum tekur tíð, men tilgongdin endar vanliga, at
føroyingar fáa sín vilja so ella so. Ein kann so gita
um donsk motiv, men tað er ikki so áhugavert, tað
hevur helst okkurt við ríkisfelagsskapin at gera,
og tá er einhvør donsk stjórn til reiðar at lata jura
víkja fyri politikki. Hetta var tað Atli Dam, sáli, skilti
og tvíhelt um, og fastatøkur hansara tryggjaðu
Føroyum við góðari hjálp frá framúrskarandi
føroyskum løgfrøðingum og ráðgevum, rættin
til undirgrundina. Tað, sum tá, bert fá ár
frammanundan, varð hildið løgfrøðiliga púra
ógjørligt, var, tá samanum kom, politiskt møguligt.
Á tíðindafundinum í gjár hjá báðum uttanríkisráð-
harrum var júst henda søguliga tulking, at tað
ber til at fáa ta skipan, ið vit ynskja, havd á lofti.
Eisini her gekk sjón fyri søgn. Tá Per Stig Møller
varð konfronteraður við hesi sjónarmið, so var svar
hansara, at vóru hesi sjónarmið á borðinum, so fór
stjórnin sjalvsagt at kanna tey og fyrihalda seg til
teirra. Hetta eru nýggir tónar og ráðharrin, sum
sjálvsagt fammanundan hevur kent til sjónarmiðini,
var týðuliga fyrireikaður til spurningin og svar
hansara var tað, ið føroyingar ynsktu at hoyra. Var
stjórnin ikki sinnað at flyta seg, so hevði danski
uttanríkisráðharrin uttan víðari og blankt víst
hesum møguleikum aftur. Tað tykist sostatt, sum
allar fortreytir nú eru til staðar fyri, at Føroyar
kunnu fáa tað marknaðartilknýti til Europa, sum
vit ynskja. So nú mugu og skulu vit gera upp við
okkum sjálvi og finna út av, hvat tað er, ið vit vilja
við Europapolitikkinum. Skulu vit fylgja EFTA kósini?
Skulu vit so ella so fara beinleiðis upp í ES? Skulu
vit bert royna at fáa eina nógv betri fríhandilsavtalu
við ES, sum í roynd og veru er ein EBS skipan, ella
skulu vit royna eitthvørt heilt fjórða ella fimta? Tað
er hetta ein sokallað skjóttarbeiðandi nevnd skal
gera tilmæli um. Vit hava drálað alt ov leingi við
avgerð í hesum máli, so nevndin má skunda sær, so
vit kunnu fáa eina avgerð í hesum valskeiði.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Nú frættist, at SpariRósan
av álvara er farin at gera
um seg innan trivnaðar
økið, og at tornirnar í
fyrsta umfari fara skræð
andi og oyðileggjandi eftir
Sambýlinum í Pætursgøtu.
Her gekk ein og helt, at
»ejendommens ret er
ukrænkelig«, men sjálv
andi er hettar jú ikki gald
andi fyri Sambýlir og líkn
andi stovnar, ið jú eru pen
ingur beint út av
kassanum.
Hetta eru jú bara nøkur
menniskju, ið av náði frá tí
almenna, búgva til leigu í
nøkrum tilvildarligum set
húsum, og sum jú skulu
finna seg í teimum lótum og
ólótum, ið vit sokallaðu
normalu tíma at bjóða
teimum.
Ein kann ikki lata verða
við at hugsa, um vit munnu
verða á veg inn í eina skilji
skipan, har ið fyrsta og ann
að floks borgarar blíva skildir
sundur og viðfarnir hareftir.
Vóni, at tit fólkavaldu
eru greið yvir, at tað eru
sárbarar mannalagnur, ið
tit hava liggjandi í tykkara
kabalu, og at tit seta ser
stovnaøkið, og starvsfólk
ið, ið har starvast, fleiri
ljósár aftur í tíðina, vit
teimum sokallaðu sparing
um, ið tit ganda runt við.
Tey avvarðandi tími eg
slettis ikki at nevna; tey
hava, eftir øllum at døma,
stríðst til fánýtis fyri tey, ið
ikki orka at stríðast sjálvi.
Og hvat hundan, tað er jú
passaliga lang tíð til næsta
val, og tá hava fólk nokk
gloymt, at tað var ein hend
ing við nøkrum snedigum
fólkum uppi í Hoyvíkshag
anum, ið blivu grýtt út úr tí,
ið tey hildu verða sítt heim,
men sum tíverri bert vísti
seg at verða eitt hús í einum
Matadorspæli. Í Matador
kann ein, sum øllum kunn
ugt, jú handla og manerera,
sum einum lystir, uttan, at
tað fær nakrar serligar
avleiðingar.
E.S.
Bleyt virðir; tey veiku í
samfelagaðnum; fata
morgana.
Sigst, at vit øll eru líka
fyri lógini, men summi eru
nú einaferð meira líka enn
onnur; eisini í 2009.
Sparing eftir r...
Norðskáli
MIcHAEL
DALBø
Loysnin: Tann frægasti
hátturin at minka hallið,
hevði verið at hækka
ríkisveitingina aftur til
støðið í 2001 og prístals
regulera hesa. Tí orsøkin
til hallið er skerjanin av
veitingini! Eisini er
neyðugt at tryggja at henda
veiting fer til tænastur, ið
hon er ætlað til.
Um ríkisveitingin skuldi
verið skerd, kundi leisturin,
ið er avtalaður í samgongu
skjalinum verið nýttur.
Tað hevði, saman við
góðari búskaparstýring,
tryggjað vælferðarsam
felagið Føroyar.
Neyvan nakar føroy
ingur ivast í, at størsta
orsøkin til hallið á fíggjar
lógini uppá 500700 milli
ónir árliga er fullveldis
politikkurin í serliga H.
Hoydal er pápi at.
Ongin umbering.
Men enn havi eg tíverri
ikki sæð ella hoyrt hann
biðið Føroya Fólk um
umbering fyri hallið.
Tvørturímóti so rennur
hann undan allari ábyrgd.
Samstundis sum øll onnur
og serliga Sambandsflokk
urin fáa ákoyringarnar
Ósannindi
Í eini grein av H:H. um at
”blokkurin blokerar
ábyrgd” herfyri, er at kalla
ongin setningur sannur.
Greinin er, frá enda til
annan, ein roynd at renna
undan ábyrgd. Sambært
Høgna Hoydal so eru øll
frambrot í Føroyum hend
orsaka av, at hann sat í
landstýrinum frá 1998 til
2003. Og smb. honum, so
er høvuðsorsøkin til fíggj
arligu trupulleikarnar í
Føroyum serliga ein skatta
lætti, ið varð givin av ABC
samgonguni, ið kostaði
minst 372 milliónir krón
ur(smb H.H.). Men sera
undarligt, at H. Hoydal
ikki nevnir, at fullveldis
samgongan eisini gav
skattalættar, ið sjálvandi
eisini ”kostaðu” um ein
skal nýta tað orðavalið.
Men tað hevur hann
kanska ”gloymt”
Allir búskaparfrøðingar
eg havi tosa við siga, at tað
var rætt at geva skattalætt
an hjá ABC tey fyrstu ár
ini, meira ivasamt við 4.
árinum.
Eitt annað, sum undrar
er, at hesar 372 milliónir
nar í skattalætta, ið oyðil
eggja so nógv smb HH,
liggja mistonkiliga tætt við
tær 366,4 milliónir krón
urnar árliga í fullveldis
samgongan framdi í høvda
leysum blokkniðurskurði.
Hvussu góður blokk
niðurskurðurin var, tað
síggja øll nú. Kanska sær
formaður Tjóðveldi tað
eisini. Eitt hall uppá 500 –
700 milliónir krónur á
fíggjarlógini í ár.
Sannleikin:
Høgni Hoydal heldur fram
í sínum loysingarrúsi at
tosa um enn meira blokk
niðurskurð. Umleið 1000
milliónir skulu úr føroysk
um búskapi árliga afturat.
Um hallið á fíggjarlógini
gerst minni av teirri orsøk
munnu tey flestu, sum
duga at rokna, hava eina
meining um.
Loysingin er um at for
koma okkara vælferðar
samfelagi. Spurningurin nú
er, hvussu vit fáa loyst
trupulleikarnar, ið loys
ingin hevur skapt, uttan at
oyðileggja okkara væl
ferðarsamfelag.
Skulu vit hækka skattir
og avgjøld. Vit hava ídag
eitt av heimsins hægstu
skatta og avgjaldstrýstum.
Skal skerjast innan tað
almenna – og hvar. Sann
leikin er, at innan almenna
økið í Føroyum er í flest
um føri neyðugt við betri
tænastum – og tað plagar
at kosta meira.
Loysnin:
Tað frægasta at gjørt var at
hækka ríkisveitingina aftur
og prístalsregulera hesa.
Eisini at tryggja at henda
veiting fór til tær tænastur,
ið hon er ætla til.
Fullveldishallið 500-700 mill kr. árliga
Løgtingsmaður
MArjUS DAM