fríggjadagur 20. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 sosialurin 20. februar 2009
Rákið – hús & heim
Ann Dahl Hansen, sóknar-
prestur í Suðurstreymoyar
eystara Prestagjaldi
Ann Dahl Hansen býr á
Tinghúsvegnum í Havn. Hon
heldur sjálv, at hon hevur ein
rættiliga femininan stíl. Henni
dámar best tað ljósa, hvíta og
einfalda, og at hugna um við
stearinljósum og blómum.
Símun Persson Jacobsen,
sóknarprestur í Leirum í Hvalba
Vit búgva í prestagarðinum her
í Leirum, og tí er nokkso nógv
givið frammanundan. Til dømis
hava aðrir prestar valt at mála
gullbordar og hurðarnar, og tann
stóra hvíta klokkan er elligomul.
Tí hava vit partvíst roynt at
hildið tann stílin í stovuni, og tað
eri eg glaður fyri nú.
Sonja Klein, sóknarprestur
í Suðurstreymoyar eystara
Prestagjaldi
Teir flestu møblarnir hava vit
fingið okkum, tá vit vóru yngri.
Stovan er líkasum í tveimum,
har innari parturin eru antikvi-
tetir, sum vit hava arvað og
keypt. Í nýggjara partinum
er meira modernað og ljósari
innbúgv, til dømis tann hvíta
italska sofan. Eisini dámar
okkum væl góðar málningar,
eldri sum nýggjar.
Martin Restorff Jacobsen,
sóknarprestur á Nesi
Vit búgva í prestagarðinum
her á Nesi, og hava sum heild
innrættað okkum ljóst. Vit
ganga ikki upp í hetta við design
og merkjum, men velja tað, sum
okkum dámar. Gjarna eitt bland
av gomlum, nýggjum, arvaðum
og loppufundum.
C
1 +
A
2 +
D
3 +
B
4 +
Her búgva
tey fýra