Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2009 15 Nevndin í Føroya peda­ gogfelag hevur á nevndar­ fundi í dag tann 19. febr­ uar 2009 viðgjørt sparing­ arnar á almannaøkinum Føroya pedagogfelag átalar harðliga tær sparing­ ar, sum nú veruliga hava fingið avleiðingar fyri alt ov nógvar borgarar í okkara landi. Føroya pedagogfelag er skelkað av tí raðfesting, sum politiski myndug­ leikin hevur framt – og vil heita á Føroya Løgting um at taka ábyrgd fyri øllum borgarum í Føroyum – eisini teimum veiku í samfelagnum. • Vit síggja hvussu sparingarnar fara at raka Familjudeildina á Føroya Barnaheimi • Vit síggja hvussu sparingarnar fara at raka Trivnaðartænastuna. Fólk verða flutt úr teirra heimum ímóti teirra vilja. • Vit síggja hvussu eldraøkið er sindrað • Vit síggja hvussu spar­ ingarnar hava rakt heilsu­ og sjúkrahúsverkið • Vit síggja hvussu spar­ ingarnar hava rakt Fróð­ skaparsetrið • Vit síggja hvussu spar­ ingarnar hava rakt Fólka­ skúlaøkið Osfr. Er hetta tað, sum borg­ arar í hesum landi ynskja? Føroya pedagogfelag heitir á Føroya Løgting um ikki at lata sparingarnar ganga yvir kjarnuvirðini í samfelagnum. Vit kalla okkum eitt vælferðars­ amfelag, men hetta er so ikki tað vit uppliva í løtuni. Nevndin í Føroya pedagogfelag Jarvin Feilberg Hansen, formaður Sigga Óladóttir Joensen, næstforkvinna Jórun Ennistíg, Kassameistari Jógvan Philbrow, skrivari Joan Heinesen, nevndarlimur Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar vil hervið veita sín fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum, at tryggja rætt­ indini hjá teimum veiku í samfelagnum. Brúkarar av trivnaratæn­ astuni eru í løtuni serliga við skerdan lut, og standa nakrir teirra til at missa teirra verandi heim og tryggu karmar. Felagið hevur eisini einstakar limir innan hetta økið, og vilja vit heita á hesar, um at venda sær til felagið um teirra arbeiðs­ stað eisini verður rakt av hesum órímiligu sparingum. Felagið mótmælir harðliga tær sparingar sum eru at finna á fíggarlógini og hava vit gjørt vart við hetta áður bæði í okkara fakblað og í bløðunum. Tað hevur stóran týdn­ ing, at Nærverkið er ein vælvirkandi stovnur, tí hesin er so týðandi fyri eitt stórt kjarnuøki í samfelag­ num. Vit vilja samstundis eftirlýsa eina visjónsætlan, sum mennir og styrkir starvsfólk í Nærverkinum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Yvirlýsing frá Føroya pedagogfelag Yvirlýsing Í morgin, leygardagin 21. februar hava foreldur og avvarðandi at hjartasjúk­ um børnum møguleika at hittast fyri at hoyra um viðføddar hjartasjúkur og skifta orð um, hvørjum føroyskar familjur við hjartabørnum hava tørv á Lars Søndergaard, serlækni á Ríkissjúkrahúsinum, fer at greiða frá viðføddum hjartasjúkum og svara spurningum frá foreldr­ unum. Eisini verður skipað fyri orðaskifti, har øll hava møguleika at til at siga frá, hvørjum hjartabørn og familjur teirra í Føroyum hava tørv á. Endamálið við familju­ degnum er at geva avvarð­ andi at hjartabørnum møgu­ leika at hittast og seta orð á, hvat tey halda skal til, fyri at hjartabarnfamiljur kunnu kenna seg tryggar í Føroyum. Miðað verður ímóti einum hugnaligum og upplýsandi degi, har børnini eisini hava møguleika at hitta onnur við viðføddum hjartafeili. Meðan tey vaksnu lurta og tosa, verða børnini ansað og klovnurin Hannibal vitjar. Dagurin endar við tunnusláttri. Hetta er fyrstu ferð, at hjartabarnsfamiljur verða savnaðar til tílíkt tiltak og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Ætlanin er at skipa fyri regluligum tiltøkum av ymiskum slag. Tiltakið, sum verður 21. februar kl. 10.00 – 16.00, verður hildið í Komm­ unuskúlanum í Kongagøtu í Havn. Stigtakari til tiltakið er »Hjartabarnið«, sum er nýstovnaður áhugabólkur hjá Hjartafelagnum. Hjarta­ barnið hevur til endamáls at arbeiða fyri føroyskum hjartabørnum og familjum teirra. Øll eru vælkomin. Lesið meira um »Hjarta­ barnið« á www.hjartafelag. fo og melda til tiltakið á hjartabarnid@hjartafelag.fo Skráin fyri dagin er soljóðandi: 10.00 Morgunmatur 10.30 Lars Søndergaard 12.00 Døgurðasteðgur 13.00 Orðaskifti um hjartabarnsfamiljur í Føroyum 13.00 Hannibal vitjar børnini 15.00 Børnini sláa tunnu 16.00 Familjudagurin endar Spennandi og upplýsandi familjudagur fyri hjartabarns familjur Tá ið tú lurtar eftir útvarpinum, leggur tú merki til allar endursendingarnar. Ein sending, sum varir ein tíma, verður send klokkan 10, og hon verður send aftur aftan á døgurða ­ ein heilan tíma, men at senda ein morgunlestur aftur, sum varir 10 minuttir, ber ikki til. Tað er heilt ófatiligt, og tá ið vit hoyra, hvussu nógv fólk eru hørm um hetta, mátti borið til at broytt tað aftur. Vinaliga Kristin Poulsen Endursending og endursending Sum skilst, bíðja vit eftir, at ST sáttmálin um javnrætt­ indi hjá fólki við breki verð­ ur staðfestur í Føroyum. Eg havi hoyrt nógv føgur orð í tí sambandinum. Tá nú øll tykjast at vera samd um, at fólk við breki skulu hava javnrættindi, hví ikki byrja við at hyggja at rættarstøð­ uni hjá teimum, sum almannaverkið varðar av? Í okkara almannaverki eru alt ov nógv dømi um væntandi rættindi hjá fólki við breki, sum ikki eru før fyri at tosa sína egnu søk, t.d. fólk við menningartarni, autismu, og gomul við nógv niðursettum førleika. Hvat meina vit við, tá vit tosa um, at fólk við breki skulu hava somu rætt­ indi sum aðrir borgarir, hvør skal avgera, hvørji rættindi tey skulu hava og hvussu tryggja vit rættindini hjá teimum, sum ikki sjálvi kunnu tosa sína søk? Fólk, sum ikki kunnu svara fyri seg Eg eri systir ein við menn­ ingartarni og kærdi fyri hálvum øðrum ári síðan Nærverkið, sum varðar av fólki við menningarni, fyri ikki at tryggja, at hansara søk verður talað í einum álvarsligum máli. Nærverk­ ið hevur áhaldandi afturvíst ikki bara mínari kæru og øllum mínum viðmerking­ um, tey enntá afturvísa og ignorera viðmerkingarnar frá Javna, felagnum, sum umboðar fólk við menning­ artarni og okkum avvarð­ andi. Hvør avger, at hann er rætt umboðaður og skal tað vera eitt mál ímillum Nær­ verkið og Javna/avvarðandi? Fólk við autismu og Aspergers syndromi verða koyrd úr egnum heimi orsak­ að av sparingum ­ ja, tað talar fyri seg!! Endamálið skal eitast at vera sparingar. Øll, sum hava bara eitt sind­ ur av vitan um autismu og Aspergers syndrom og brúkararnar, sum "sparing­ in" raka í hesum førinum vita, at flytingin kann hava við sær, at tey verða verri fyri, so sparing verður tað neyvan, heldur tvørturímóti. Starvsfólkini Fólk við menningartarni eru púra prísgivin teimum, sum dagliga eru um tey. Tað er avgerðandi fyri teirra menning og trivnað, at starvsfólkini eru fakliga væl fyri, hava neyðugu menniskjaligu eginleikar­ nar, kenna teirra brek, per­ sónligu eginleikar, lívssøgu v.m. Har beiggi mín býr, bleiv øll starvsfólkaorkan skift út samstundis, í sam­ band við, at starvsfólkini kærdu leiðaran til Nærverk­ ið. Nøkur av okkum avvarð­ andi royndu at koma á tal við Nærverkið fyri at fáa tey at forða fyri, at starvs­ fólkini fóru úr starvi sam­ stundis. Nærverkið aftur­ vísti bæði okkara áheitan­ um og viðmerkingunum frá Javna. Seinni staðfesti Umboðsmaðurin (LUM), at starvsfólkini høvdu følt seg kroyst at fara úr starvi. Høvdu "okkara" menn­ ingartarnaðu kunnað tala fyri seg, høvdu tey heilt víst eisini ynskt, at starvs­ fólkini blivu verðandi. Júst í starvsfólkamálinum hevur Nærverkið fingið álvarsliga átalu frá LUM fyri hand­ faringina, síðan tað er einki hent. Eitt dømi um mangl­ andi rættartrygd hjá bæði brúkarum og starvsfólki. Og nú alt snýr seg um sparingar ­ eg hevði viljað sæð roknistykkið yvir, hvussu nógv kærumálið hjá starvsfólkunum og "mítt" kærumál hava kostað Nær­ verkinum, starvsfólkunum, okkum avvarðandi, Peda­ gogfelagnum, LUM og almannaverkinum bæði fíggjarliga og menniskjaligt. Hjálpartól til búfólk á "sambýli" ella "bústovni" Eitt er, at fólk við breki mangan ikki hava somu rættindi sum fólk uttan brek. Nakað annað er, at mismunur eisini verður gjørdur millum fólk við breki, alt eftir, hvønn "status" tann við breki hevur í almennaverkinum. "Statusurin" er m.a. tengd­ ur at, um ein býr á "sambýli" ella á "bústovni". Búfólk á "sambýli", hava rætt til at fáa persónlig hjálpartóli frá Hjálpartóla­ miðstøðini (HTM). Búfólk á "bústovnum" hava mang­ an meira umfatandi brek enn búfólk á "sambýlum" og hava tørv á ymiskum persónligum hjálpartólum fyri at kunna fáa eitt so gott lív sum gjørligt, hóðast brek. Hesi hava tó ikki rætt til persónlig hjálpartól frá HTM, tey skal bústovnurin keypa teimum. Fáir bústovn­ ar hava fíggjarorku til hetta. Mangan mugu hesi búfólk tí sjálvi gjalda fyri hjálpar­ tólini, verða hjálpartólini fyriuttan ella taka til takka við t.d. avløgdum koyri­ stólum, sum ikki passa. Tað er serliga avgerðandi fyri heildarstøðuna hjá fólki við umfatandi kropslig brekum at hava ein koyri­ stól, sum passar til júst teirra tørv. Antin brekið er viðføtt ella ein hevur fingið tað seinni orsakað av elli ella sjúku, er mangan, at ein ikki sjálvur megnar at lýsa sína støðu og krevja sín rætt. Hvør tosar teirra søk? Ert tú uttanlanda til upp­ venjingar, kemur meira enn so fyri, at tú fært játtað hjálpartól frá HTM, sum útlendska uppvenjingar­ staðið mælir til. Tá tú kem­ ur aftur til Føroyar og møguliga heldur fram við uppvenjingini á føroyskum sjúkrahúsi og meting verður gjørd har um fleiri hjálpartól, hevur tú ikki rætt til at fáa tey frá HTM. Kanska tú ert heppin at sleppa av aftur landinum til uppvenjingar, tá fært tú aftur rætt til hjálpartólið. Skil tað hvør skilja vil ... Lógarverk ella hugburður? Jú, her eru nógvar and­ sagnir. Vit, sum í okkara arbeiði aftur og aftur síggja óhepnu avleiðingarnar fyri borgararnar, hava ilt við at góðtaka, at tín "status" sum borgari í almennu skipanini skal avgera, hvørja atgongd tú hevur til persónlig hjálp­ artól, sum kompensera fyri títt brek. Er verðandi lógarverk orsøkin til hesar mismunir og um so er, avspeglar tað hugburðin hjá teimum, sum gera lógirnar? Og um ikki sjálvar lógirnar, men hugburðurin hjá teimum, sum umsita lógirnar, eru orsøkin til mismunin ­ skulu vit so framhaldandi góðtaka, at rættindini hjá borgarum, sum ikki kunnu tosa sína egnu søk, líka so nógv eru treytað av hug­ burðinum hjá skipanunum, sum varða av økinum, sum av lógarverkinum? Eg haldi ikki! ergoterapeutur Turið Jacobsen Rættartrygdin hjá fólki, sum ikki kunnu tosa sína egnu søk viðmerkingar