fríggjadagur 20. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 36 - 20. februar 2009 ]
Eftir at tær hava mist
framúr støðuna á
stigatalvuni, skal VB
sunnudagin royna
at fáa skútuna aftur
á beint, tá tær taka
ímóti Stjørnuni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri bara góðum mánaði
síðani bendi alt á, at VB so
syngjandi
skuldi
verða
partur av FM-finaluni í
kvinnuhondbólti.
Tap í Klaksvík, Runavík
og í Havn hava tó skeiklað
hesa myndina heilt nógv, og
nú er VB saman við Tjaldri
og Neistanum í knallharðari
kapping um at røkka einum
finaluplássi.
Har verður Stjørnan eftir
øllum at døma hin parturin,
og júst Stjørnan er mót-
støðuliðið, nú VB fer undir
fyrsta av trimum avgerandi
heimadystum móti hinum
FM-biðlunum.
Fyri VB er eingin ivi um,
at hetta er dysturin, har tær
veruliga aftur kunnu rætta
skútuna upp, so sleppast
kann um vandaskerini, sum
er komin seinasta mánaðin.
Hjá Stjørnuni er støðan
ikki heilt tann sama. Odda-
liðið kann neyvan klossað
somikið í tí nú, at tær skulu
missa finalusessin, men
hinvegin ger tað eisini, at
tær spæla uttan tað heilt
stóra trýstið, og ivaleyst
vilja tær heldur enn fegnar
gera sítt til at staðfesta, at
tær skulu verða partur av
finaluni.
Í hinum báðum dystunum
eru favorittarnir sera greiðir.
Tjaldur spælir móti Kyndli,
sum tær hitta aftur týs-
kvøldið í útsettum dysti, og
neyvan hava tær nakrar
ætlanir um, at Kyndil skal
fáa síni fyrstu stig júst nú.
Og í Havn tekur finaluheita
Neista-liðið móti StÍF í
einum dysti, har heimaliðið
er stórfavorittur.
Suni úr
Hørg til
B36
B36 og sumbing-
urin Suni úr Hørg
hava skrivað undir
eitt ára sáttmála
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað kemur helst ikki
óvart á nakran, at B 36
hevur styrkt hópin hjá
sær við ársins leikara hjá
VB/Sumba í fjør, tí talan
er um sterkan verjuleik-
ara.
Longu er greitt, at B
36 hevur tørv á fólki í
verjuni, tí teir hava mist
Alex Dos Santos, Dimitri
Jancovic
og
Oddmar
Færø.
Suni úr Hørg er fram
til jólar 26 ára gamal og
hevur fyri tað mesta
spælt við VB/Sumba
Heini og
Ajax taptu
tepurt
Hóast tap, so gav
Ajax FCK góða
mótstøðu
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Ajax
Keypmannahavn
tók ímóti oddaliðnum,
FCK Håndbold í Bavne-
høj høllini í Keypmanna-
havn. Oddaliðið, FCK
vann dystin 35-32, men
tað var eitt tungt tak hjá
oddaliðnum at knúgva
Heina Hanusarsyni og
hinum í Ajax Keyp-
mannahavn. Ajax spældi
ein góðan 1. hálvleiki,
og var Ajax á odda 18-15
í steðginum. Men í 2.
hálvleiki
setti
FCK
ferðina upp, og vóru teir
væl betri í 2. hálvleiki.
Og endin var eisini, at
teir hvítu vunnu í upp-
gerðini, sum av mongum
í Keypmannahavn verður
skýrd at verða uppgerðin
millum teir ríku (FCK)
og teir fátæku (Ajax).
Ajax liggur næstniðast
í bestu donsku hond-
bóltsdeildini við 5 stig-
um. FCK liggur næst-
ovast við 30 stigum.
Heini Hanusarson skeyt
4 mál í dystinum. Heini
hevur skotið 54 í kapp-
ingini higartil.
Eftir at hava bast
Fleyr í steypafinaluni,
skal SÍ nú endurtaka
sigurin í royndini at
gerast greipuvinnarar
Flogbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Fagnaðurin um steypasig-
urin hevur ikki meira enn
lagt seg í Sørvági. Og nú
riggar bygdin seg longu til
at taka ímóti enn einum
steypi.
SÍ hevur alt árið verið
oddalið í Eik-liguni hjá
kvinnum, og vinna tær
heimadystin
móti
Fleyr
sunnudagin, staðfesta tær
hesa støðuna somikið virði-
liga, at tær eisini standa við
heitinum sum FM-vinnarar.
Tað er lítið at ivast í, at SÍ
má roknast sum favorittur
undan dystinum. Men Fleyr
vísti hinvegin í steypa-
finaluni, at tær væl kunnu
spæla heilt upp við SÍ, um
tær bara fáa nervarnar upp
á pláss, so tað er av sonnum
lagt upp til satt brak – og
kanska
gullveitslu
–
í
Sørvági sunnudagin.
HONDBÓLTUR
Sunset-kappingin
Dagur Klokkan Dystur
22.02 14.30
Neistin-StÍF
22.02 15.00
Tjaldur-Kyndil
22.02 15.00
VB-Stjørnan
Atlantic Airways-kappingin
22.02 16.00
Neistin-StÍF
22.02 16.00
H71-VÍF
22.02 16.00
KÍF-Kyndil
FLOGBÓLTUR
Eik-ligan, kvinnur
22.02 14.00
Dráttur-KÍF
22.02 16.00
SÍ-Fleyr
Eik-ligan, menn
20.02 19.00
ÍF-Mjølnir
22.02 14.00
SÍ-Fleyr
VB skal aftur á beint
Nú vil SÍ
hava
greipuna
Dystir um vikuskiftið
Eftir at hava vunnið sær
steypaheitið seinasta
leygardag, er tað nú
FM-heitið, sum stendur
fyri framman hjá
Sørvágskvinnum
Mynd: Álvur Haraldsen
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur