Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 sosialurin 20. februar 2009 Rákið – hús & heim Ongar pengar Sosialurin hevur spurt ymisku bankarnar, hvørjar treytir ein familja við einari inntøku á 500.000 krónur um árið skal lúka, fyri at kunna keypa eini hús fyri tvær milliónir krónur. Niðurstøðan er greið. Eigur tú ikki nógvar pengar á bók, ver verandi har, sum tú ert! Tú skalt eiga 400.000 krónur í bankan­ um, um tú vilt keypa eini hús fyri 2 milli­ ónir. Hetta er niður støðan í einari kann­ ing, sum Sosialurin hevur gjørt seinastu dagarnar. Rentan verður tilskrivað einaferð um árið. Leggjast skal í geyma, at hetta ikki er nakað veruligt tilboð, men eitt hugsað dømi, sum blaðið hevur spurt bankan um. Tí er møguleiki fyri, at hetta ikki samsvarar heilt við veru leikan, men tað skuldi givið sterk ar ábendingar. Familjan Í døminum er talan um eina familju. Føroya Banki Eginpeningur: 400.000 krónur 1. veðrætt: 1.100.000 krónur Renta: 6,4 prosent Áramál: 25 2. veðrætt: 500.000 krónur Renta: 8,95 prosent Áramál: 25 Krav um tiltøkupening: 10.141 krónur um mánaðin – Tað veldst sjálvandi nógv ting, um hetta hevði verið ein møguleiki, tí summi við lítlari inntøku kunnu klára nógv, meðan onnur við høgari inntøku kunnum megna lítið, sigur Niels A. Joensen úr Føroya Banka. Hann leggur afturat, at fólk eru vorðin varnari at taka lán. Norðoyar Sparikassi Eginpeningur: 500.000 krónur 1. veðrætt: 1.500.000 krónur Renta: 6,0 prosent Áramál: 20 Krav um tiltøkupening: 13.556 krónur um mánaðin – Hendan familjan er eitt sindur á markinum, og vit høvdu helst ráðgivið teimum at keypa eini hús, ið vóru eitt sindur bíligari, tí vit vænta, at húsaprísurin fer at lækka komandi tíðina. So um hasi fólkini liva so rímiliga, so høvdu tey helst gjørt snildast, at vera verandi har tey eru, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoyar Sparikassa.