fríggjadagur 20. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 36 - 20. februar 2009
Sethús – Geilin 39, Vágur
Nýggju snotiligu húsini eru um 200 m2 í hvørjari hædd -
samlað gólvvídd um 400 m2. Grundøki er 2273. Byggiár:
2004. Húsini er væl bygd og í góðum standi. Í ovaru hædd
er hjallur, inngongd, hall / gongd, grovkøkur / bryggers,
stórur køkur / allrúm, stór borðsstova / stova við útgongd
til altan / útigólv, hjúnarrúm við skápsveggi, baðirúm og 2
kømur. Í ovaru hædd er eisini stór garaga við el-hurð,
flísum, innbygdum spottum og inngongd til grovkøk /
bryggers. Húsini standa væl fyri á stórum grundøki í
vøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi nær
skúla, dagstovnum og handlum og hava panoramaútsýni
yvir bygdina og fjørðin bæði eystureftir og vestureftir.
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst
Husini verða seld um hóskandi boð fæst
Raðhús – Maritugøta 10, Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum á 57 m2 og úthús / hjallur á 3,6 m2
– í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til amboð v.m. á
uml. 50 m2. Grundøkið er 136 m2. Byggiár: 2003. Í niðaru
hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd, goymslurúm,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til stórt
útigólv / terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm,
baðirúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum,
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við góðum
grannalagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusar-
breyt. Har eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-
sparkivøllur, fleiri spælipláss og frálíkt útsýni.
Prísuppskot: kr. 1.700.000,00
Summarhús – Túgvurnar Kvívík
Talan er um bæði arkitektteknaðu húsini ella báðar
smátturnar, ið vanliga verða kallaðar »Túgvurnar«, sum
standa í haganum omanfyri Kvívík. Byggiár 2000. Húsini
eru bygd úr timbri á stoypta grund og við flagtaki. Hvør
túgvan er 28 fermetrar við lofti ella hemsi. Í neðra er
inngongd, durur, baðirúm, køkur / stova / sovirúm í ein-
um. Í erva er hemsur við soviplássi. Vegur er til húsini, sum
standa á leigaðari grund (15.000 kr. um árið) í sera vøkrum,
friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Fleiri upp-
lýsingar fáast á www.tugvurnar.fo og hjá INNI.
Prísuppskot: kr. 700.000,00
Sethús – Djóna í Geil gøta 11, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum 2x65 og 1x55 – í alt 185m2.
Grundstykkið er 364 m2. Byggiár: 1953. Ymiskar dag-
føringar eru gjørdar sum t.d. nýggjur klædningur, nýtt tak
við tøttum tróðri, vindeyguni eru skift fyrr og seinni,
ovasta hædd er gjørd av nýggjum í 2002 og trappan
innilokað. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm,
stova, køkur og 2 kømur. Í ovastu hædd er trappu-
uppgongd / gongd, wc, køkur, stova og 3 kømur. Í niðastu
hædd er inngongd, fýrrým / vaskirúm, kjallararúm og
sjálvstøðug íbúð. Har er Inngongd, durur, køkur, stova,
kamar, baðirúm, klædnarúm. Goymslurúm er undir
trappuni. Húsini standa í friðarligum umhvørvi nær
miðbýnum í Havn.
Husini verða seld um hóskandi boð fæst
Raðhús – Maritugøta 83 Hoyvík
Frálíka snøgga raðhúsið er í 2 hæddum á 57 m2 og úthús
/ hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til
amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 130 m2. Byggiár:
2007. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv
/ terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baði-
rúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, frið-
arligum og barnavinaligum umhvørvi í góðum granna-
lagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusarbreyt. Har
eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-sparkivøllur og
fleiri spælipláss.
Prísuppskot: kr. 1.900.000,00
Sethús – Steinvíksgøta 3, Svínáir
Húsini eru í einari hædd, samlað búvídd uml. 107 fermetrar.
Grundøkið er 488 fermetrar. Byggiár 2006. Húsini eru
innrættaði á henda hátt, goymslurúm/fýrrúm, køkur/stova
við hurð út í tún, hjúnarrúm, 2 kømur og baðirúm við
brúsu..Húsini standa væl fyri i friðaligum, barnavinaligum,
eldravinaligum umhvørvi og tað er gott busssamband.
Planerað er rundan um húsini og sunnanfyri húsini er ein
stoyptur plattur, klárt til at byggja bilhús.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Krossgøta 3, Tórshavn
Húsini eru í einari hædd á 89 m2. Grundøkið er 255 m2.
Byggiár: 1952. Húsini eru nakað dagførd so við og við og
m.a. klædningur, tak, vindeygu, ketil, oljufýr, hitavekslari
og trýsttangi er skift í nýggjari tíð eins og útbygningurin
varð innilokaður í 1985. Í erva er inngongd, durur /
vindfang, gongd, stova, kamar, baðirúm, køkur, lítil stova
+ kamar og 1 kamar. Í neðra er lágur kjallari / fýrrúm. Runt
húsini er hugnaligur garður / urtagarður við trøðum og
runnum. Húsini standa væl fyri nær miðbýnum við síðuna
av spæliplássi, og stutt er til alt.
Prísuppskot: kr. 1.100.000,00
Íbúðarbygningur – Íslandsv. 24, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum á 2x114 + 1x91=319m2 við 4
íbúðum. Grundøkið er 640 m2. Byggiár: 1967 / 1992.
Húsini eru væl bygd við betondekki millum hæddirnar og
eru dagførd so við og við. M.a. er klædningur, vindeygu
og úthurðar skift og onnur íbúðin í miðhæddini er
dagførd í 2001 og onnur í neðra í 2005. Íbúðin í vestara
partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur,
stova og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðin í eystara partinum í miðhæddini hevur
inngongd, gongd, køkur, borðsstova / alrúm, stova, kamar
og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðirnar í ávikavist vestara og eystara
partinum í niðastu hædd hava inngongd, gongd, stova /
borðsstova, baðirúm og kamar. Les meira á www.inni.fo.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Samanbygd hús – N. Finsensg. 47, Tórs.
Samanbygdu húsini eru í 3 hæddum á 38 m2 – í alt 114 m2.
Húsini eru upprunaliga bygd í 1914, men eru umvæld,
bjálvað og dagførd so við og við. M.a. er hetta nýliga gjørt:
vindeygu, tak, vatninnføring, frárensl / kloakk, gólv í
stovuni, bjálvað á loftinum o.a., so húsini nú eru í góðum
standi. Í miðhæddini er inngongd, køkur, borðsstova /
stova. Í ovastu hædd er trappugongd, hjúnarrúm,
baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm
/ kjallararúm. Húsini standa í huganligum, friðarligum og
veðurgóðum umhvørvi við høvuðshandilsgøtu mitt í
býnum. Stutt er til dagstovnar, skúlar, handlar – ja alt.
Nakað av útsýni er yvir býin úr ovastu hædd.
Prísuppskot: kr. 1.500.000,00
Sethús – Skemmingsgøta 23 Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru 82,32 m2
hvør, og ovasta hædd er 55 m2 – í alt 219,64 m2. Grundøkið
er 510 m2. Byggiár: 1985. Húsini eru dagførd við stórari
garagu, carporti, altani, hitapumpu v.m. Í miðhæddini er
inngongd, durur / garderoba, gongd / hall / trappugongd,
grovkøkur / bryggers / vaskirúm, køkur / alrúm / borðs-
stova, stova við útgongd til útigólv / altan, baðirúm og
hjúnarrúm. Í ovastu hædd er trappugongd / arbeiðsrúm,
goymslurúm, ið er klárt at gera til baðirúm og 2 stór
kømur. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrúm, wc og
kjallararúm, ið er lætt at innrætta til íbúð. Garður / urta-
garður er runt húsini. Brotaflísar fylgja við til restina av
túninum. Húsini standa í firðarligum og barnavinaligum
umhvørvi við blindan veg. Nakað av útsýni er millum
húsini yvir á Kirkjubøreyn. Stutt er til dagstovn og
busssamband.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – á Heygum Vestmanna
Húsini eru trimum hæddum, hvør hæddin umleið 92
fermetrar + útbygningur í veghæddini, í alt samlað bú-
vídd á uml. 300 fermetrar. Upprunalig bygd uml. 1930.
Húsini eru dagførd so við og við. Á miðhæddini er inn-
gongd, gongd, køkur, stova. Í loftshæddini er gongd og
fýra kømur. Í veghæddini sum áður hevur verið nýtt til
sólmiðstøð eru tríggjar inngongdir, eitt uppihaldsrúm og
tvey onnur rúm við einari sól í hvørjum rúmi. Húsini
standa væl fyri mitt í bygdini, sera gott útsýni.
Prísuppskot: kr. 800.000,00
Grundstykki – Húsanesvegur 47, Miðvágur
Grundstykkið, sum liggur heilt einastandi væl fyri oman-
fyri bygdina í Miðvági, er 794 m2 til víddar. Grund til stór
sethús við dupultari garagu er stoypt, og klárt er at seta
eina hædd ella høga reising á. Tekningar fylgja við og
vegur er til ognina. Grundstykkið liggur í vøkrum, friðar-
ligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg.
Útsýnið er einastandandi gott yvir alla bygdina, vágna og
út á fjørðin.
Grundstykkið verður selt um hóskandi boð
fæst
Nýggjar lutabúðir – við Júksnará 9, Syðrugøta
Íbúðirnar eru nýggjar lyklaklárar arkitektteknaðar íbúðir í bygningunum hjá P/F Tøting í Gøtu. Alt
innan er nýbygt. Alt fast innbúgv er við í íbúðun-um, gólvini eru við hita og løgd við parkett.
Íbúðirnar hava 3 ymiskar støddir. Í snið 1 eru 2 íbúðir á 84 m2 brutto. Har er: Inngongd, durur, stova
/ alrúm / køkur, hjúnarrúm, skápsgongd / baðirúm og kamar. Í snið 2 eru 3 íbúðir á 80 m2 brutto.
Har er inngongd, durur, gongd, baðirúm, stova / alrúm / køkur, hjúnarrúm við trappu upp til
loftsrúm / stovu, kamar við trappu upp til loftsrúm / arbeiðsrúm. Í snið 3 eru 4 íbúðir á 102 m2
brutto, sum hava 2 hæddir. Í niðaru hædd er: Inngongd, durur, stova / alrúm / borðsstova / køkur
við trappu upp til ovastu hædd og grovkøkur / bryggers. Í ovaru hædd er: Trappugongd við
útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Talan er um lútaíbúðir, har keyparin
keypir sín lut, sum hann so eigur, og rindar restina sum vanlig húsaleiga eftir leisti hjá Húsa-
lánsgrunninum. Kostnaður fyri íbúðarlutin: kr. 250.000,- ella 300.000,00 alt eftir stødd
www.inni.fo
Býta um hús?
Hugsar tú um at býta um hús til eini minni ella til eini størri? Tað
tænastuna kunnu vit í Inni eisini veita tær. Vinaliga, ring til okkara
og avtala eina tíð til eitt óbindandi prát.