Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 sosialurin 20. februar 2009 Rákið – hús & heim Telefonin ringir. Uni Zachariasen tekur hana uttan at blunka. Telefonin tykist hava sama týdning fyri hann, sum revolvarin hevur fyri Lucky Luke. Eitt lívsneyðugt amboð. – Halløøeeev, sigur hann upp á hendan eyðkenda seigliga vestmannamátan. Og so tosar hann eina løtu um dekkitape, grundara, farvukodu og annað. – Hatta var bara ein sum eg kenni, sum vildi hava nøkur góð ráð, sigur hann. Fyri løtu síðani tosaði vit júst um stórar kundan í mun til lítlar – ella sum Uni sigur, vinnukundar í mun til privatar: – Tað hevur pápi mín lært meg. Mann skal eisini fara væl við teimum smærru kundunum, tí teir fara altíð at vera har. Uni fortaldi mær eisini, at tað var eitt triðja slag av kundum. Nevniliga fólk, sum ringja og spyrja um ráð. Og sjálvt um Una altíð roynir at geva sær góða tíð at svara, og ikki tekur nakað fyri at tað, so veit hann, at tað kann loysa seg eisini at fara væl við hesum fólkunum. Tey kunnu jú gerast góðir kundar ein sjønnan dag. Væl við nógv – Mann sprænir bara spartl upp á nú, fotelur Uni og peikar á veggin inni í kamaranum á Hotel Hafnia. – Hetta verður alt fullkomiliga slætt upp á lutfalsliga stutta tíð, og so sleppur málarin eisini frá at bukka seg niður í spannina eftir tilfari, leggur hann afturat. Og tað er ikki av óvart at Uni nevnir málaran og kropsligu arbeiðsstøðu hansara, samstundis sum hann fegnast um nýggja arbeiðstøkni. Starvsfólkið hevur alt at siga, og Uni roynir og hevur altíð roynt at farið væl við teim­ um. Í løtuni eru 18 fólk í starvi, og øll hava nóg mikið at gera. – Mær dámar best at hava for nógv at gera, tí tá kanst tú stýra tí við at arbeiða eitt sindur meira. Er hinvegin for lítið at gera, ber ikki til at arbeiða tað av tær, ha, spyr Uni í tí vit eru á veg niðan á Háls í stóra VW »rugbreyðinum« við hørðum rocktónleiki í hátalar­ unum. Eg havi hug at spyrja hann hvat slag av tónleiki, honum dámar, men lati vera, tí vit hava nógv annað at tosa um. Hugsi tó, at hann sum so nógvir aðrir vest­ menningar er tónleikaáhugaður og sikkurt eisini ­kønur. Vit tosa um málingahandlar og samanhald millum málara meist­ arar. Tað er nevniliga so, at flestu málararmeistarar í høvuðsstaðar­ økinum hittast so at siga hvønn morgun, tað liggur fyri, til ein kaffimunn bæði hjá SRI­Máling og hjá Fróða. – Eg segði til stuttleikar við Fróða tá í 2000, tá vit gjørdu Sparikassan yviri við Strond, at eg skuldi keypa alla málingina til Sparikassa­bygningin frá honum, um hann keypti eitt fransbreyð og setti kaffi út á hvønn morgun, fortelur Uni. Og so var sett hol á eina seansu, sum livir enn. Málara­ meistarar hittast til kaffi hjá Fróða um hálvgum tíggjutíðina, og seinnu árini hava teir eisini fingið ein kaffimunn um átta tíðina hjá SRI. – Tað gevur eitt gott samanhald, og eisini eitt fínt fakligt forum at tosa saman, fortelur Uni. Góðska Men tað verður ikki bara drukkið kaffi. Tað skal eisini arbeiðast. Tað er bara tað, at onkur skal í málingahandlarnar hvønn dag, og fleiri ferðir um dagin, og hendan leiklut hevur Uni givið sær sjálvum. – Tað er í veruleikanum lættari nú vit eru eini 17­18 fólk, tí nú er brúk fyri ,at ein heintar og leverar tilfar allan dagin, og tað vil eg heldur gera sjálvur, so arbeiðs­ fólkið úti hjá kundunum kann Til arbeiðis við Una hjá »Hanus Málaranum« Tú skalt renna skjótt, um tú skalt klára at fylgja við málarameistaranum Una Zachariasen ­ bæði um tú ert starvsfólk, kappingarneyti ella sum í hesum føri blaðmaður við eini ætlan um at fylgja fyrikomandi vestmenninginum nakrar tímar ein vanligan arbeiðsdag. Upp á tveir tímar vóru smærri ørindi gjørd á Hotel Hafnia, Hjá Fróða, Hjá SPEKT, hjá Poul Hansen heilsølu, á Hotel Føroyum og undir Kongavarða. Tað gekk sum smurt, tí sum Uni Zachariasen sigur, so hataði hann máling til hann var 16 ára gamal, men eftir at hava verið í læru hjá pápanum Hanusi í nakrar vikur, fór hann at elska hana. »Máling er mítt lív«, sigur hann við einum stórum brosi F A K T A Uni Zachariasen er føddur í 1959. Hann fór sum 16 ára gamal í læru til málara hjá pápa sínum Hanus Málaranum. Yvirtók longu sum 22 ára gamal virkið hjá pápanum, meðan pápin kom at arbeiða hjá Una. Búi í Vestmanna til 1994, tá hann flutti til Havnar. Tá arbeiddu teir fýra mans í felagnum. Skjótt eftir vóru tey sjey, og nakað eftir tað 10­11 fólk. Tað hevur verið støddin á virkinum seinnu árini, men í seinastuni hevur verið brúk fyri fleiri fólki, og Uni hevur tí sett seks íslendingar og ein rumena í starv, so tey samlað eru 18. “Tað er ikki fyri at spara nakað, ella taka arbeiði frá føroyingum, men tað vóru eingir føroyskir málarar tøkir, tá eg hevði brúk fyri teimum, og útlendingarnir fáa somu løn sum føroyingarnir”, sigur hann. Tá Uni ikki fæst við máling, dámar honum væl at fylgja við bæði hondbólti og fótbólti. Hondbóltsfelagið er sjálvsagt VÍF, tá mann nú er vestmenningur, meðan fótbóltsfelagið er B36, tí har er sonurin Hanus Thorleivsson ein av teimum góðu. Giftur við Salomu, sum eisini er skrivstovufólk í virkinum “Uni Zachariasen málarameistari”. Slogan: “Tid er penge”. Telefonin er líka týdningarmikil fyri Una, sum pistólin er fyri Lucky Luke Spartl verður bara sprænt upp á nú Uni keypir onkur smáting frá »damunum« hjá Fróða Stundir til eitt lítið prát við aðrar handverkarar, sum arbeiða uttanfyri SPEKT Framhald á síðu 6