Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2009 - Tað verður ikki í míni tíð sum løgmað- ur, at børn og ung ella heila familjur skulu verða noydd at flyta av landinum, tí at vit ikki fáa hjálpt teimum her heima, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður Sparingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hatta kenni eg onki til! Kaj Leo Johannesen, løgmaður kennir onki til, at sparingarnar á almanna- økinum skulu hava rakt Javnaðarflokkin harðari enn hinar báðar flokkarnar í samgonguni. Hann staðfestir, at øll samgongan, sum hon er, er ógvuliga stúrin um tær sparingar, sum eru fráboð- aðar á almannaøkinum. - Tað er tungt at spara og øll samgongan fer at gera tað, hon er ment at sleppa øllum so snikkaleysum undan sparingum, sum tilber. Hann váttar eisini, at nógv fundarvirksemi hevur verið í samgonguni seinastu dagarnar fyri at kann eftir, hvussu møguligar sparingar kunnu raka teir veikastu bólkarnar í samfelagnum sum minst. - Tað sigur seg sjálvt, at ongin flokkur í samgonguni fer at góðtaka, at børn, ung ella heilar familjur skulu vera noydd at flyta av landi- num, tí at vit ikki kunnu hava tey her heima. - Tað verður ikki í mínari tíð sum løgmaður, leggur hann afturat. Løgmaður sigur, at hetta er spurningurin, sum øll samgongan situr og viðgerð í hesum døgum. Men tað fyrsta, sum samgongan er farin undir, er at viðgera tær sparingar, sum nú hava verið. - Vit hava fingið frá- greiðingar frá flokkunum og frá almannamálaráðnum og vit hava lurta eftir at- finningum. Tá ið so er, eiga vit altíð at kunna viðgera málið og í løtuni endur- skoðar samgongan sparing- arnar fyri at vita, hvat er at gera. Hann sigur, at eykajáttanir kunnu koma upp á tal, men so skulu sparingar finnast á øðrum økjum. Kannað verð- ur eisini, hvørjir inntøku- møguleikar kunnu vera. - Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir eisini við einum samlaðum pakka, sum skal verða klárur seinni í vár. Hesin fíggjarpakkin fer at viðgera sparingar og møguleikar fyri eyka inn- tøkum og hann fer eisini at viðgerða, hvussu vit sleppa undan hallinum á fíggjar- lóigini hesi næstu trý til fimm árini. Hann sigur, at so leingi samgongan arbeiðir við málinum, vil hann ikki siga nakað sum helst um, teir møguleikar, sum eru. Samgongan endurskoðar sparingar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, váttar, at samgongan situr í hesum døgum og endurskoðar ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum, men úrslitið kann hann onki siga um enn Nú er samgongan komin í sína fyrstu stóru kreppui. Kreppan hevur tikið seg upp nú Javnaðar- flokkurin hevur gjørt av at blokera øll politisk mál hjá samgonguni, til meiri peningur er útvegaður til almanna- málini, serliga barna- og ungdómsøkið Samgongukreppa Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Samgongan er nú komin í sína djúpastu kreppu síðani hon varð stovna fyri fýra mánaðum síðani. Kreppan er so djúp, at Javnaðarflokkurin hevur enntá hótt við at slíta sam- gonguna. Tað ger flokkurin, tí hann góðtekur ikki tær ymsu sparingarnar, sum seinastu tíðina eru settar í verk á almannaøkinum. Sparingarnar, sum hava verið nógv umrøddar seinastu vikuna, hava loypt øði í nógvastaðni, bæði í almenninginum, hjá avvarð- andi at brekaðum og sjúk- um, hjá fakfeløgum og hjá áhugabólkum, sum vara av ymsu bólkunum, ið eru raktir av sparingunum. Tað byrjaði síðsta viku- skiftið, tá ið Sosialurin avdúkaði, at heimið fyri aspergarar í Pætursgøtu í Havn skuldi lata aftur. Síðani hava Kringvarpið og aðrir miðlar eisini drigið aðrar sparingar fram í ljósið, eitt nú at familjudeildin á Barnaheiminum verður niðurløgd sum samdøgurs- stovnur og hereftir bara skal vera eitt dagtilboð. Javnaðarflokkurin kroystur Javnaðarflokkurin følir seg so kroystan av øllum hesum sparingunum, at hann nú hevur kallað samgonguna saman til fund, ið beinleiðis mugu kallast kreppufundur. Har hevur Javnaðarflokk- urin kravt, at meiri peningur verður útvegaður til almannaøkið, serliga til barna- og umgdómsøkið. John Johannessen, polit- iskur formaður í Javnaðar- flokkinum, hevur onga viðmerking til málið. Tað einasta, hann vil viðganga, er, at samgongan er í eini tilgongd, har allir hesir spurningarnir eru til viðgerðar. Blokera øll politisk mál Men frá álítandi keldum í samgonguni hava vit fingið at vita, at Javnaðarflokkurin beinleiðis hevur sett tað fram sum eitt treytaleyst krav til samgonguna, at meiri peningur verður út- vegaður til almannaøkið. Flokkurin hevur eisini gjørt greitt, at øll onnur politisk mál verða blokerað, til meiri peningur er út- vegaður til almannaøkið, serliga til barna- og ung- dómsøki. Tað skilst, tað sum serliga pínir flokkin, er, at familju- deildin á Barnaheiminum letur aftur sum samdøgurs- deild. Men keldur okkara vilja vera við, at kreftir í sam- gonguna eisini arbeiða við øðrum sparingum. Í hesum sambandi eru tað kreftir í samgonguni, sum vilja sleppa ætlanini at hækka studningin úr landskassa- num til at byggja ellis- og røktarheim fyri at spara landskassanum útreiðslur. Hetta fer serliga at raka ætlanina at byggja ellis –og røktarheimið í Vági og verður stuðulin ikki hækk- aður, er mest sannlíkt, at ætlanin at byggja heimið, dettur niðurfyri, ella í besta føri verður útsett í nøkur ár. Heldur ikki hetta vil Javnaðarflokkurin góðtaka. Kortini er flokkurin sinn- aður at finna sparingar, har tað ikki rakar grundleggj- andi vælferðartænastur, sum politisku keldur okkara endurgeva Javnaðarflokk- urin fyri at hava tikið til á teimum politisku fundunu, ið hava verið. Eykajáttan ella eyka inntøkur Javnaðarflokkurin krevur, at meiri peningur verður settur av til almannaøkið, um tað so skal vera neyðugt við eykajáttanum. Letur tað seg ikki gera, krevur flokkurin hinvegin, at hugt verður eftir, hvussu fleiri inntøkur kunnu útvegast landskassanum. Í hesum sambandi er spurningurin um tollfrítt tubbakk og tollfrítt rús- drekka aftur farin at spøkja. Tað metir flokkurin sum onki annað enn ein fjaldur stuðul til vinnulívið, sum tað ongin meining er í at varðveita við einum halli á fíggjarlógini upp á eina hálva milliard. Sparingarnar, sum eru fráboðaðar á almannaøkinum seinastu dagarnar, hótta nú við at sprongja samgonguna í luftina, tí Javnaðarflokkurin krevur at samgongan útvegar meiri pening til almannaøkið, serliga barna- og ungdómsøki. Tað eru eisini kreftir í samgonguni, sum liggja ellis- og røktarheiminum í Vági eftir lívinum fyri at spara pengar Javnaðarflokkurin hóttir við at slíta samgonguna Føstulávint í Mentanarhúsinum Nógv verður gjørt burturúr føstulávintsdansinum í Mentanarhúsinum í ár. Eingin mætari enn Spaðar 5 koma norður at spæla og við teirra breiða úrvali av góðum løgum er besti dansitónleikurin tryggjaður. Húsið verður pyntað til høvið fyri at kunna standa mát við teimum ofta flott pyntaðu grýlunum. Harafturat verða vinningar til flottastu kvinnuligu og flottastu mannligu grýluna, eins og ein eyka vinningur. Flottastu grýlurnar hava møguleikan at vinna 2 vikuskiftispass til G! festivalin ella 2 til Við Múrin – Føroya feitastu festivalar! Eykavinningurin er frá Føroya Bjór. Hetta kvøldið verður opið í Mentanarhúsinum til kl. 5, so øll skuldu havt møguleikan at dansa seg pøstan áðrenn føstu.