fríggjadagur 20. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 sosialurin 20. februar 2009
Rákið – hús & heim
arbeiða ótarnað, fortelur Uni og
leggur afturat, at hann fyrr – tá
virkið hevði eini 10 fólk, onkutíð
tók eina hond við í vanliga
málara-arbeiðinum, men tað
hendir ikki so nógv longur.
– Um summarið, tá vit hava
mest at gera, verið eg noyddur at
taka eina eyka hond við, til dømis
tá vit skulu seta stilladsir upp og
annað, men ta mesta av tíðini fer
við at koyra runt millum arbeiðini
og málingahandlarnar og annars
vera úti um meg við at geva
tilboð, greiðir Uni frá.
Eftir at hava sæð bæði móttøk-
una hjá grannskoðarunum SPEKT
og nýggju kantinuna hjá heilsøl-
uni Poul Hansen, sum Una’sa fólk
hava gjært, verður leiðin sett
niðan á Hotel Føroyar. Har er
umleið helvtin av fólkunum hjá
Una í gongd í løtuni við at gera
ein heilan vong av kømurum
lidnan til háárstíðina.
– Arbeiðið á Hotel Føroyum,
sum vit hava verið partur av,
síðani nýggi stjórin fór í gongd
við stóru umbyggingina, er eitt
spennandi job. Har verður
hugsað um hvørja detalju, og tá
krøvini eru so høg og úrslitini so
góð, so smittar tað eisini av upp á
arbeiðsgleðini, sigur Uni og fær
eitt fjart smílandi brá yvir seg.
– Hann dugir ótrúliga væl,
leggur málarameistarin afturat,
nærum innantanna.
Eg ivist eina løtu í, um hann
meinar við stjóran á Hotel Før-
oyum ella seg sjálvan, men tað
kann í veruleikanum gera tað
sama, tí báðir eru teir sera
dugnaligir.
Stikkpillarar
Eftir at hava heilsað upp á nakrar
av íslendingunum, sum arbeiða
fyri Una uppi á hotellinum við
Oyggjarvegin, gongur leiðin út á
Argir. Íslendingarnir á hotellinum
vóru skemtiligir, og sóu út til at
trívast. Teir prátaðu hálv-føroyskt
longu, sjálvt um teir bara hava
verið her nakrar mánaðir, og
sjálvt um tú kendi á teimum, at teir
hava stóra virðing fyri stjóranum,
so komu eisini onkrir stikkpillarar,
so sum tað er vanligt í bæði
hesum og øðrum handaligum
umhvørvum. Og Uni stakk
afturímóti.
Á veg inn í fyrsta raðhúsið
Undir Kongavarða, hitta vit enn
ein íslending.
– Hasin fer aftur til Íslands nú.
Hann hevur fingið arbeiði, fortelur
Uni og smílist um alt andlitið.
Málarameistarin hevur einki
ímóti at missa hendan góða
mann, tí hann er í Føroyum
einsamallur, meðan kona og børn
eru í Íslandi. Hann hevur trivist
væl í Føroyum, men longst illa, so
tað eru tí gleðiboð fyri bæði
íslendingin og Una, at hann nú
skal til Íslands aftur at arbeiða.
Inni í húsinum í »Valby«, sum
eg havi hoyrt onkran rópa bygg-
ingina undir Kongavarða, er
ótrúliga gott útsýnið. Eg havi glett
meg allan seinnapartin til at
sleppa at vitja her, og nú vit
standa og hyggja út yvir Argir og
Havnina, eri eg ikki skuffaður. Tað
er klárt í veðrinum, og tað minnir
mest av øllum um ein av hesum
túrinum við Atlantsflog, tá flog-
skiparin ger av at fara ein lítlan
»sight-seeing-túr« inn yvir Havn-
ina, áðrenn lent verður í Vágum.
Fantastiskt.
Málingalív
Jesar, sum hevur arbeitt í 23 ár
hjá Una, og Pauli, sum er
arbeiðsformaður, eru í raðhúsinum
undir Kongavarða, og teir lata
væl at Una, tá eg spyrji hvussu
hann er at arbeiða hjá. Sjálvt um
mann kanska eigur at siga okkurt
gott um arbeiðsgevara sín, tá
hann hoyrir hvørt orð, so tykjast
teir at vera erligir, tá teir rósa
honum. Tú sært tað í eygunum á
teimum, at teir bæði hava virðing
fyri Una, samstundis sum teimum
dáma at verða í hansara selskapi.
Uni er spentur upp á byggiætl-
anina undir Kongavarða, og tað
er eisini ein góður kjansur, sum
hann hevur vunnið sær her. Hann
var eina hálva millión krónur
lægri enn næstlægsti, tá tilboðini
vóru komin inn, men tað skal nokk
ganga.
– Eg haldi ikki at mítt tilboð var
for lágt, og gongur alt nøkulunda,
sum tað skal, so fari eg at fáa eitt
oyra burturúr her eisini, sigur
hann.
Á veg oman í býin aftur, spyrji
eg Una, um hann hevur hugsað
um framtíðini, sjálvt um hann bara
er hálva øld gamal. Hann svarar
beinanvegin »ja«, men drálar so
eitt sindur. Kanska er hann ikki
komin til sættis við sær sjálvum
um hesa tíð, tó at hann hevur
hugsað. Og tað er akkurát tað,
sum tað er.
– Eg havi hugsað nógv um
framtíðina, men eg endi altíð við
at koma til ta niðurstøðu, at eg vil
halda áfram sum nú. Máling er
mítt lív, og eg elski hetta lívið. Um
eg missi málingalívið, so missi eg
mín samleika, haldi eg, sigur
hann og verður aftur eitt lítið
sindur fjarur.
– Kanska endar tað við, at
Hanus (sonurin, blaðm.) tekur yvir,
og so kann eg bara arbeiða hjá
honum, leggur hann síðani
afturat.
_____________________________
Leif Láadal
Jesar er skjótur at geva Una tímaseðilin, tá teir hittast
Poul Hansen hevur fingið nýggja kantinu, sum Una’sa fólk hava málað
Skemtast við íslendingarnar, sum arbeiða fyri Una á Hotel Føroyum
Slappar av eina løtu í stólinum í Clinton Suituni, sum Una’sa fólk eisini hava
málað
Útsýnið frá einum av raðhúsunum undir Kongavarða
»Er for lítið at gera, ber ikki
til at arbeiða tað av tær.«
Uni Zachariasen, málarameistari
Framhald av síðu 4