Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2009 Meðan tíðin tykist fara við flestu tradi­ tión unum, halda dal­ bingar fast við føstu­ lávints mánadag føstulávint Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dalur er eftirhondini mill­ um fáu bygdirnar í Fø r­ oyum, sum enn halda fast við traditiónina at sláa tunnu føstu lávints mána­ dag. So at siga alla aðra staðni er hetta flutt til leygar dag ella enntá fríggja­ dag undan føstulávint. ­ Her sláa vit enn tunnu mánadag. Byrjað verður klokkan 15, tá børnini sláa tunnu. Síðani verður so farið inn í Eiriksgarð, har tey sláa pottar ella kasta bóltar eftir borðiskum, alt eftir nú hvat liggur fyri hond ini, greiðir Helga Poul sen frá. Seinni – einaferð um 17­tíðina – fara tey vaksnu so at sláa tunnu, og tað eru bæði menn og kvinnur, sum halda seg framat. Vanligt er, at katta­ kongurin verður borin heim til hús, har hann bjóða eitt­ hvørt leskiligt. Ikki altíð gongst sum ætlað, og einaferð føstu­ lávint var, og tunna sum van ligt varð sligin, varð tað eitt konufólk, sum gjørdist katta kongur. Traditiónin skuldu jú fylgjast, og hendan konan mátti bjóða heim. Men ólukkutíð, so visti hon einki, hvat maðurin goymdi tað váta slagið, og mann fólkið í bygdini vildi ikki út aftur, fyrr enn teir høvdu fingið upp í nevið. Har var einki annað at gera hjá konuni, enn at ringja umborð til mannin, sum var til skips, at vita, hvar hann hevði brenni­ víns goymsluna. Hetta var í teirri tíðini, tá ongar far­ tele fonir ella so frægt sum ein VHF’ur var til taks, so alt tosið fór fram um Tórs­ havnar Radio, sum hvørt mans barn í Føroyum hoyrdi og lurtaði eftir. Hóast søgan ikki sigur nakað um tað, so mátti hesin maðurin uttan iva finna sær eina nýggja goymslu til tað váta slagið. Dansa føstuna inn ­ Konufólkið í bygdini mat­ ger til kvøldið, onkur syrgir fyri smyrjibreyði, onkur annar fyri køkum soleiðis, at øll koma við sínum. So hittast øll, børn og vaksin, at hugsa sær við mati og drekka, tá tunnusláingin og blíð skapurin hjá katta­ konginum er fingin frá hond ini, sigur Helga Poul­ sen. ­ Um 20­tíðina verður so farið upp á gólv at dansa føstuna inn, og hildið verður á nakað út á kvøldið, siga tær báðar Helga Poul­ sen og Sannelena Nolsøe, sum riggaðu til mikudagin, tá Sosialurin vitjaði. Hildið verður kortini ikki fast við allar síður av tradi­ tiónunum. ­ Fyrr var tað vanligt, at dal bing ar fóru mannsterkir til Skálavíkar at dansa føstu lávints mánakvøld, men soleiðis er ikki longur. Tann parturin av traditiónini er fallin burtur. Og nú sláa sand ingar fyri fyrstu ferð tunnu leygardag, so nú ber heldur ikki til hjá ung­ fólkinum at fara hagar, tá liðugt er í Dali, siga tær báð ar. So mánakvøldið verður aftur í ár tunnusláttur í Dali, ein av fáu – og kanska einastu – bygdunum í Før­ oyum. Har halda tey nevni­ liga fast við traditiónirnar. Halda fast við traditiónirnar Helga Poulsen og Sannelena Nolsøe uttan fyri Eiriksgarði í Dali, sum er bygdahúsið í bygdini Mynd: Álvur Haraldsen Fyri nøkrum árum síðani legði Sands Kommuna eitt rími­ liga stórt øki av til ídnaðarøki, og nú er hetta sundur­ matrikulerað. Stórur áhugi er fyri økinum, og fimm grundstykki eru seld ÍDnAÐuR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Suðuri omanvert havnalagið legði Sands Kommuna fyri nøkrum árum síðani eitt øki av til ídnaðarøki. Lítið varð tó gjørt við hetta øki til fyri stuttari tíð síðani, tá kommunan fór undir at sundur matrikulera økið. Og nú er rættilig gongd komin á. ­ Vit hava selt fimm av grund stykkjunum, og fýra teirra eru liðugt frá matrikul­ er að, meðan tað fimta er í teirri prosessini, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi. Talan er um fyritøkur á Sandi, sum vilja hava størri rása rúmd, so talan er ikki um nýtt virksemi, sum fer í gongd. ­ Vit hava býtt grundøkini upp í ymsar støddir, frá 1500 fermetrum upp til 4000 fermetrar. Haraftrat hava vit valt at selja grund­ økini ógvuliga bíliga, bert 15 krónur fermeturin, sigur Páll á Reynatúgvu. Tó er tað so, at fyri tøkur­ nar sjálvar mugu grava oman av og planera, men ein stór grótrúgva liggur tætt við ídnaðarøkið, og har kunnu fyritøkurnar fáa grót ókeypis til planeringina. So treytirnar eru so lagaligar, sum tær kunnu vera. Áhugi aðrastaðni Borgarstjórin á Sandi sigur, at byggisamtyktin fyri ídn­ að ar økið er ógvuliga breitt orðað, og loyvir øllum enda málum innan handil og vinnu, tó ikki fiski­ vinnu. Sum nevnt eru allar fimm fyritøkurnar, sum higartil hava søkt og fingið byggi­ loyvi á ídnaðarøkinum, av Sand oynni, men áhugi hevur eisini verið fyri øki­ num uttan fyri oynna. ­ Serliga tá tunnilsprátið gekk upp á tað harðasta, fingu vit fleiri fyrispurningar frá fyritøkum aðrastaðni frá um grundøki, men tað bleiv við fyrispurningarnar. Tað er jú langt frá optimal viður skifti, at vit framvegis skulu noyðast at líta á ferju at sleppa til og frá oynni, sigur Páll á Reynatúgvu. Fyritøkurnar, sum keypa og fáa byggiloyvi á ídnaðar­ økinum, fáa eina freist upp á tvey ár til byggingin skal byrja. Tað er her oman fyri havnalagið á Sandi, at Sands Kommuna nú hevur sundurmatrikulerað ídnaðarøkið Mynd: Álvur Haraldsen Stórur áhugi fyri ídnaðarøki Obama í Kanada Amerikanski forsetin, Barrack Obama, avsannaði í gjár, at hann skal hava lagt trýst á kanadisku stj´ronina fyri at fáa hana at senda fleiri hermenn til Afghanistan. Obama, sum er á vitjan í Kanada, segði tvørturímóti, at hann hevði takkað kanadisku stjórnini og forsætisráðharranum, Stephen Harper, fyri kanadisku luttøkuna í Afghanistan. Vitjanin í Kanada er fyrsta uttanlandsferðin hjá Obama, síðani hann tók við sum forseti. Á einum fundi samdust Obama og Harper um, at USA og Kanada skulu samstarva á orkuøkinum fyri at tálma veðurlagsbroytingunum. Biskupur skal av landinum Myndugleikarnir í Argentina hava givið tí umstrídda katólska biskupinum Richard Williamson boð um at fara va landinum innan 10 dagar. Fer hann ikki við góðum, verður hann fluttur av landinum. Richard Williamson er ein sera umstríddur maður, tí hann heldur uppá, at í mesta lagi 300.000 jødar vórðu fyribeindir í týningarlegunum hjá týsku nazistunum og ikki seks milliónir, sum søgufrøðingar siga. Vatikanið hevur biðið biskupin broyta hugsan, men hann hevur biðið um tíð til at hugsa seg um.