Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 20. februar 2009 9 Rákið – hús & heim og barnagørðum, vísir Hallur á. Krøvini umfata bæði gang inni í bygningunum sjálvum, men eisini hvussu væl larmur uttanífrá hoyrist inn. Krøvini eru tó ymisk til ymsu endamálini. Summi krøv snúgva seg um larm inni í bygninginum, meðan onnur snúgva seg um ljóðisolatión ímillum íbúðir og um óljóð uttanífrá. Ì eini skúlastovu skal dentur leggjast á, at lærarin skal hoyrast væl, og tí skal vanlig tala fram­ hevjast. Ì eini opnari, stórari skrivstovu, har fleiri sita í sama rúmi og arbeiða, verður tað harafturímóti skjótt óúthaldiligt, um øll skulu hoyra hvønn annan klárt og týðiliga. Í íbúðarblokkum skal tað ikki hoyrast betri enn eitt vist ímillum íbúðirnar, og larmur frá trafikki og frá ídnaðarøkkjum tætt við skal ikki hoyrast inn. Krevjandi uppgávur Men hóast Hallur veit alt um ljóð, so eru øll ikki altíð so fegin um hansara ráð. Til dømis tá gamlir bygningar skulu setast í stand, og arktitekturin vil varðveita gamla sniðið og nýta sama gamla tilfar at umvæla við. Ella tá innrætningsarkitetkar boykotta hansara tilmæli, tí tað ikki fer at hóska við stílinum, ið skal vera inni. – Vit eru ein ráðgevingarfyri­ tøka viðvíkjandi ljóði, og okkara uppgáva er ikki at hugsa um út ­ sjóndina og fáa tað pent, men at gera tað inniverandi. Vit tosa tó væl við arkitektarnar, so at vit saman við arkitektinum velja tilfar, ið hóskar til hansara ætlanir. Tað ber til at finna diskretar loysnir, men tað fer sum oftast at síggjast eitt sindur til tað – til dømis um loftið er gjørt av gipsplátum við holum í, ella um loftið er lækkað og hongt á skinnarar, greiðir Hallur frá. Hann leggur tó afturat, at tað eisini finnast loysnir, ið ikki síggjast, men hesar eru oftast tær dýrastu. Í Danmark fær Hallur tó altíð seinasta orðið, tí arkitektarnir og byggiharrarnir mugu boyggja seg fyri lóggávuni. Í Føroyum er støðan ein onnur. Ofta verða ljóðserfrøðingar als ikki tiknir við uppá ráð, tí einki krav er um tað. Tað ger, at teir av og á verða bidnir um at koma afturumaftur og gera lappaloysnir, fyri at bøta sum frægast um ljóðtrupulleikan. – Sum oftast er tað loftið, ið man tá ger nakað við, tí tað er ein stór flata, ið er relativt løtt at arbeiða við. Men tað merkir ofta, at stórur partur av el­arbeiðnum við spottum og flottum lampum má gerast av nýggum. Og tað kostar. Skal man undir størri bygging viðmælir Hallur tí, at fáa ljóðkøn fólk við frá byrjan, so tað slepst undan at gera dupultarbeiði. Tá verður tilfarið og konsturktiónin lagað eftir ætlanunum, so gang­ urin inni ikki gerst óúthaldiligur, og óljóð uttanfyri ikki órógva inni, tá húsini ella bygningurin eru liðug. Arkitektteknað hús Hallur heldur ikki, at ljóðtrupul­ leikarnir eru stórir í vanligum før­ oyskum sethúsum. Men seinastu tíðina hevur tað vundið alt meiri uppá seg at tekna síni egnu hús ella at byggja arkitektteknað hús. Og nú byrjar akustiktrupulleikin at gera um seg. – Arkitektar hava eitt lítið sindur um akustik í útbúgvingini, men tað er ógvuliga minimalt, og tað er helst ikki tað fyrsta, teir hugsa um, tá teir tekna eini hús. Flestu arki­ tektar eru tó so mikið at sær komnir, at teir seta seg í samband við ljóðkøn fólk, tá teir sjálvir eru í iva. Men tað er kanska serliga, tá talan er um størri bygging, so sum skúlar og aðrar stórar bygningar, vísir Hallur á. Hansara besta ráð er tí, at um fólk byggja sær stór hús og fáa ein arkitekt at tekna tey, so er kanska eisini vert at gjalda tað, tað kostar at fáa akustikkin í lagi. Tí hvør vil hava eini hús, har tað ikki er liviligt? ––––––––––––––––––––––––––––– Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Góð ráð um bygging og akustik: • Í Føroyum er eingin lóg, ið ásetur hvussu nógvur gangur skal vera loyvdur, og tí er heldur einki krav um, at tey, ið byggja ella tekna tíni hús, skulu hugsa um akustik. Tak tí sjálv/ur um endan og tryggja tær, at tað fer at verða liviligt inni við at fáa serkøn fólk upp í leikin. • Hugsa um ljóðið beinanvegin – ofta hugsa fólk ikki um ljóðtrupulleikar, fyrr enn tað er ov seint. • Nýtir tú nógvan pening til eini arkitektteknað hús, er kanska eisini vert at nýta pening til akustikaran. • Alt, sum tú hevur inni, hevur ávirkan á ljóðið. Tað er kanska ein av orsøkunum til, at proppfulla húsið hjá ommuni ikki ekkóar líka illa sum eini nýggj hús við minimalistisk- um stíli, stórum, opnum rúmum og stórum vindeygum. • Vánaligur aku- stikkur kann gera tað strævið at vera inni og elva til høvuðpínu, strongd og órógv. • Skal rúmið demp- ast, er tað ofta loftið, ið verður viðgjørt. • Hóast ein loysn hevur riggað væl hjá grannanum, er als ikki vist, at tað fer at rigga hjá tær, tí tað eru so nógv ting, ið spæla inn, tá um ljóð ræður. Set teg í samband við ein ljóðkønan, áðrenn tú kastar teg út í at »apa eftir grannan- um« Tað vindur alsamt meiri uppá seg at tekna síni egnu hús ella at byggja eftir arkitekttekningum. Men hóast tað sær flott út, er tað ikki víst, at tað verður liviligt inni. Vánaligur akustikkur elvir til høvuðpínu, møði og strongd, og alt fleiri familjur stríðast við hendan trupulleikan. Men í Føroyum er einki krav til ljóðviðurskiftini í bygningum.