Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2009 verja borgar a n, kann hava við sær, at ein óhepp in triði­ partur fær hend ur á upp­ lýsing un um. Bankin verjir upp­ lýsingarnar Hendan kritikkin av goymsluni hjá bankunum dugir Janus Petersen, for­ maður í Felagið Føroyskir Peninga stovnar, ikki at skilja. ­ Upplýsingarnir vera goymd ir í bankanum, so leiðis, at vit kunnu vera púra vís í, hvørjir kundarnir hjá okkum eru. Hetta kann tykjast formalistiskt, at vit í einum so lítlum samfelagið skulu prógva, hvørji vit eru, men soleiðis er reglurnar alla staðni í heiminum, og peninga stovnarnir kunnu fáa trupulleikar, um teir ikki hava upplýsingarnar, sigur Janus Petersen. Hann vísir eisini á, at bankin bara fylgir lógini, og tí skal hava hesar upplýsingarnar. ­ Vit goyma upp lýsingarnar trygt, og tað er bara, tá vit skulu boða frá óreglusemi, at vit nýta hetta veru liga, og so eisini tá fíggja reftirlitið skal gera kann ingar av okkum, sigur for maðurin í Felagnum Føroyskir Peningastovnar. Vildu sloppið undan Janus Petersen vísir á, at hendan lógin í veruleika­ num bara gevur bankunum eyka arbeiði. ­ Vit vildu heldur enn fegnir sloppið frá, men tá lógin er komin, so mugu vit fylgja henni, sigur hann. Sam stundis vísir formaðurin á, at bankarnir longu nú byrja at fáa trupulleikar av, at teir ikki hava hesar upp lýsingar. ­ Tá vit eru í kontakt við aðrar bankar, so kemur tað ofta fyri, at vit verða spurdir, um vit hava impli men tera hesa lógina, tí álitið til bankar, sum ikki hava hesa lóg er sera lítið, stað festir hann. Eftirlit er allastaðni Hóast tað kann tykjast tungt at avreiða so nógvar upp­ lýsingar, so skilur Janus Peter sen hetta als ikki. ­ Hetta er ikki verri enn nakað annað. Vit vísa sam­ leikaprógv næstan alla staðni, og er onki galið, so skuldi ikki verið nakað at verða bangin fyri, sigur hann. Hann leggur afturat, at bankin longu hevur næstan allar hesar upp lýs ingar og meira afturat, so fólk skulu ikki vera bang in. Hann leggur somuleiðis stóran dent á, at banka­ skipan ir í einum landi ikki verða góðkendar, um hesar regl ur ikki eru galdandi, tí penga streymar eru týdn ing­ ar miklir, tá talan er um fígg­ ing til yvir gangs virksemi. í Føroyum Orsøkin til góða úrslitið hjá okkum í fjør er tann stóri aktivi tetur, sum fe lagið hevur havt, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Air­ ways ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hóast sera vánalig útlit fyri búskapin sum heild og flogferðslu serliga, hevur Atlantic Airways megnað at fingið eitt eftir um støð­ unum framúr gott úrslit. Smáar 20 milliónir í avlopi má sigast at vera eitt ógvu­ liga gott úrslit. Stjórin í felagnum er eisi­ ni væl nøgdur við úrslitið, sum hann sigur stavar frá øktum aktiviteti í fjør. ­ Aktiviteturin var mun­ andi størri í fjør enn undan­ farin ár. Vit hava framleitt nógv meira. Flogtímarnir eru øktir við 3.400, og tað svarar til alt tað, vit flugu í 2004 tilsamans. So tað sigur seg sjálvt, at tá vit økja aktivitetin so nógv, sæst tað aftur, sigur Magni Arge. Tað er serliga avtalan við SAS um at flúgva til tær destinatiónir, sum danska flog felagið fleyg til við illa lýddu Dash­8 flogførunum, sum hava gjørt ein stóran mun. ­ Grundraksturin batnaði sera nógv í fjør, og tað sæst aftur í úrslitinum hjá okkum, sigur Magni Arge. Starvsfólkatalið er eisini mun andi økt í sambandið við økta aktivitetin – har sátt málin við SAS var ein stórur postur – úr 192 árs­ verk um upp í 277. Hetta talið fer tó at minka aftur, tá sátt málin við SAS gongur út seinni í vár. Trimma til tíðirnar ­ Soleiðis sum útlitini er í løtuni, má roknast við væl minni aktiviteti í ár enn í fjør, og tí ræður um at trimma fyritøkuna til versn­ andi tíðir. Men eg haldi, at vit standa rættiliga væl brynjaðir at taka ímóti verri tíð um, tí bæði egnpeningurin og serliga gjaldførið er mun andi betri nú, enn tað hevur verið, sigur Magni Arge. Og júst hetta hevur At lantic Airways lagt stóran dent á at betra, nú felagið hevur havt munandi størri aktivi te tir. So nú er bæði egin peningur og gjaldføri tví faldað. ­ Vit hava alla tíðina vitað, at sáttmálin við SAS var tíðaravmarkaður, og vit hava onga trygd fyri, at fáa ein nýggja sáttmála at seta í staðin. Men tá hesin sátt­ málin rennur út, kunnu vit lata tvey flogfør aftur til British Aerospace, hagani vit hava leigað tey, sigur Magni Arge. Hann sigur, at felagið alla tíðina er úti um seg, men at mink andi eftirspurningur ger tað trupult at halda ein høgan aktivitet. ­ Tað ræður um at laga seg til umstøðurnar og at klára seg við minni. Men sam stundis er neyðugt, alla tíð ina at vera klárur, tá møgu leikarnir stinga seg upp. Og í verri tíðum eru bankar nir ikki so altráðir eftir at lána pening út, og tí er tað av so sera stórum týdn ingi, at vit hava megnað at økt munandi um egin­ peningin og serliga gjald­ førið, sum er alt avgerandi í slíkum tíðum, sum vit nú eru í, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways. Stórur aktivitetur skapt gott úrslit Lógarfestir spurningar Sosialurin tekur støði í spurnarblaðnum frá Eik. Tó er lítil munur á spurningunum frá banka til banka, hóast Føroya Banki eisini hevur ein spurning, har teir ynskja at senda kundum sínum lýsingartilfar. Hetta við lýsingum, hevur onki við hesa lógina at gera, men við nýggju marknaðarføringslógina. Niðanfyri eru tilvísingar og frágreiðingar til spurningarnar. Lógin talan er um kallast: LOV OM FOREBYGGENDE FORANSTALTNINGER MOD HVIDVASK AF UDBYTTE OG FINANSIERING AF TERRORISME, sum kom í gildi í Føroyum 1. juli 2008 Avrit av passi ella koyrikorti: Hetta stendur í vegleiðingini frá fíggjareftirlitinum. Har sendur, at samleikin skal skjalprógvast við passi ella koyrikorti. Hetta er ikki skrivað í lógini, men fíggjareftirlitið arbeiðir eftir sínum treytum. Navn: Lógarkrav Bústaður: Lógarkrav p-tal/passnummar: Lógarkrav Telefon, fartelefon og teldupostur: Ikki krav lógarkrav Tjóðskapur: Har skal mann skriva, hvar mann er føddur, tí tað er spurt um føðistað og ikki tjóðskap í vegleiðingini frá Fíggjareftirlitinum Skattskylda: Ikki lógarkrav Starv: Ikki lógarkrav Politiskt útsettur persónur: Ikki lógar krav Endamál við bankasambandinum: Lógarkrav Um mann regluliga setir yvir 10.000 krónur inn: Lógarkrav og kann geva trupulleikar við bankanum Væntaður umsetningur: Lógarkrav og kann geva trupulleikar við bankanum Flyta pengar kontant: Lógarkrav og kann geva trupulleikar við bankanum Upplýsingar um 3. mann: Lógarkrav SIC kring Evropa Í dag verður fyrsta framførslan í umfatandi rundferðini hjá SIC. Føroyski heavy metal bólkurin SIC er farin undir eina umfatandi rundferð kring Evropa, og fyrsta framførslan verður í dag í Bergen. Framførslurnar á rundferðini eru yvir fimmti í talið, og talan er um fýra lond, ið SIC vitjar komandi mánaðirnir. Nógv tóm flogsetur Atlantsflog er kanska eitt undantak, tí sambært evropeiska loftferðslufelagsskapinum AEA var 2008 eitt vánaligt ár hjá teimum evropeisku flogfeløgunum. 11 av teimum 32 limunum í felagsskapinum siga, at tey høvdu færri ferðafólk í fjør enn í 2007. Tilsamans fluttu feløgini 366 milliónir ferðafólk í fjør, og í meðal stóðu 24 prosent av flogstólunum tómir. Størstu afturgongdina hevði italska felagið Alitalia, sum hevði 26,1 prosent færri ferðafólk í fjør enn Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, og Christian Andreasen, nevndarformaður, eru væl nøgdir við úrslitið hjá felagnum, sum var stak gott hóast truplar tíðir Mynd: Jens Kristian Vang