fríggjadagur 20. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 sosialurin 20. februar 2009
Rákið – hús & heim
– Tað eru fleiri føroyskir byggi
harr ar, ið nýta donsku ella
íslendsku lóggávuna ella leita sær
serkøna hjálp, tá teir fara undir at
byggja. Men eg havi eisini hoyrt
søgur um, at summir bert byggja
skjótt og bíligt, og at teir tí ikki
hugsa so nógv um, hvørt tað
verður liviligt inni í húsunum fyri
larmi. Tað sigur Hallur Johannes
sen, sum er akustikari ella ljóð
verk frøðingur, og sum livir av at
ráðgeva um ljóð og ljóðdemping.
Ljóð kelda til strongd
Sum heild eru fólk lítið tilvitað um
ljóð og akustik, tá tey skulu
byggja ella umvæla sær húsini.
Av tí sama eru fleiri dømi um, at
tá húsini eru liðug og gerandis
dagurin byrjar, so er ikki inni
verandi fyri larmi.
Støðugt sjóð, ekkó ella djúpir
tónar, ið skera ígjøgnum, eru alt
keldur til irritatión, møði og
strongd hjá teimum, ið dagliga
skulu virka og vera í ganginum.
Hetta veit Hallur Johannesen úr
Havn alt um. Dagliga ráðgevur
hann arkitektum og byggiharrum
innan bygging og ljóð. Men sjálvt
um hann veit alt um ljóð, so er tað
honum ómøguligt at koma við
generellum ráðum um, hvussu tað
slepst undan óynsktum larmi.
Tað ber ikki til at gera ein fasit
lista yvir, hvussu tú kanst sleppa
undan ringum akustikki. Tað eru
nevniliga óendaliga nógv ting, ið
hava ávirkan á hvussu ljóðið
verður. Men tilfarið og innrætt
ingin spæla ein stóran leiklut,
greiðir hann frá.
Dempað ella ikki dempað
Hallur skilir ímillum tveir pólar.
”Dempað rúm”, ið eru rúm, har
nógvar flatur eru, ið kunnu
absorbera ljóðið. Teppi, stórar,
bleytar sofur, stórar gardinur,
bókareolir og annað, sum er inni,
hjálpir til at minka um larmin.
Harafturat ber til at nýa serligt
ljóðminkandi tilfar at byggja við,
sum eisini gera rúmið dempað.
Hin pólurin er ”ikki dempað rúm”.
Hetta eru rúm, har ljóðið ikki
verður absorberað, men verður
hangandi í rúminum leingi, og tí
kann elva til strong og møði. Her
eru harðar og stórar flatur, so sum
berir veggir, stór vindeygu, hurðar
og tílíkt, ið ikki absorbera ljóðið.
Munurin er, at øll ljóð so sum
prát, skramlan av stólum, gangur
frá sjón og útvarpinum larmar
meiri í einum ikki dempaðum
rúmið, tí ljóðið verður hangandi
so leingi. Tað ger tað stræðvið at
vera inni, og tunghoyrd og eldri
fólk hava ofta hava trupuleikar av
at hoyra, hvat verður sagt, tí
ljóðið loypur saman, so orðini
gerast óskillig.
Men tað er jú neyðugt við
veggjum, vindeygum og hurðum,
tá tú byggir. Spurningurin er tí,
hvørjum tilfarið hesi neyðugu
tingini eru úr, og hvussu tú
innrættar húsini.
Minimalistiskt ella liviligt?
Hallur sigur, at innrættingin hevur
nógv at siga. Alt, sum er inni,
hevur ávirkan á ljóðið. Hevur tú tí
ein trupulleika við ljóði, so er tað
helst lættasta loysnin at leggja eitt
teppi á gólvi ella at fáa fleiri
bleytar møblar inn.
Men tað finst eisini ljóðmink
andi tilfar, ið veggir og loft kunnu
klæðast við, um tú ikki ynskir at
fylla tær húsini við teppum,
møblum og bókum.
– Men tað er ikki bert tað, ið er
inni, ið ávirkar. Hvussu rúmini eru
skapað, spælir eisini inn. Stór
rúm, har stova og køkur ganga út
í eitt, og einki er, sum brýtur
ljóðið av, hava ofta nógvan larm,
vísir Hallur á.
– Og í húsum, har tað er opið
uppundir tróðrið er vandin fyri
larmi somuleiðis størri, tí høg rúm
larma generelt meiri enn lág rúm.
So ynskir tú ein minimalistiskan
stíl við stórum opnum rúmum,
fáum møblum, stórum veindeygum
og berum veggjum – ja so er
kanska ikki so nógv at gera. Av
og á mást tú ganga uppá
kompromis. Ynskir tú ein
minimalistiskan stíl – ja, so er ein
náttúrlig avleiðing ofta, at tað
verður gangur inni.
Hallur vísir á, at júst hesin
spurningurin ofta ger tað torført
hjá arkitektum og akustikarum at
semjast. Arkitektarnir ynskja at
skapa ein beran stíl, sum víst er
flottur –men har verður bara ikki
liviligt inni.
– Tað er tó ógvuliga ymsikt
hvussu sárbær fólk eru fyri ljóði.
Summi leggja einki í, um tað
ekkóar ella sjóðar, meðan onnur
als ikki tola tað, greiður Hallur
frá.
Lóggeva seg frá strongdini
Í grannalondunum eru tey greið
yvir, at ljóð hevur stóra ávirkan á
flestu fólk, og tí er tað tikið við í
bygningslóggávuna. Í Danmark
skulu ávís krøv um ljóðviðurskifti
verða hildin, tá bygt verður.
Verður lóggávan ikki fylgd, skal
tað bøtast beinanvegin fyri at
minka um larmin, og harafturat
verða bøtur lætnar til tann, ið ikki
hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.
Her er tað, at Hallur kemur inn í
myndina. Sum akustikari er tað
nevniliga hansara arbeiði at
ráðgeva arkitektum og byggi
frøðingum um, hvussu teir á skila
bestan hátt kunnu tryggja forsvar
lig ljóðviðurskifti. Bæði tá teir
byggja nýtt, men eisini tá teir
umvæla.
– Til dømis senda teir okkum
tekningar av húsunum og eina
fráðgreiðing um hvat tilfar teir
ætla at nýta. Sìðani rokna vit út,
um ætlaninar fara at lúka lógar
krøvini um larm. Um vit síggja, at
tað ikki fer at lata seg gera,
skjóta vit aðrar loysnir upp, til
dømis við at skifta okkurt tilfar um
við okkurt annað, ella við at
broyta tekningina eitt vet, greiðir
Hallur Johannessen frá.
Um talan er um bygningar, ið
skulu umvælast, so ger Hallur
neyvar ljóðkanningar í bygning
inum og ráðgevur so út frá tí hann
finnur fram til.
– Tað eru krøv til ljóðviðurskifti í
íbúðarblokkum, men eisini til
dømis í kontórbygningum, skúlum
Húsaófriður
– gangur í
gerandisdegnum
Í grannalondunum verða stór krøv sett til ljóð og akustikk í
húsum og bygningum. Men í Føroyum er eingin slík lóggáva,
og av tí sama hava vit nógvar flottar bygningar, har tað ikki er
inniverandi fyri gangi
F
A
K
T
A
Hallur Johannessen
• Hallur Johannessen
úr Havn hevur valt
sær ljóð sum
lívsstarv.
• Í apríl í fjør varð
hann útlærdur
elektroverkfrøðingur
við ljóði sum
sergrein.
• Hann starvast nú
sum ráðgevi hjá
donsku fyritøkuni
»Gade &
Mortensen Akustik«
í Keypmannahavn.
• Uppgávurnar spenna víða: alt frá at gera
kanningar av, um ein ætlaður vegur fer at
lúka ljóðlógina mótvegis tættastu grann
unum til at ráðgeva um byggiætlanir til
at fylgja limum í operaorkestrum, fyri at
tryggja, at teir ikki eru útsettir fyri meiri
larm, enn ásetta hámarki