fríggjadagur 20. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2009
Í yvirlýsing mótmælir
Føroya Pedagogfelag
sparingunum á
almannaøkinum.
Forkvinnan í fyri
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
stuðlar mótmælinum
AlmAnnAøkið
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Føroya Pedagogfelag mót
mælir í yvirlýsing avgerðini
hjá Løgtinginum um spar
ingar á almannaøkinum, ið
raka ov nógvar borgarar í
landinum. Ikki einans verð
ur víst á sparingar á Barna
heiminum og Pætursgøtu,
ið hava verið umrøddar sein
astu dagarnar, men eisini
eldraøkið, heilsu og sjúkra
húsverkið, Fróðskaparsetrið
og fólkaskúlaøkið.
Forkvinnan
í
Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar, Vár í Gong, tekur
undir við mótmælinum, og
heitir á sínar limir, sum eru
umfataðir av sparingunum,
um at venda sær til
felagið.
“Tað hevur stóran týdn
ing at Nærverki er ein væl
virkandi stovnur, tí hesin
er so týðandi fyri eitt stórt
kjarnuøkið í samfelagnum.
Vit vilja samstundis eftir
lýsa eina visjónsætlan,
sum mennir og styrkir
starvsfólk í Nærverki
num”, verður sagt í skrivi
frá
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Fakfeløg mótmæla sparingum
Javni og tey avvarð
andi at búfólkunum
í Pætursgøtu, hava
lova landsstýris
kvinnuni arbeiðsfrið
fram til týsdagin
AlmAnnAøkið
Eilen Anthoniusssen
eilen@sosialurin.fo
Fundur var í gjár millum
landsstýriskvinnuna í al
mannamálum, Rósu Samu
elsen, Javna og tey avvarð
andi
av
búfólkunum
í
Pætursgøtu 3, um sparingar,
ið tvinga niðurlegging av
sambýlinum í Pætursgøtu.
Javni og tey avvarðandi
hava
lovað
landsstýris
kvinnuni
arbeiðsfrið
til
týsdagin, tá meir verður at
frætta um málið.
“Tey avvarðandi og Javni
fingu høvi at lýsa støðuna
úr teirra sjónarhorni. Dentur
var m.a. lagdur á, at tann um
røddi bólkurin er sera við
brekin fyri broytingum, og
at øll sambýli eru heim
teirra, sum búgva har og
ongin eigur við kravboðum
at kunna taka heimið frá
fólki og flyta tey aðrastaðni.
Tað hoyrir ikki heima í
okkara tíð í okkara parti av
heiminum”, og “Ongin ivi
skal vera um, at Javni staði
liga mótmælir teimum spari
ætlanum, sum eru á brek
økinum”, stendur at lesa á
heimasíðuni hjá Javna.
Landsstýriskvinnan
arbeiðsfrið
Almennur føroyskur føstulávintsdansur í Havnar Klubba
Fríggjakvøldið 20. januar verður almennur føroyskur føstulávintsdansur í Havnar Klubba. Gomul siðvenja var at dansa føstulávints
mánakvøld, men av tí at vanligur arbeiðsdagur er dagin eftir, gjørdist fríggjakvøldið undan føstuni alt meiri veitslukvøldið, tá
fyritøkur og einstaklingar sláa tunnu, og mong kát og dansihugaði fólk eru í býnum hetta kvøldið. Henda broyting gjørdi, at
Dansifelag Kaggans fyri mongum árum síðani tók stig til at flyta almenna føstulávintsdansin frá føstulávints mánakvøldi til
føstulávints fríggjakvøld. Í øll árini hevur verið dansað í Kagganum, men sum kunnugt tæna hølir Kaggans í dag øðrum endamáli,
og tí ber ikki til at dansa har nú. Dansifelag Kaggans stóð tí uttan hølir til almennan dans, men í góðum samstarvi við Havnar
Klubba kundi Dansifelag Kaggans í fjør fyrireika almenna føroyska føstulávintsdansin í Klubbanum. Hetta eydnaðist sera væl, og
tí verður tiltakið aftur í ár. Á midnátt verður ábit at fáa – heimabakað breyð við góðum viðskera. Dansað verður frá kl. 22 til 03.
Síðan stevningarnar
byrjaðu at rúka aftur
og fram millum
TAKS, bilasølur og
bilkeyparar, stendur
Palleba enn og ivast,
hvussu hann skal
gera, vil hann hava ov
nógv goldna MVG’ið
aftur
mVG-málið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hvussu er tað nú eg skal
gera? Verði eg noyddur at
stevna, skal eg hava meir
virðisgjaldið av skráseting
argjaldinum aftur? Ífall,
hvønn skal eg so stevna?
Loysir tað seg so at stevna?
Ofta hevur hann, ið keypti
sær nýggjan bil í tíðar
skeiðinum millum 1999 og
2005, sett sær hesar spurn
ingar í seinastuni. Í miðl
unum hevur verið nevnt, at
einstakir bilkeyparar hava
stevnt TAKS, aðrir hava
stevnt bilasøluni, summir
báðum, meðan onkur bila
sølua eisini hevur stevnt
TAKS. Men lítið og einki
hevur verið frammi um,
hvussu tann vanligi borgarin
skal fyrihalda seg til hetta.
Vit hava tí ringt til bilasølu
og spurt, hvussu tú kann
gera.
Lætt nokk
Vit hava ringt til VR Bilar
og spurt, hvussu manna
gongdin er, vil tú hava hesar
pengarnar, sum tú hevur
goldið ov nógv, aftur.
Hatta er lætt nokk. Tú
kann venda tær til bila
søluna, har tú keypti bilin,
og biðja um ein faktura upp
á bilin, hevur tú mist tann
upprunaliga
vekk.
Har
standa allar upplýsingar á,
ið tær tørvar. Síðan skrivar
tú bert eitt bræv til TAKS
har tú skrivar okkurt líkn
andi við at »Undirritaði
søkir hervið, sæmbært hjá
lagda faktura, um endur
gjald av ov nógv goldnum
MVG
av
skrásetingar
gjaldinum«. Síðan setur tú
tína undirskrift á, og sendir
til TAKS, sigur Jóhan Petur
Olsen, søluleiðari hjá VR
Bilum.
Stutt eftir at bilkeyparin
hevur sent brævið til TAKS,
har hann biður um at fáa ov
nógv goldna MVG’ið av
skrásetingargjaldinum
afturgoldið, fær hann eitt
bræv aftur frá TAKS, har
tey siga sína meining.
Her skal tó viðmerkjast,
at tað er treytað av útfall
inum
á
rættarmálunum,
sum í løtuni koyra, um
MVG’ið verður goldið aftur
ella ikki.
Ringja dagliga
Í seinastuni hava alsamt
fleiri ringt til bilasølurnar
at biða um hjálp.
Í seinastuni hevur tað
verið dagliga, at fólk ringja
og spyrja um hvussu tey
skulu fyrihalda seg. Síðan
tað var uppi og vendi í
fjølmiðlunum
hava
vit
merkt, at tað eru nógv sum
ikki heilt vita hvat og
hvussu, greiðir Jóhan Petur
Olsen frá.
Sambært sølumanninum
er hetta ein mannagongd, ið
er mestsum komin av sær
sjálvum.
Hetta eru ikki nakað, ið
er fastlagt at tað skal fara
fram soleiðs, men hetta er
nokk fyri sikkurheits skyld,
fyri at verja seg móti
fyrning og so framvegis,
sigur Jóhan Petur Olsen.
Lætt at søkja TAKS um MVG
Sambært sølumanni
er tað ein sera
einføld mannagongd
at søkja um at fáa
goldið MVG’ið av
skrásetingargjaldinum
aftur. Tað er tó treytað
av útfallinum á
rættarmálunum, um
tað verður goldið aftur
ella ikki