fríggjadagur 20. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 20. februar 2009 19
Rákið – hús & heim
ongi hús
Eik
Eginpeningur: 765.000 krónur
1. veðrætt: 1.235.000 krónur
Renta: 7,7 prosent
Áramál: 25
Krav um tiltøkupening: 14.737
krónur um mánaðin
– Hetta er vegleiðandi, tí í fleiri førum
hava vit sett neyðugar fortreytir fyri
útrokningunum. Í eini ráðgevingarstøðu
vildu vit tosa við kundarnar fyri millum
annað at fáa greiðu á fíggjarstøðuni og
framtíðarætlanum hjá familjuni; her undir
eisini hvussu váðafús tey eru í sambandi
við lántøku, sigur Øssur Nolsøe úr Eik.
Suðuroyar Sparikassi
Eginpeningur: 400.000 krónur
1. veðrætt: 1.300.000 krónur
Renta: 6,3 prosent
2. veðrætt: 300.000 krónur
Renta: 8,5 prosent
Áramál: 20
Krav um tiltøkupening: 13.000 krónur um
mánaðin
- Skuldi vit ráðgivið kundanum, so hevði mann
vent honum nakrar ferðir. Tað skal gerast nógv
djypri. Vit høvdu huga at húsinum, og vilja ofta
hava serkøn fólk at hyggja at húsunum. Men
kemur kundin við 400.000 krónum, so hevur
hann dekkað bankan nakað av, men hatta er í
minna lagið at hava eftir hjá kundanum, sigur
John Henrik Holm. Hann leggur afturat, at hevði
kundin vunnið meiri pening, so kundi hann fingið
øðrvísi lán, tí tað er týdningarmikið, at kundin
verður settur á trygga grund.
Mamma, pápi og trý børn. Foreldrini
hava eina inntøku uppá 250.000
krónur um árið í part, so samlaða
inntøkan hjá familjuni er 500.000
krónur um árið.
Tað er rímiliga langt millum børn-
ini. Tað elsta gongur í níggjunda
flokki, tað mittasta gongur í fjórða
flokki og tað minsta gongur enn í
barna garði.
Ætlanin hjá familjuni er at finna
eini hús, sum kosta tvær milliónir.
Húsini liggja í mið staðarøkinum og
eru spildur nýggj.
Gingið verður eisini útfrá, at
familjan ikki hevur nakrar óvanligar
útreiðslur, umframt, at familjan onga
skuld hevur.
__________________________
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo