Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 187 - 28. september 2001 Nr. 187 - 28. september 2001 3 Mikkjalsmessudag, 29. september, fyllir Anette Wang í Tórshavn 90 ár. Hetta er ein føðingardagur sum væl og virðiliga er verdur nøkur orð, tí Anette er um nakar ein merkis- kvinna. Hon er ein av teim- um mongu dønum, sum hevur ríkað okkara sam- felag. Anette er sum sagt upp- runaliga donsk, fødd og uppvaksin í Helsingør við Oyrasund. Foreldrini hjá henni vóru Alma og Erik Faber. Páin var lækni, og í 1897-98 var hann lækni í Havn. Í Mondli var í 1982 endurgivið áhugavert tilfar, sum liggur eftir Erik um hansara tíð í Føroyum. Hann skrivaði eisini í donskum bløðum sama evni, og tað sæst greitt, at hann er góður við fólkið hann arbeiðir ímillum. Men umstøðurnar eru ónoktiliga broyttar nakað nógv, tí tá høvdu havnafólk kúgv í kjallaranum. Í 1903, tá Faber enn var á ungum árum gjørdist hann dr.med. Doktararitgerðin var um ”deyðaatvold við difteri”. Men Anette var fødd í 1911 saman við eini tví- burðasystir. Tær vóru yngstar av fýra systkjum. Tá var Erik yvirlækni á Montebello Kuranstalt á Helsingørleiðini. Hann doyði rættuliga ungur, tá Anette var 18 ára gomul. Hon fór at læra til farma- ceut, og aftaná tað fór hon fyrst at arbeiða á apoteki og síðan á Novo Nordisk, sum var og er ein stór heili- vágsfyritøka. Síðan kemur kríggið, sum var ein tung tíð hjá dønum. Í 1945 heldur Anette, at nú skal hon royna okkurt nýtt. So hon søkir og fær arbeiði á Tjaldurs Apotek, og her arbeiðir hon til hon leggur frá sær fyri aldur. Giftist inn í føroyskan politikk. Og nú byrjar ein heilt nýggj tíð hjá Anettu. Hon kemur til Føroyar, sum hon lítið og einki veit um. Her er so nógv øðrvísi. Ein stórur munur, sum tá var millum Føroyar og Danmark var, at í Danmark var tá framvegis vørutrot og skamtan av nógvum vørum, meðan tað í Føroyum var nóg mikið av nærum øllum. Ein annar munur, sum Anette legði merki til, var, at í Føroyum var ”klassamunurin” mun- andi minni enn í Danmark. Her var alt líkasum meira javnt fordeilt. Í Føroyum kemur Anette at búgva og eta hjá Madam Ellingsgaard, sum var eitt kent matstað tá í tíðini. Her etur Knút Wang eisini. Tað rann saman teirra millum, t ift t í 1947 í 1949 taka tey Sverra til sín. Við hesum giftarmáli kem- ur Anette beint inn í før- oyskan politikk. Knút var jú ein kendur og hvass- orðaður blaðstjóri á ”Dag- blaðnum”. Í 1958 verður hann eisini valdur inn á ting, har hann situr til 1974. Men partapolitikkur hevur ikki tann stóra áhugan hjá Anette, tí verður henda greinin ikki nøkur politisk søguskriving! Tók sær av børnunum í grannalagnum. Tá útvarpið fyri nøkrum árum síðani hevði røðina Brennidepilin var Beata L Samuelsen eitt av ”ofrun- um”. Tá hon varð spurd um ein persón, sum hevði ser- liga virðing fyri, tók hon til Anette. Tær vóru grannar í Tróndargøtu, og Beata minnist hana sum eina, sum dugdi so serliga væl at taka sær av børnum. Og kom hetta serstakliga børnunum í grannalagnum til góðar. Serliga merkisvert var hetta, tí hon var einasta konan har á leiðini, sum arbeiddi úti, og sum tí skuldi havt minst avlopstíð. Men tað var eingin forðing. Eitt av tí, sum Anette gjørdi var at spæla sjónleik við børnunum. Tey vandu sum við røttum sjónleiki, og høvdu eisini framførslur í Sjónleikarhúsinum, har Knút eisini var virkin sum sjónleikari. Millum leikir- nar minnist Anette sjálv til David Crockett, Karius og Baktus og so Robin Hood. Og vóru hetta alt spennandi og stuttligir leikir hjá børnum. Ein sum annars eisini var við í hesum var Fraser Eysturoy, sum eisini var kendur sum sjónleikari. Og at tað loysir seg at vera góður við børnini, kann Anette ásanna dagin í dag. Sverri hevur búð niðri í nógv ár, men enn hevur hon neyvt samband ið k át hjá Sverra. Teir vitja hana, og nú hon ikki er so sjálv- hjálpin sum fyrr, skal hon bert nevna eitt orð við teir, og teir gera henni teir beinar sum tørvur er á. Sálin í Amnesty International. Tað sum Anette serliga er kend fyri er hennara arbeiði fyri Amnesty International í Føroyum. Hon kann rættuliga øsa seg um órætt- vísið í heiminum, og her var ein ítøkiligur møguleiki at gera nakað við tað. Anette var við til at stovna føroysku deildina í 1965, sum danin Roland Thom- sen tók stig til. Og Anetta hevur verið sera virkin inntil fyri nøkrum fáum árum síðani. Nógv av hes- um árum hevur hon verið formaður, ella orsaka for- kvinna, tí seinastu árini er Anette eisini farin at ganga uppí tað ”kvinnupolitiska”. Tað er eingin ivi um, at Anetta eigur stóran part av heiðrinum fyri, at føroyska deildin í mun til fólkatalið hevur hægsta limatali av øllum deildum. Eitt av hennara virkisøkjum var at skriva ”urgent actions”, sum vóru skundbrøv ið skuldu skrivast til stjórnir um ávísar fangar. Av slík- um brøvum hevur Anette skrivað í túsindavís á síni gomlu skrivimaskinu, so tað er eingin ivi um, at hon hevur gjørt sín part at geva bølmennunum úti í heimi ringa samvitsku. Tað verð- ur eisini í dag viðurkent, at úrslit spyrjast burtur úr slíkum arbeiði, hóast tað kann vera ringt at staðfesta. Vinir frá Robbin Island, har Mandela sat. Hetta arbeiðið førdi eisini til persónlig samband. M.a. kom hon at kenna eina familju í Suðurafrika, har maðurin sat sum politiskur fangi á Robbin Islands uttanfyri Cape Town. Hetta var sama oyggin, har Man- dela sat í ártíggir. Anette hevði samskifti við konuna í nógv ár, meðan maðurin sat fangi. Hon fór eisini tann langa teinin at vitja hendan fangan og familju hansara, eftir at hann var latin leysur. Maðurin er síðan deyður, men Anette hevur framvegis samband við konu og døtur. Tær havi eg sjálvur eisini vitjað í Suðurafrika, og kann vátta hvussu takksom tey eru um tann stuðul, sum tey fingu frá Anettu, tá ringast stóð til. Henda familjan veit í hvussu er, at Føroyar eru til! Í 1992 byrjaði Føroya Blaðmannafelag at býta út ”ársins rós”. Anetta var tann sjálvskrivaði móttak- i h h ið i síðan hevur blaðmanna- felagið ikki kunnað komið í tankar um nakran annan sum er verdur henda prís. Valdi Føroyar. Knút doyði í 1976 bert 57 ára gamal. Men Anette valdi at vera verandi í Før- oyum. Her hevði hon sínar vinir, og tað var ikki minst Amnesty arbeiðið sum bant hana til Føroyar. Anette er framvegis væl fyri hóast aldurin. Men gongulagið er ikki tað sama sum fyrr. Hon býr heima hjá sær sjálvum, har hon ofta fær vitjan av sínum vinum. Henni dámar sera væl at koma yvir í ”tilhaldið”, sum er eitt sera hent tiltak. Hon hevur eisini ferðast nógv uttanlanda í síni pensjonistatilveru, men hetta heldur hon seg ikki til longur. Og framvegis brennur hon fyri rættvísi og øsir seg um skilaloysið sum er bæði her og har. Undirritaði er komin at kenna Anettu gjøgnum Amnesty og hevur tað verið ein fragd at kenna hana. Hon er sera prátingarsom og fyrikomandi, men hon kann eisini bíta frá sær. Sum ta ferðina, tá eg fyri at arga hana spurdi, um ikki konufólkini nú vóru við at stinga næsarnar ov nógv fram, og hon svaraði: ”Hold du kæft. Du bestem- mer selv ikke en skid der hjemme.” Tá var bert eitt at gera og tað var at skifta evni. Føðingardagin heldur Anette í Danmark saman við tvíburðasystrina Ber- gitte. Vit eru mong, sum ynskja Anette hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum og vit gleða okkum til at síggja hana aftur her á klettunum.Tí her er tað at hon hoyrir heima! Systirin og hennara fáa eisini eina heilsu. Óli NØVN Í VIKUNI Anette Wang 90 ár Í dag fyllir Elsa Klakkstein í Klaksvík 95 ár. Hon er dóttir Símun Júst og Ber- linu Hansen og vaks upp á Stongunum í Klaksvík. Hon er næstelst av 10 systkjum. Elsa giftist við Heina Klakkstein, vanliga nevnd- ur Heini í Vági, úr Inni- stovu í 1937, og tá fluttu tey eisini inn í egin hús. Tey fingu trý børn – Stein- mund, Jógvan og Berghild, sum øll búgva í Klaksvík. Elsa arbeiddi okkurt skifti í fiski, men mesta av tíðini hevur hon verið húsmóðir. Hon hevur altíð verið røsk í heiminum, og hon hevur bundið nógv – bæði til familjuna og fyri fólk. Andaliga heimið hevði Elsa í Betesda, og har kom hon so leingi, sum heilsan loyvdi tí. Elsa býr framvegis í heiminum niðast í Upp- salagøtu, har dóttirin Berg- hild tekur sær væl av henni. Hóast Elsa nú er komin lagt upp í árini, er hon frammi hvønn dag, og hon er púra klár. Elsa eigur sjey ommu- børn og átta langommu- børn. Tey, ið vilja heilsa upp á Elsu á stóra degnum, eru vælkomin í heimi í Upp- salagøtu millum klokkan 15.00 og 18.00 fríggja- dagin. Elsa 95 ár Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 20.05.01 og gjørdu okkum dagin ógloymandi. Takk til børn, svigarbørn og ommu- og abbabørn fyri alt tit gjørdu fyri okkum. Tær bestu heilsanir til tykkum øll. Esther og Eivind Eisini takki eg hjartaliga tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 70 ára føðingardegnum 31.08. Bestu heilsanir Esther -Leygardagin 29. september verður skipað fyri einum stórum tiltaki fyri børn í ítróttarhøllini á Kambsdali. Byrjað verður klokkan 15.00 UNDIRHALD Klovnarnir Bobo og Fjotti fara at ganda, Arnfríð & Rannvá úr Kulum Røtum fara at syngja, og vit hava hoyrt, at møguliga fer lítli Anton Framtonn úr Washington at vera við. Bobo og Fjotti fara við hjálp av fýra dukkum at syngja og spæla fyri børn- unum. Ein annar klovnur verður eisini við, ið fer at gera eina “klovandelika- tessu”. Angela, ið er vert- urin í barnasendingini Fres, er tó ikki vís í, at hetta kann kallast ein delikatessa. Hetta er eitt spennandi tiltak fyri øll børn, og sleppa børnini eisini at syngja og vera við. Undirhald fyri børn Ætlan landsstýrisins um tvungna eftir- lønaruppsparing fær skot fyri bógvin, tá Bent Rold Andersen, fyrrverandi ráðharri í Danmark, heldur mælir til at betra um fólkapensjónina í Føroyum, tí tvungna uppsparingin elvir til stóran ójavna millum pensjónistar PENSJÓN Stefan í Skorini Bent Rold Andersen mælir føroyingum til ikki at gera sama mistakið sum danir hava gjørt. Hann er harð- liga ímóti at seta á stovn tvungnar eftirlønaruppspar- ingar á arbeiðsmarknað- inum. Hann er hinvegin heitur forsprákari fyri at betra um ta fólkapensjón, sum vit hava í Føroyum. Tað er Føroya Arbeiðara- felag, sum hevur sent boð eftir Bent Rold Andersen, og hann fer at hava fyri- lestrar í Føroyum um hetta evnið. Hetta er ein roynd hjá størsta arbeiðarafelag- num í Føroyum at kunnu fólk um vansarnar við teim- um ætlanum, landsstýrið hevur á pensjónsøkinum. Fakfelagið vil heldur hava landsins myndugleikar at betra um fólkapensjónina, tí hon er solidariskari. Ójavni Bent Rold Andersen vísir á, at á arbeiðsmarknaðinum er tað neyðugt, at inntøkurnar hjá arbeiðstakarum eru ójavnar, um marknaðarbú- skapurin skal virka. Tað er tó eingin orsøk til, at hesin ójavni millum inn- tøkurnar hjá fólki eisini er til staðar, tá fólk fara um pensjónsaldur. Tað er hetta, sum ein tvungin eftirlønaruppspar- ing hevði elvt til. Orsøkin er, at jú meira tú tjenar, tess størri verður pensjónin. Ergo, tey lágløntu hava nógv lægri pensjón enn ein, sum fær hægri løn gjøgnum lívið. – Fólkapensjónin er ein samhaldsføst skipan, og hana eiga vit at halda fast við, sigur Bent Rold Ander- sen, sum næstan alt sítt lív hevur verið limur í danska sosialdemokratiska flokk- inum, men nú hevur tikið seg úr sum mótmæli móti tí politikki, flokkurin hevur ført á eldraøkinum seinastu árini. Samhaldsfesti Danski búskaparfrøðing- urin vísir á, at byrðan er eins stór, um tú letur ein part av lønini í skatti til fólkapensjónina, ella um tú letur ein part av lønini til tína egnu uppsparing. Mun- urin er, at í seinna førinum er peningurin oyramerktur til tín sjálvs. Bent Rold Andersen sigur, at tey flestu londini í Evropa hava tvungnar eftirlønaruppsparingar, men hann heldur uppá, at tey ikki eru betri fyri enn tey Norðurlond, sum hava hildið fast við fólkapen- sjónina. Tað er tí einki, sum bendir á, at ein persónlig sáttmálabundin uppsparing er frægari enn at útbyggja fólkapensjónina. Tað eru røddir frammi um, at jú meira fólk spara saman, tess betri er tað fyri búskapin í landinum, tí hetta er við til at økja um kapitalin og betrar um livistøðið. Hesum sjónarmiði tekur fyrrverandi ráðharrin við sosialmálum ikki undir við. Hann metir, at í góðum tíðum við hákonjunkturi er uppsparingin kanska góð. Men tá gongdin í búskap- inum vendir, og búskapar- kreppa tekur seg upp við arbeiðsloysi, so elvir tvungna uppsparingin til, at keypiorkan minkar og framleiðarar sleppa sostatt ikki av við vøruna. Upp- sparingin versnar sostatt um búskaparkreppuna. Tá goldið verður til fólkapensjónina gjøgnum skattin, so fer peningurin beinleiðis útaftur í sam- felagið og keypiorkan minkar sostatt ikki. Samanumtikið metir Bent Rold Andersen, at viðhaldsfólk av persónligu uppsparingini eru sek í sjálvsøkni. Tey vilja bara spara upp til sín sjálvs heldur enn til eina felags fólkapensjón. Yngra ættar- liðið eigur heldur at lata ein part av síni inntøku til fólkapensjónina, tí tey njóta allar teir ágóðar, ið samfelagið veitir, og sum núverandi pensjónistar hava verið við til at gjalda, so sum infrastrukturin, út- búgvingarverkið og sjúkra- húsverkið. Betrið heldur fólkapensjónina Bent Rold Andersen er ímóti tí eftirlønaruppsparing, sum landsstýrið hevur ætlan um at seta í verk. Hann mælir til at betra fólkapensjónina, tí hon elvir ikki til ójavna í aldurdóminum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2