fríggjadagur 28. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 187 - 28. september 2001
Nr. 187 - 28. september 2001
5
Danskur skúla-
flokkur, sum hevur
verið á vitjan í
Føroyum, hevur gjørt
øðrvísi dagbók frá
ferðini
VITJAN
Eyðun Klakstein
Valið stóð millum Rhodos,
Kos ella Føroyar, men
hesaferð valdi Thyregod
Skole at senda ein 10. flokk
norður í kuldan heldur enn
suður í hitan.
Seinastu vikuna hevur
hesin flokkurin vitja í Før-
oyum, og á ferðini hava tey
gjørt eina øðrvísi dagbók.
Dagbókin hevur verið vatn-
litsmyndir, og burtur úr
ferðini í Føroyum komu
eini 125 myndir.
– Vanliga brúka vit orð til
at úttrykkja okkum, og tað
eru vit eisini best til, men
hesaferð valdu vit at gera
eina dagbók við myndum
heldur enn orðum, sigur
Jens Chr. Kristensen, sum er
skúlavegleiðari í Thyrregod.
– Eg haldi eisini, at
føroyska náttúran er so
sterk og vøkur, at tað er
meiri spennandi at endur-
geva hana í myndum enn
orðum. Føroyar eru betri
sum myndir enn orð, heldur
danski lærarin.
Tímdu væl
Vatnlitsmyndirnar
hjá
donsku skúlanæmingunum
hava hingið uppi í Norð-
urlandahúsinum, har fólk
hava havt høvi at síggja
úrslitið av ferðini í Før-
oyum.
– Tá næmingar eru í 15
og 16 ára aldrinum tíma teir
vanliga ikki at mála, men
soleiðis hevur tað als ikki
verið í Føroyum. Næming-
arnir hava verið sera ídnir,
og hóast vit ætlaðu at sláa
tveir teir seinastu dagarnar
saman til ein mynd, so
vildu teir heldur gera eina
mynd fyri hvønn dag, sigur
Jens Chr. Kristensen.
Heldur norðureftir
Thyrrogod Skole hevur ofta
sent flokkar uttalands, og
vanligt hevur verið, at
flokkarnir eru farnir suður í
sólina. Rhodos og Kos eru
vældámd ferðamál, men
hesaferð var sólin ikki
málið.
– Vit fingu hugskotið um
at fara til Føroya hesaferð,
og eftir at hava hugsað
okkum um, gjørdu vit av, at
tað hugskotið skuldi gerast
veruleiki í ár. Næmingarnir
vóru ikki so heitir fyri
hugskotinum at byrja við,
men nú teir hava verið her,
er støðan broytt. Vit hava
havt nógvar góðar løtur her
í Føroyum, vit hava verið
víða í landinum, og vit hava
roynt nógv ymiskt, sigur
Jens Chr. Kristensen.
Føroyar betri
sum myndir
enn orð
Hesin danski flokkurin hevur
farnu vikuna gjørt dagbók
við vatnlitsmyndum
Mynd: Jens Kr. Vang
Útoyggjarnar klára
ikki at sjálvar at fíggja
ætlaðu útoyggjaskriv-
stovuna, men
løgmaður kann ikki
lova almennan stuðul
til skrivstovuna
ÚTOYGGJAR
Eyðun Klakstein
Útoyggjarnar kunnu ikki
fáa nakað lyfti frá løgmanni
um stuðul til eina skriv-
stovu, sum ætlanin er at
seta á stovn.
Útoyggjarnar eru heitar
fyri hugskotinum at seta á
stovn eina serliga skriv-
stovu, sum skal taka sær av
áhugamálunum
hjá
út-
oyggjunum.
Men útoyggjarnar klára
ikki sjálvar at fíggja eina
slíka skrivstovu, og tí hevur
ein av stigtakarunum til
nýtt útoyggjafelag nevnt
møguleikan, at myndug-
leikarnir verða við í eini
slíkari skrivstovu.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður,
heldur
at
út-
oyggjafelagið er eitt áhuga-
felag, sum kann líknast
saman við so nógv onnur
áhugafeløg í landinum, og
tí kann landið ikki bara lova
teimum pengar.
– Møguleikin er tó at
pengar verða játtaðir til
eina slíka skrivstovu, men
eg dugi í løtuni ikki at meta
um, hvørt hetta kann fáast í
lag, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Innan verandi felag
Í øllum førum tykist tað
verða greitt, at landið fer
ikki beinanvegin at lata
stuðul til eina útoyggja-
skrivstovu, tí landsstýrið
hevur júst biðið løgtingið
játta pengar til eitt nýtt
starv í miðfyrisitingini,
sum er ætlað útoyggjum og
økismenning.
Løgmaður heldur, at út-
oyggjarnar áttu at umhugsa
at samstarva innan fyri
Kommunufelagið,
sum
hevur fyrisitingarliga orku.
– Tað er neyvan nøkur
loysn at gera eina út-
oyggjaskrivstovu, sum fer
at oysa umsitingina undir í
uppskotum, heldur Anfinn
Kallsberg.
– Og tað er heldur ikki
upplagt, at landið skal
gjalda fyri eina skrivstovu
hjá einum áhugafelagi sum
útoyggjafelagnum.
Men
landið letur stuðul til ymisk
áhugafeløg, og tí kann ikki
noktast fyri, at landið kann
lata stuðul til eina slíka
skrivstovu, sigur løgmað-
ur.
Reiðaríið Ågot í
Klaksvík hevur keypt
nýggjan frystilínubát
úr Noregi
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Í komandi viku kemur
nýggjur frystilínubátur til
Klaksvíkar. Tað er reiðaríið
Ågot, sum hevur keypt
nýggjan línubát í Noregi,
og báturin varð yvirtikin í
Kristiansund í farnu viku.
Nýggi Ågot er bygdur í
1970 og hevur siglt undir
navninum Urvaag. Báturin
er stívliga 37 metrar langur,
og varð høvuðsumvældur í
1995. Báturin fekk tá nýggj
manningarrúm og er í sera
góðum standi.
Gamli Ågot, sum er frá
1960, verður seldur reiðarí-
num hjá Urvaag.
Tað er skipsmeklara-
virkið MARETEC á Argj-
um, sum hevur skipað fyri
søluni av hesum báðum
skipunum.
Ågot fær nú nakrar
smærri ábøtur og verður
málaður, men línubáturin
skal eftir ætlan koma til
Klaksvíkar fyrst í komandi
viku.
Løgmaður kann
ongan stuðul lova
Klaksvíkingar fáa nýggjan Ågot
Hetta er frystilínubáturin Urvaag, sum reiðaríið Ågot hevur keypt.
– Tað er ikki upplagt, at
landið skal gjalda fyri eina
skrivstovu hjá einum
áhugafelagi sum
útoyggjafelagnum. Men
landið letur stuðul til ymisk
áhugafeløg, og tí kann ikki
noktast fyri, at landið kann
lata stuðul til eina slíka
skrivstovu, sigur Anfinn
Kallsberg
C
M
Y
K
5
4
Tórshavn
Klaksvík
tel. 456517
tel. 311305
Keyp 1 troyggju og fá
1 ókeypis við
Long troyggja
v/ knappum
399,-
Stutt troyggja
v/ knappum
V-háls troyggja
Rundan háls troyggja
299,-
299,-
299,-
ymiskir litir eru í øllum sniðum