Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 187 - 28. september 2001 Nr. 187 - 28. september 2001 7 Fyrrverandi nevndar- formaðurin í Fram- taksgrunninum var ongantíð í iva um, at Fiskavirkisloysnin var tann rætta EFTIRMETING Edvard Joensen Fyrrverandi formaðurin í Framtaksgruninum, Sverri Hansen, ivaðist onga løtu í, at tað, sum gjørt varð, tá føroyska fiskivinnan varð umskipað eftir stóru krepp- una í nítiárunum, var tað rætta at gera. Og í dag er hann minst líka sannførdur um, at so var. Tað var ikki tí, at hann metti seg hava gjørt nakað skeivt, at hann ikki helt fram sum nevndarformaður í Framtaksgrunninum, sig- ur Sverri Hansen. Nevndin sat í fýra ár og varð síðan stutt og greitt ikki aftur- vald. Væl saktans, tí onkur annar helt, at arbeiðið átti at verið gjørt øðrvísi. – Men í dag dugir ein og hvør at síggja, at tað, sum gjørt varð, var rætt og gagnaði øllum samfelag- num. Tað stóð ofta hart á, og atfinningarnar vóru øgi- ligar móti nevndini - og serliga formanninum - í Framtaksgrunninum um ta tíðina, Fiskavirkisloysnin var í umbúna og gjøgnum- førd. Hóast tað mangan leikaði hart á, var nevndin onga løtu í iva um, at Føroya Fiskavirking skuldi halda fram, sigur Sverri Hansen. – Tá tú hevur tikið eina støðu, eigur tú at halda fast við hana og ikki lata teg ávirka av kenslum. Tað skal arbeiðast professionelt, sig- ur hann. Sverri Hansen sat sjálvur fimti í nevndini fyri Framtaksgrunnin saman við tveimum dønum og Heina Fossá úr Havn og Richardi Thomsen av Tvør- oyri. Hann sigur, at nevndar- arbeiðið var fyrimyndarligt og loyalt, og hann ynskir at takka nevndarlimunum fyri tað góða samstarvið, sum var. Gulleggið Í dag er Føroya Fiskavirk- ing eitt gullegg í føroyska vinnulívinum, metir Sverri Hansen. Ikki bara tí, at kreppan varð loyst, sum hon varð. Men ikki minst av teirri sera dugnaligu leiðsluni, Fiskavirking hev- ur, vísir hann á. Hann sigur, at júst Fiska- virkisloysnin gjørdi, at latið varð upp fyri tí vinnu- mynstrinum, sum í dag er í Føroyum, har fleiri smærri virki eru ymsastaðni í land- inum. – Føroyska vinnan er í dag væl fyri og fer at klára at standa í móti nøkrum ringum árum, um tey skuldu komið. Vinnan hevur í dag ein rímiliga stóran eginpening og hevur veruliga nakað at missa, um tað skuldi gingið illa, sigur Sverri Hansen. Hann tosar bæði um fiskivinnu og alivinnu. Tvær ymsar vinnur eru tær, sigur hann, sum eru hvør sítt bein hjá føroyingum at standa á. Eisini alivinnan er sera væl fyri, sigur Sverri Han- sen og vísir á, at hátturin við stórrakstrinum avgjørt er ein grund til, at alivinnan klárar seg so væl, sum hon ger í Føroyum í dag. Hon er rímiliga væl konsoliderað og klárar saktans nakrar elevatortúrar upp og niður. Nýtt umhvørvi Vit sita inni á stjóraskri- stovuni hjá stjóranum í Útnorðurgrunninum á aðru hædd á Suðurlandsbraut 24 í Reykjavík. Sverri Hansen hevur í eitt gott ár verið stjóri í grunn- inum, sum fíggjar vinnu- tiltøk í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Ein tilkomin kvinna kemur við einum baka við kaffikannu, koppum og onkrum afturvið og setir á borðið. Hon er íslendsk, men skilir á tosinum, at her er froyskur blaðmaður komin at hitta stjóran. Tey eru fimm fólk í starvi hjá Útnorðurgrunninum, sigur Sverri Hansen, stjóri, frá. Trý eru tey á høv- uðsskrivstovuni her í Reykjavík, eitt starvsfólk er í Grønlandi, meðan eitt er í Tórshavn. Endamál grunnsins er at menna kappingarført vinnulív í útnorði, greiðir stjórin frá. Meginpartin av lánunum, sum grunnurin hevur játtað, er farin til Grønlands og Føroyar, meðan minna helvtin er farin til Íslands. Kortini er Ísland tað landið, sum smanlagt fær mest. Eini 40%, meðan hini bæði londini býta tey 60%. Ein rættiliga stórur partur av teimum lánum, sum latin verða, fara til fiskivinnu- verkætlanir. Tó eru Grøn- lendingar mest umboðaðir á ferðavinnusíðuni, tá um lán frá Útnorðurgrunninum ræður. Grunnurin hevur verið við til at fíggja gistingarhús og tílík tiltøk allan vegin kring Grønland. Eisini er grunnurin við í fíggingini av einum ferða- mannabáti, sum latin verð- ur felag í Nanortalik í Suð- urgrønlandi. Talan er um ein Aqua Star bát, sum gjørdur verður hjá AWI í Runavík. Eisini smærri virki sum seymistovur, har nakrar konur sita og seyma kóðpa- skinnskápur, og maskin- verkstøð, sum millum ann- að umvæla teir nógvu pá- hangsmotorarnar, grøn- lendingar nýta, eru nakrar av verkætlanunum, grunn- urin stuðlar í Grønlandi. Í Føroyum hevur tað í høvuðsheitinum verið fiskivinnuni, sum grunn- urin hevur verið uppií. Útnorðurgrunnurin hevur eina eginogn upp á umleið 120 milliónir danskar krón- ur, og samlaður útlánini eru umleið 80 milliónir krónur. Sum alternativur láni- stovnur kann Útnorður- grunnurin vera við til at fjøltátta vinumøguleikarnar millum kappingarneytar, sigur Sverri Hansen, stjóri í Útnorðurgrunninum. Tað var rætt atborið Sverri Hansen er stjóri í Útnorðurgrunninum, sum hevur høvuðssæti í Reykjavík Mynd: Edvard Joensen Útnorðurgrunnurin fíggjar ein ferðamánnabát, sum eins og hesin í Ilulissat er gjørdur hjá AWI Boats í Runavík Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6