mánadagur 23. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2009
Smugla nógv vápn til Danmarkar
Skotvápn úr gamnla Jugoslavia og øðrum eysturevropeiskum
londum streyma til Danmarkar. Tað sgur Orla Olesen hjá
smuglingareftirlitinum í samrøðu við blaðið
JydskeVestkysten. 105 starvsfólk hjá danska
skattaverkinum hava til uppgávu at forða smuglarum,
men Orla Olesen sigur, at tey eru ov fá. Sum dømi nevnir hann, at við
markið millum Danmark og Týskland, sum er 72 kilometrar langt, eru 10
fólk til at ansa eftir tí, sum kemur um markið. Í fjør løgdu tollvaldið og
løgreglan hald á 1.800 skotvápn. Umleið helmingurin komu úr gamla
Jugoslavia og Eysturevropa.
Munur á innflytarum
Í Noregi vil Framburðsflokkurin hava stjórnina at
avmarka talið á innflytarum úr londum, sum hava aðra
mentan enn ta vesturlendsku. Formaðurin í flokkinum,
Siv Jensen, segði um vikuskiftið, at myndugleikarnir
mugu taka sær um reiggj, áðrenn partar av Oslo verða
stýrdir eftir sharia-lógunum. Í gjár samtykti landsnevndin
hjá Framburðsflokkinum so at heita á stjórnina um at
nokta kki-vesturlendskum innflytarum innferðarloyvi so
leingi, sum tað yvirhøvur ber til.
Tá sáttmálarnir
á almenna
arbeiðsmarknaðinum
ganga út tann 1.
oktober í 2010, er
tað ein søguligur
møguleiki at savna
fakfelagsrørsluna,
heldur Magnus
Tausen, lærara
formaður
Arbeiðsmarknaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað eru serliga boð eftir
fakfeløgunum nú kreppan
tykist vera veruleikin. Hetta
sigur Magnus Tausen, for
maður í Føroya Lærarafeg í
oddagrein í Skúlablaðnum,
sum kom út um dagarnar.
- Allir sáttmálar á al
menna
arbeiðsmarknaði
num ganga út 1. oktober í
2010. Tað er søguligur
møguleiki at skipa samráð
ingarnar øðrvísi, so allir
partar í góðari tíð kunnu
áseta lønarkarm, áramál,
skipa sáttmálarnar saman
og fremja felagsátøk, sigur
Magnus Tausen í odda
greinini.
Eisini fílist hann á, at
politikarar og bankar royna
at fjala út yvir kreppuna.
- Í slíkum tíðum eru boð
eftir
fakfeløgum,
sum
kunnu standa saman og sláa
ring um fólkið, sigur Mag
nus Tausen, sum vísir á, at
fakfeløgini hava gjørt vart
við, at lønarhækkingarnar
hava ikki vart móti hækk
andi prísum.
- Løntakarin fær ikki
ágóðan av lønarhækking
síni í góðum tíðum. Og tá
prísir og rentir lækka, fáa
vit heldur ikki ágóðan, tí
bankar og onnur taka sín
ríkiliga lut. Alt snýr seg um
reallønina, og har eru fak
feløgini og landsmyndug
leikarnir í sama parti, sigur
Magnus Tausen.
Hann heldur tað vera
løgið, tá ið sagt verður, at
alt er so nógv dýrari her, tí
vit eru so smá og fjar
skotin.
- Sjálvt rentulækking skal
førast so langt norður, at
størsti parturin er burtur,
áðrenn hon er framkomin.
Tí er tørvur á einum krút
sterkum
eftirliti,
sum
myndugleikarnir ikki hava
viljað raðfest, sigur hann.
- Fakfeløgini mugu eisini
gera sítt. Tað gera vit best
saman, tí vit hava orkuna,
sigur formaðurin í Føroya
Lærarafelag.
Nógv bendir á, at
vakra alpulandið
Sveis verður
næsta ofrið í
fíggjarkreppuni, og
at landið fær somu
lagnu sum Ísland,
sigur viðurkendur
fíggjarfrøðingur við
sveisiskt blað
Búskapur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fíggjargeirin í Sveis er í
vanda fyri at fáa somu
lagnu, sum tann íslandski.
Orsøkin er, at sveisiskir
bankar hava lænt so nógvan
pening til óstøðuga eystur
euroeiska fíggjarmarknað
in.
Hetta sigur viðurkendi
fíggjarfrøðingurin, Arthur
P. Schmidt, við sveisiska
blaðið, Tages Anzeige, har
hann teknar eina sera dapra
mynd av fíggjarstøðuni í
landinum. Hetta skrivar
Børsen í gjár.
Stóra vandamálið, sum
Arthur P. Schmidt vísir á,
er,
at
eystureuropeisku
londini, sum longu nú
kunnu metast at vera farin á
heysin, hava lænt so nógvan
pening í sveisarafrankum,
sum tey nú ikki megna at
rinda aftur.
Hetta kann í ringasta føri
hava við sær, at Sveis fer á
húsagang, og fer sama veg
sum Ísland, har gjaldoyra
brádliga einki var vert
longur.
- Tí kann sveis, eins og
Ísland, vera hótt av húsa
gangi. Og endin kann blíva,
at Sveis verður noytt at
sleppa frankinum til frama
fyri evruna.
Hetta er evni, sum vit í
Føroyum sjálvandi mugu
fylgja væl, tí fer Sveis, eins
og Ísland, yvir til Evruna,
fer tað eisini úr EFTA og
helst upp í ES.
Um hetta verður veruleiki
er einans Norra eftir í
EFTA.
Kreppan eigur at savna
fakfelagsrørsluna
Sveis kanska somu lagnu sum Ísland
Tað er nú, at boð eru
eftir einari sterkari
fakfelagsrørslu, sum kann
standa saman og sláa ring
um fólkið, sigur Magnus
Tausen, formaðurin í
Føroya Lærarafelag
Í hesum døgum spyrja fólk seg sjálvi, um lítla paradísið Sveis verður næsta landið,
sum fer á heysin