Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2009 Í FK í Hoyvík hava tey verið glað fyri at fáa fríska vøru inn á frukt- og grønt deildina til vikuskiftið. Tey fara at sakna frukt og grønt til vikuskiftið Frukt og grønt Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Hetta hálva árið, Faroe Ship hevur flutt inn frukt og grønt til landið tvær ferðir um vikuna, hevur verið gott fyri størsta innflytaran av frukt og grønmeti, nevniliga FK við øllum sínum deild­ um, og teirra viðskiftafólk. - Vit fara at sakna at fáa frískt grønt og fríska frukt til vikuskiftið. Alt hevur verið ordiliga lekkurt, og mann manglar ongantíð nakað, og vit hava merkt, at við­skifta­fólkini hava verið glað fyri møguleikan, sigur Hanna Bisp, starvsfólk í FK í Hoyvík. Tíðindini um niður­legg­ ing av tí eina túrinum hjá Faroe Ship, ið flytir frískt grøn­meti og fríska frukt til landið, so føroyingar fáa góðar vørur til vikuskiftið, bórust fríggjamorgunin. Í FK eru tey ikki í iva um at við­skiftafólkini fara at harmast um ikki at fáa fríska frukt og grønmeti til vikuskiftið. Faroe Ship hevur avgjørt at leggja niður flutningin av frukt og grønt úr Århus týsdag, sum hevur givið føroysku matvøruhandlunum fríska vøru til vikuskiftið Frukt og grønt Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í farnu viku kunngjørdi Faroe Ship broytingar í sigl­ ingarkervinum. Siglingar­ kervið er útbygt til at fevna um tríggjar leiðir við fimm skipum hjá Faroe Ship. Millum annað hevur Faroe Ship gjørt avtalur við Maersk og Containership um flutning til mið- og fjareystur, Suður Amerika, Russland og baltisku lond­ ini v.m. Føroyaleiðin siglir beinleiðis úr Føroyum til Danmarkar mikudag, Suðurleiðin siglir beinleiðis til Bretlands fríggjadag, og Norðurleiðin siglir bein­ leiðis til Evropa leygardag, og leggur tá at í Rotterdam. Innflutningur frá øllum Evropa kemur við Føroya­ leiðini, og Norðurleiðini til Føroya í vikuskiftinum. Sagt verður í tíðinda­skriv­ inum, at nýggja siglinga­r­ ætlanin ger, at Faroe Ship nú kann bjóða allar loysnir innan bingjuflutning. Men broytingarnar hava eisini við sær, at eini túrurin hjá Bliki úr Århus verður strikaður. - Vit eru givin við túrinum hjá Bliki úr Århus týsdag, og harvið flutninginum av frukt og grønmeti úr Århus, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship. - Vit hava roynt inn­ flutningin av frukt og grønmeti tvær ferðir um vikuna í umleið eitt hálvt ár, men tað vísir seg at mongdirnar eru ov lítlar til at tað ber seg, sigur stjórin í Faroe Ship. Í staðin hevur Faroe Ship valt at fokusera upp á at fáa feskan fisk og laks av landinum mikudag og fríggjadag, og síðan at hava fríska vøru í handlunum mándag. Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði, heldur avgerðina um at spara burtur ta einu frukt- og grøntleiðina hjá Faroe Ship, vera sera keðiliga. Mann verður bumbaður 20 ár aftur eftir, heldur hann Frukt og grønt Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Hetta er triðju ferð tey hava roynt at flyta inn frukt og grønt tvær ferðir um vikuna, mann hevur lagt nógva orku í at fáa tað at rigga, og so verður mann bara bumbaðar 20 ár aftur í tíðina. Bæði vit og okkara kundar, sigur Niels Morten­ sen, stjóri. Niels Mortensen er sera harmur um avgerðina hjá Faroe Ship. Viðskiftafólkini hjá Miklagarði hava verið glað fyri at fáa fríska frukt og frískt grønmeti tvær ferðir um vikuna, og bert at fáa frukt og grønt eina ferð um vikuna, er ov vánaligt, heldur hann. Sum heild heldur stjórin í Miklagarði lítið um flutningsmøguleikarnar í Føroyum. Til dømis kundi hann hugsað sær at fingið vøruna flutta loftvegis, og hevði ynskt at Atlantic Airwys tók initiativ til at flyta vøru. - Hetta eru vit absolutt ikki glað fyri. Eg sakni aðrar møguleikar á øki­ num, og vóni at flogfelagið tekur initiativ til at flyta vøru í staðin, sigur Niels Mortensen. Faroe Ship steðgar frískum vikuskiftisgrønmeti - Vit verða bumbað 20 ár aftur eftir Fara at sakna vikuskiftisfruktina Afghanar til Danmarkar Í Danmark hevur Reyði Krossur gjørt av at útbyggja móttøkustøðini, tí altsamt fleiri flóttafólk úr Afghanistan koma til Danmarkar. Í fjør søktu 418 afghanar um uppihaldsloyvi í Danmark ella tríggjar ferðir fleiri enn í 2007, og tað merkir, at nú koma næstan líka nógvir afghanar til Danmarkar sum irakar. Jørgen Chemnitz hjá danska Reyða Krossi sigur við kringvarpið DR, at nú koma umleið 60 flóttafólk til Danmarkar um vikuna, og at tey flrestu koma úr Afghanistan. Rættiliga stórur partur eru børn og ung, sigur hann. Loyva boring við koralriv Norska olju- og orkumálaráðið hevur gjørt av at loyva oljuleiting við Sularivið, sum er eitt tað størsta djúpvatnskoralrivið í heimi­ num. Norska kringvarpið NRK sigur, at norsku havgranskararnir eru ikki fegnir um avgerðina. Ein teirra, Jan Helge Fosså, vísir á, at eftir boðum frá fiskimálaráðnum sleppa trolarar ikki at royna í økinum, men kortini hevur einki orðaskifti verið um ætlanina at lata økið upp fyri oljuleiting, sigur hann. Sularivið er átta fjórð­ ingar langt, upp til 35 metrar høgt og ein lítlan hálvfjórðing breitt. Dýpið er um 160 favnar. Broytingar í flutningskervinum hjá Faroe Ship hava við sær, at vikuskiftisgrønmeti- og fruktin verður av ongum. Størstu innflytarnir harmast avgerðina, tí vikuskiftisgrønmetið hevur verið væl móttikið av viðskiftafólkunum. Savnsmynd