Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2009 Fríggjadagin gav samgongan mentanar­økinum kunst­igan andradrátt, og í hesari vikuni verða trupulleikarnir á almannaøkinum helst loystir, sigur Jóan­nes Eidesgaard, fíggjar­málaráðharri Fíggjarpolitikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Vit eru komin í hesa støðuna, tí Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum gjørdi nakrar fatalar broytingar og faktuel­lar feilir í fíggjar­ lógar­upp­skotið, beint áðr­ enn tað varð samtykt, sigur Jóan­nes Eidesgaard, fíggjar­mála­ráðharri, um óskil­ið, sum flokkur hansara nú er vaknaður upp til, eitt nú á økinum børn og ung. Men eisini innan skúla, gransking og pensionistaøki hevur fingið av at vita seinas­tu vikurnar. - Vit noyðast snøgt sagt at fara inn og hyggja upp á hetta, so vit ikki sorla alt sundir, sigur Jóannes Eides­ gaard við Sosialin. Leygardagin boðaði Jørgen Niclasen, formaður Fólka­floksins, frá, at sam­ gongan er komin eitt stig nærri eini loysn, eftir at Javnað­ar­flokkurin kravdi van­ligu skránna strikaða á regluliga fríggja­dags­fundi­ num hjá lítlu samgongu, til frama fyri skerjingarnar á al­man­naøkinum. Eisini segði formaður Fólkafloksins, at loysnirnar, sum tey koma fram til, skulu vera útreiðslu­neutral­ ar á fíggjarlógini. Men tað er ikki bara Fólkaflokkurin, sum vil hava útreiðslu­ neutralar loysnir. - Tað vilja allir flokkar í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjar­mála­ ráð­harri, við Sosialin. - Tað kemur ikki upp á tal at økja um hallið á fíggjar­ lógini. Heldur ikki hjá Javnaðar­flokkinum. Tí mugu loysnirnar finnast innan fyri tey einstøku ráð­ ini, sigur Jóannes Eides­ gaard, sum tó er sannførdur um, at samgongan finnur eina loysn á almannaøkinum komandi dagarnar. Í tilgongdini er ætlanin at fara eftir øllum ráðunum og at leggja tey undir luppin, eitt í senn, og síðani at gera parts­semjur sohvørt, so lands­stýrisfólkini kunnu bera lógaruppskot, sum krevjast fyri at halda játtan­ unum, niðan í tingið. Setrið bjargað Higartil er samgongan komin ásamt um, hvussu Menta­mála­ráðið kann koma upp undan aftur, uttan at heili øki fara í sor. Her vísir Jóannes Eidesgaard eitt nú til trupulleikarnir við Gransking­ar­ráðnum og Fróð­skap­ar­setrinum. - Nú hava vit avgreitt mentamál, við at finna loysnir innan fyri ráðið sjálvt. Næsta avbjóðing er so at finna loysnir á alman­ na­øki­num, so vit sleppa undan at fara so harðliga fram móti teimum veikastu, sigur Jóannes Eidesgaard. - Eg veit væl, at tað er ein truplari uppgáva at finna pen­ing innan almannaøkið, tí tað er nógv dýrari, sigur Jóan­nes Eidesgaard. Men hann væntar tó, at tey fara at koma fram til eina felags semju, sum bøtir um korini hjá teimum veikastu, sum verða rakt í hesum døgum. Spurdur, hvussu tað kennist sum javnaðarmaður at skula spara so nógv á almanna­økinum, sigur Jóan­nes Eidesgaard, at hann metir hetta ikki vera eina sparirundu sum so. - Í løtuni royna vit at mini­mera avleiðingarnar av einari fíggjarlóg, sum varð broytt til ókenniligheit, tá Fíggjar­nevndin hevði havt fingrar­nar í henni, sigur Jóan­nes Eidesgaard, og sipar til beinleiðis faktuellir feilir og sparingar, sum í praks­is eru ógjørligar at gjøgn­um­føra. Óheppin tilgongd Men tit í samgonguni eiga for­mannin og meirilutan í Fíggjar­nevndini. Er tað so ikki samgongan sjálv, sum hevur ábyrgdina av óskili­ num? - Fíggjarlógartilgongin var á nógvan hátt óheppin. Tað, sum landsstýrisfólkini komu við, bleiv í fleiri førum feiað av borðinum í Fíggjar­nevndini. Og seinas­ tu dagarnar áðrenn sam­ tyktina, høvdu vit ikki at­gongd til uppskotið meira. Men kanska eg átti at tosað meira við landsstýrisfólkini áðrenn. Tað kann væl vera, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki heldur seg kunna ábyrgdast fyri arbeiðsháttin hjá Fíggjarnevndini. - Men tað er ongin ivi um, at samstarvið millum Lands­stýrið og Fíggjar­ nevnd­ina eigur at byggja upp á nøkur onnur prinsipp fram­yvir, so hetta skal rættast upp, sigur hann, og lovar, at næsta ár verður øðr­vísi. Her greiðir hann frá at eitt aðalorðaskifti um føroyska búskapin verður í tingi­num næsta ár, og at hann er á veg við einari nýggj­ari játtanarlóg. Hend­ an skal gera, at framyvir skal tingið bert taka støðu til eina samlaða játtan til hvørt ráðið sær, og at tað so verður upp til einstaka ráðið at býta játtanina út á stovnar­nar. - Hetta er fyri, at tey, sum hava skil fyri økjunum, sleppa at fordeila pengarnar, og at alt verður ikki latið upp til tilvildina í tinginum, sigur hann. Fíggarlógin, eitt verri upptak Kreppufundur um al­manna­ mál í lítlu samgongu Lítla samgonga fund­að­ ist um almanna­økið allan fríggjadagin. Arbeitt verður víðari við máli­num hesa vikuna. Fríggjadagin skrivaðu vit, at Javnaðarflokkurin skuldi havt hótt við at slíta samgonguna, um ikki játtanin til almanna­ økið varð hækkað. Fríggja­dagin sendi flokk­urin út tíðinda­ skriv, sum hann rópti “Konstruk­tivir fundir um almannaøkið”. Har varð sagt, at sam­ gongan hevur sitið á konstrukt­ivum fundum um neyðugar tillagingar, so sleppast kann undan, at sparingar raka tey veikas­tu í samfelagnum. Eisini váttar flokkurin, at hann bað um, at skráin á regluliga fríggja­dags­fundinum í lítlu samgongu varð rudd­að, til frama fyri mál, sum eftir floksins tyk­ki raka skeivt, og tí ikki eiga at verða gjøgnum­f­ørd. - Hetta hava vit við­ gjørt leypandi í ting­ bólki­num alla vikuna – eisi­ni saman við lands­ stýris­kvinnuni á økinum. Og vikan endaði sum sagt við einum fundi í lítlu sam­ gongu, har tað ikki er komið á mál enn. - Men tað er greitt, at flokkar­nir hava eina felags fatan av, hvørjir trupul­leikarnir eru, ið krevja loysnir sum skjótast, sigur flokkurin. Jørgen Niclasen, for­ maður í Fólka­flokki­ num, rósti annars Rósu Samuel­sen í Kring­varpi­ num, fyri at hava sett loysn­ir í verk á økinum børn og ung. Men hann ásannaði, at ikki øll í sam­gonguni eru so glað. Tí segði Jørgen Nicla­ sen, at samgongan vænt­ an­di fer at loysa trupul­ leikar­nar, men at tær í so­fall skulu vera út­reiðslu­neutralar á fíggjar­lógini. Tí má pening­ur­in finnast á øðrum kontum. rd Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, fílist á, at Tað er ov lítið skil á føroysku fíggjar- og búskaparstýringini. Tí mugu vit heldur fyrireika okkum upp á umfatandi broytingar komandi árini. Eitt nú, at almennar stuðulsskipanir eru ikki nattúrulógir, og at veitingar frá tí almenna verða inntøkutreytaðar Mynd: Jens Kristian Vang Norðoya Javnaðarfelag aðalfund Hósdagin tann 5 mars kl.19.30 hevur Norðoya Javnaðarfelag aðalfund í Bøgøtu 3. Í nevndini sita Signhild Joensen Trøllanes, forkvinna, Tummas Lervig Klaksvík næstformaður, Jóannes Johannesen Klaksvík, kassameistari, Eyðgunn Samuelsen Klaksvík, skrivari og Dora Joensen Húsar, nevndarlimur. Á aðalfundinum er val av nevnd á skránni og standa Eyðgunn Samuelsen og Jóannes Johannesen fyri valið. A fundinum er eisini ætlanin at viðgerða uppskot til eftirlønarskipan, har ting- og landstýrisumboð luttaka. Bornholmarar eta grønlendskt Nú skulu fólk á Bornholm venja seg við at eta mat úr Grønlandi. Søren Vestergaard Mikkelsen, sum býr í Nexø á Bornholm, hevur búð í Grønlandi í flairi ár, og hann hevur nú sett sær fyri at fáa bornholmarar at eta grønlendskt, og at grønlendingar skulu eta ymiskt av Bornholm. Millum annað ætlar hann at selja pylsur, kryddurtir og súltutoy úr Grønlandi á Bornholm, og hinvegin ætlar hann at senda roykta sild, sinnop og sjokolátu av Bornholm til Grønlands.