Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2009 Føroyska fíggjarlógin stríð­ ist við eitt strukturelt hall. Hetta merkir í stuttum, at javn­vág er ikki millum inn­ tøkur og útreiðslur. Avlopið er ov lítið í góðum tíðum, og hallið ov stórt í ringum tíðum. Soleiðis koma vit yvir tíð at hava eitt konstant undir­skot, sum ger, at ting­ ini hanga ikki saman. - Tí klárar fíggjarlógin ikki at bera útreiðslurnar í einum modernaðum sam­ felagi, og tað noyðast vit at gera nakað við longu í hesum valskeiðinum, sigur Jóan­nes Eidesgaard, fíggjar­málaráðharri, sum hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu tað ber til, upp á sikt, at fáa betri javn­vág millum inntøkur og útreiðslur á føroysku fíggjar­lógini. - Tað nyttar onki at taka 100 milliónir krónur her og 100 aðrar har. Vit noyðast at gera nakrar grund­leggj­ andi broytingar, sum kunnu venda gongdini, so vit ikki skulu stríðast við eitt strukturelt hall, sum gravar okk­um longri og longri nið­ ur, sigur Jóannes Eides­ gaard. Gamlar kreppuloysnir Hann vísir eitt nú til eina rúgvu av automatiskum stuðuls­skipanum, sum eru innbygdar í føroyskan bú­skap. Eisini skipanir, sum vórðu settar í verk sum kreppuloysnir, men sum kort­ini hava verið hang­ andi. Men fíggjarmálaráðharrin er trekur at koma við ítøki­ ligum boðum upp á skipan­ ir, sum áttu at verið tiknar burtur ella broyttar. Hann vil sostatt ikki siga, um talan møguliga kundi verið um skattalættan til sjómenn, studn­ingin til handverkarar, sum arbeiða uttanlands ella rentu­stuðulin til sethúsa­ eigar­ar. - Nei, eg havi ikki hug at koma við nøkrum ítøkilig­ um, tí eg havi ikki spælt út við tí fyri Landsstýrinum enn. Men tað er givið, at broytingar mugu til, sigur hann, og gloppar kortini dyrnar fyri onkrum, sum hann kundi hugsað sær at broytt. Rík mugu rinda sjálvi Her sipar hann til, at tørvur er á at gjøgnumganga allan tann almenna sektorin, har ov nógvur automattikkur er innbygdur. At koma við broytingum og reformum, so peningurin ikki bara streymar úr landskassanum, sum hann tekur til. - Vit løgdu fyri við at kanna heilsuverkið í fjør og ætla at taka almannaverkið í ár. Til dømis mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er nakar logikkur í, at ein borgari, sum hevur ráð til sjálvur at rinda fyri eitt hoyriapparat, skal hava tað ókeypis frá tí almenna. Kanska noyðast vit at siga, at veitingar frá tí almenna skulu vera meira treytaðar av inntøkuni hjá fólki, sigur Jóannes Eidesgaard. Og tey, sum hava fylgt við í føroyskum politikki, hoyra nú, at hetta eru nýggir tónar frá einum javnaðar­ politikkara, í øllum førum í nýggjari tíð. Men Jóannes Eidesgaard heldur avgjørt ikki, at hann gongur ímóti javnaðar­hug­ sjónini, tá hann spælir út við inntøkureguleraðum almanna­veitingum. - Tað er tvørturímóti góður javnaðarpolitikkur at hjálpa teimum veiku væl og virðiliga, í staðin fyri at lyfta allari fjøldini eitt sindur upp frá, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjar­mála­ráðharri. Í hesum valskeiðnum Tað er ongin loyna, at tað kann gerast drúgt at fremja grundleggjandi broytingar í føroyska samfelagnum. Hetta kenna vit eitt nú frá til­gongdini um kommu­ saman­legging og eftir­lønar­ reformin, sum hava verið fleiri ár ávegis. Tí aftrar fíggjar­málaráðharrin seg eisini við at seta sær eitt mál fyri, nær arbeiðið við at endurskoða studnings­ skipanir hjá tí almenna skal verða liðugt. - Hetta eru alt langsiktað mál, sum vit mugu arbeiða við í Landsstýrinum. Men eg miði eftir, at tað verður gjørt í hesum valskeiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Støðan er ótolandi Kári P. Højgaard, for­ maður í Sjálv­stýris­ flokki­num heitir í dag á limirnar í Fíggjar­nevnd­ ini, sum at rað­festa øðr­ vísi, so tey veiki í sam­ felagnum ikki verða offur. Hann fílist á ætlaðu íløgur­nar í undur­støðu­kervið, sum fíggjar­nevnd­in hevur stungið út í kortið. Tíðin er komin, har vit mugu raðfesta tað, sum er al­neyðugt, neyðugt og ynski­ligt, sigur Kári P. Høj­gaard í dag. Hann heitir á fíggjarnevndina um at endurskoða íløgu­æt­lan­ inar. - Nýtið ein part av æt­laðu íløgunum til al­ neyðu­g­an rakstur. Steðg­ið fram­tíðar æt­laðum ný­íløg­um í veg­ir og tunnlar í hundr­ að millióna- klassa­num. Upp­rað­festið heldur neyðug­ar umvælingar av ver­andi bygningum, veg­um, tunnlum og al­menn­um ognum; tað kemur veruliga at geva arbeiði til fleiri hendur, sigur Kári P. Højgaard. Eisini vísir hann til, at landstýrismaðurin við fíggjar­málum sigur, at fíggjar­lógin er eitt verri upp­tak og at fatalar broyt­ing­ar og faktuellir feilir eru gjørdir av fíggjar­nevndini. - Tað hendir, hóast fíggjarnevndarlimir tví­ halda um, at meir pening­ur er játtaður og um­støðunar sostatt skuldu verið betraðar. Landstýriskvinnan í al­mannamálum hevur frá­boðað, at hon fekk boð um at spara, og tað hevur hon gjørt. Land­ stýris­kvinnan í menta­ málum sigur seg lítla og onga ávirkan hava havt á fíggjarlógina, sigur hann, og rópar støðuna ó­tol­andi, sigur Kári P. Høj­gaard millum annað. rd Mugu endur­skoða almenn­ar stuðuls­ skipanir Vilja vit framhaldandi hava eitt framkomið væl­ferðar­samfelag, noyðast vit at gera kollveltandi broyting­ar í føroyskum bú­skap­ar- og fíggjar­politikki, sigur Jóan­nes Eidesgaard, sum eitt nú ímyndar sær, at allar almennar stuðul­s­ skipanir verða endur­skoð­að­ar í he­s­um valskeiðnum Fíggjarpolitikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sleppa aftur í biograf Okkurt bendir á, at fólk í Saudiarabia sleppa í biograf í næstum. Tað hava tey ikki havt loyvi til, síðani allir landsins biografar blivu stongdir og bannaðir fyri 30 árum síðani. Undangongumaður fyri at loyva saudiarabum aftur í biograf er prinsurin Alwaleed bin Talal. Hann eigur fleiri sjónvarpsstøðir, sum millum annað senda film, og hann sigur seg vera sannførdan um, at skyldmenn hansara í saudiarabiska kongshúsinum fara at lata fólk sleppa aftur í biograf um stutta tíð. Skógvar elvdu til ótta Manningin á donsku ferjuni "Hammerodde" fekk ein rættiligan hvøkk um vikuskiftið. Stutt eftir at ferjan var farin úr Rønne á Bornholm við kós ímóti Køge, varnaðist manningin, at onkur hevði sett einar skógvar frá sær við hurðina til bátadekkið. Ein kanning umborð gav einki úrslit, og manningin helt tí, at eitt ferðafólk var lopiðella dottin fyri borð. Eitt bjargingarskip bleiv sent at leita, men fann einki. Frágreiðingin kom sunnumorgunin, tá ein drukkin ferðamaður sóknaðist eftir sínum skóm, skrivar Ritzau.