Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2009 Á Tvøroyri vóru tveir ungir dreingir farnir til hendurs sunnuáttina. Annar drongurin langaði eina fløsku í høvdið á hinum, sum mátti undir læknahond 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Náttina til sunnudag klokk­ an 01.20 fekk løgreglan í Suðuroy eina fráboðan um harðskap. Tað vísti seg at verða tveir ungir dreingir, um 16 og 17 ár, ið høvdu verið í hornatøkum uttanfyri TB húsið, har dansur var. Tá báðir unglingarnir vóru í hornatøkum, gjørdi ann­ar ikki mætari enn at langa eina fløksu í høvdið hinum. Slagið tók somikið fast, at hann, ið fekk fløskuna í høvdið, noyddist undir lækna­hond at seymast. Hann fekk fýra pentur. Vakthavandi á løgreglu­ støðini í Suðuroy greiðir frá, at teir hava verið í sam­band við dreingin, ið lang­aði fløskuna í høvdið á hin­um, og at hann verður ákærd­­ur fyri harðskap. Hann er frammanundan kend­ur hjá løgregluni í Surðoy. Brown til Washington Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, skal hitta amerikanska forsetan, Barrack Obama, í Washington tann 3. mai. Brown er fyrsti útlendski stjórnarleiðarin, sum viotjar Obama. Í einari fráboðan úr Hvítu Húsunum stendur, at teir báðir fara millum annað at tosa um altjóða fíggjarkreppuna og støðuna í Afghanistan. Eygleiðarar rokna við, at teir skulu eisini umrøða 60 ára hátíðarhaldið hjá NATO, sum verður í vár. Tá verður millum annað ein serligur hátíðarfundur í Strasbourg. Sveis lovar hevnd Fær sveisiski tjóðskaparflokkurin sín vilja, skal tað koma USA aftur um brekku, at landið hótti Sveis fyri at fáa atgongd til konti í størsta sveisiska bankanum UBS. Undanfarna stjórnin í Washington legði stórt trýst á Sveis fyri at fáa atgongd til upplýsingar um amerikanarar, sum høvdu sett pengar á bók í USB uttan at kunna skattavaldið um tað. Endin var, at Sveis slakaði. Nú hevur USA spurt, um Sveis kann taka ímóti nøkrum fangum úr Guantanamo, men nú vil Tjóðskaparflokkurin hava Sveis at siga kortanei. Sunnumorgunin var eldur í einum bili á Tvøroyri. Løgreglan kannar málið, og higartil bendur alt á at talan ikki er um kriminalitet 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sunnumorgunin fekk løg­ reglan í Suðuroy eina frá­ boðan um at eldur var í einum bili á Tvøroyri. Tað var ein hýru­vogns­ førari, ið hevði lagt til merkis, at tað reyk inann úr einum vøruvogni, ið stóð parkeraður. Sløkkiliðið kom á stað­ið og fekk sløkt, áðrenn bilurin veruliga brendi. - Tað vísir seg at tað er ein timburmaður, ið eig­ur henda bilin. Roykurin kom úr einum stórum fiska­ kassa, ið stóð aftan í bilinum, har hann hevur havt ymiskt liggjandi í, og nógv bendir á at har er okkurt, sum hevur fest í av sær sjálvum, sigur vakt­ havandi á løgreglu­støðini í Suðuroy. Løgreglan metir ikki at talan er um krim­in­alitet, men teir kann fram­vegis málið til tess at fáa staðfest, hvussu eld­ur kom í. Festi í av sær sjálvum Leita eft- ir vitnum Eitt ógvusligt harð­ skapsmál var í Havn um vikuskiftið. Tveir mans og ein kvinna høvdu bank­ að ein mann so illa, at hann mátti á sjúkra­húsið. Løg­ reglan sóknast eftir vitnum til tilburðin 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eitt óhugnaligt harð­skaps­ mál var í Steinatúni tíð­ liga leygarmorgunin. Ein kvinna og tveir mans bank­­aðu ein mann so illa, at hann varð sendur á sjúkra­­húsið við bløð­ing­ um á høvd­inum. Mað­urin fekk ógv­usligar snudd­ur í høvd­ið, og hev­ur brotið í øllum førum tvær tenn av tilburð­in­um. Løgreglan kannar mál­ ið, men teir standa mest sum á berum enn. - Vit eru enn í kann­ing­ ar­­fasuni, og vit vita ikki, hvør hevur framt henda harð­skapin. Sum heild vita vit ikki tað heilt stóra í hesum málinum, ann­að enn at tann eini brots­­maðurin var í ein­ari hvítari hettu­troyggju, sig­ ur vakt­havandi á løgreglu­ støðini í Havn. Løgreglan leitar fram­ vegis eftir vitnum til til­ burðin, og fólk, ið møgu­ liga vita okkurt til framda harð­skapin ella um­støð­ur­ nar kring hendingina, kun­ nu venda sær til løg­regl­ una við upplýs­ing­un­um. Langaði fløsku í høvdið Ein ungur drongur langaði eina fløsku í høvdið á einum øðrum ungum drongi, tá teir vóru farnir til hendurs uttanfyri TB húsið sunnunáttina Eldur var í einum fiskakassa í einum vøruvogni á Tvøroyri sunnumorgunin. Nógv bendir á at tað er fest í av sær sjálvum millum restirnar, sum lógu í kassanum Løgreglan leitar eftir vitnum til harðskapsmálið í Steinatúni. Tann eini harðskapsmaðurin var í einari hvítari hettutroyggju, men lítið annað veit løgreglan enn