mánadagur 23. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2009
Ferðslukaos er rætta orðið
Hans Enoksen hóttur eftir lívinum
Ein 20 ára gamal maður hótti leygardagin við at myrða grønlendska
landsstýrisformannin. Hans Enoksen var á veg til hús frá einari jarðarferð
leygardagin, tá ein ungur maður tók í bringuna á honum og hótti hann eftir
lívinum. Maðurin var ikki vápnaður. Løgreglan í Nuuk tók seinni mannin,
sum varð varðhaldsfongslaður aftan á grundlógaravhoyring í gjár. Hans
Enoksen sigur við grønlendska kringvarpið, at hann hevur fingið mangt oman
yvir sín kropp, síðani hann fór upp í politikk, men at hetta er fyrstu ferð, at
hann er hóttur eftir lívinum. Tann 20 ára gamli hótti eisini við at beina fyri
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Per Bethelsen.
USA endurskoða
Kuba-politikkin
Nógv bendir nú á, at USA fer at endurskoða sín politikk
mótvegis grannanum Kuba. Richard Luger, sum er
oddamaður hjá republikanarunum í uttanríkisnevndini hjá
Senatinum, segði í gjár, at hann tekur undir við størri
samstarvi og samhandli við Kuba. Eitt nú heldur hann, at
Kuba eigur at sleppa at keypa matvørur úr USA upp á
borg. USA setti handilstiltøk í verki ímóti Kuba í 1961,
men Barrack Obama, forseti, hevur sagt, at tíðin er komin
til at endurskoða støðuna.
Tað hava verið so
nógv brot á ferðslu
lógina um vikuskiftið,
at vit hava valt at
brúka yvirskriftina:
ferðslukaos
Politi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Døgnrapportin
á
politi
støðini leggur fyri fríggja
dagin seinnapart, har ein
lastbilur misti eina last av
mold á vegin, tá hann fór
av Hvítanesvegnum niðan
á Ringvegin.
Næsta málið er úti við
Landavegin, har ein bilur
bakkar inn í ein annan. Við
komandi
verður
seinni
funnin, og tryggingin fær
enn eitt mál at avgreiða.
Í rundkoyringini í Kolla
firði brýtur ein førari víki
skylduna, tá hann rennur
inn í ein bil inni í rund
koyringini.
Her
verður
politiið boðsent, og førarin
fær í minsta lagi eitt klipp í
kortið.
Eisini hendu tveir skaðar
á bilar í sambandi við
parkering. Annar í Klaksvík,
har tveir bilar koma ímóti
hvørjum øðrum, tá teir
skulu avstað. Og í Føgrulíð
í Havn uppdagar eigarin av
einum bili, at onkur hevur
rent á hann, meðan hann
var perkeraður. Men við
komandi er tíverri farin av
staðnum.
Eina løtu leygardagin
vórðu ferðmátingar gjørdar
í Vágatunlinum. Tríggir
førarar vórðu tiknir, harav
tann eini fær eina treytaða
frádøming av kortinum, tí
hann koyrdi 125 km/t.
Í Hovstunlinum fekk ein
førari eisini klipp í kortið, tí
hann yvirhálaði inni í tunli
num.
Um 2-tíðina leygarnáttina
varð ein maður tikin fyri at
koyra ávirkaður í Havn.
Hann hevði heldur onki
koyrikort, tí tað var longu
tikið.
Á Hjalla var útsøla í gjár,
og proppur kom í ferðsluna
har. Tí mátti politiið niðan
at loysa fløkjuna.
Men bilarnir fingu heldur
ikki altíð frið at standa. Í
Vestmanna hevur onkur
skrætt nummarplátur av
bilum, rukka og blaka tær
frá sær. Og á Tvøroyri var
eldur í einum bili.
11 mans
funnu ikki
songina
Ikki færri enn 11
mans funnu ikki
heim í songina
sjálvir hetta viku
skiftið. Bæði í
Havn, í Eysturoynni
og í Klaksvík mátti
politiið fáa fullar
mans til hús.
Politi
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Um tað er tí at taxabilarnir
eru vorðnir ov dýrir, ella
tað bara er lættari at
preia ein politibil, sigur
søgan onki um.
Ikki færri enn 11 mans
vóru so dýrandi fullir
hetta vikuskiftið, at teir
funnu ikki heim í songina
sjálvir. Tí mátti politiið
fáa teir upp á beinini
aftur og koyra teir til
hús. Hetta var bæði í
Havn, í Eysturoynni og í
Klaksvík.
- Vit vilja helst ikki
hava hesar fullu menni
nar inn á støðina at sova.
Tað brúka vit meira til
teir, sum eisini eru óðir
og harðligir. Tí royna vit
altíð at fáa somikið av
lív í teir, at vit kunnu
koyra teir heim til sín
sjálvs, sigur vakthavandi
á politistøðini í Havn við
Portalin.
Hann fortelur eisini, at
tað ofta hendir, at rúsaðu
menninir liggja onkra
staðni og sova, og hýru
vognarnir skilliga ikki
vilja hava teir upp í bilin.
Tí verður politiið boð
sent.
Hvussu gongst
við ætlanunum
um at leingja
barnsburðarfarloyvið
upp í 1 ár, spyr
tingkvinnan,
Bergtóra H. Joensen,
landsstýrismannin í
vinnumálum
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í fyrispurningi, sum Berg
tóra H. Joensen, tingkvinna
hjá Tjóðveldi, hevur sent
Jóhan Dahl, landsstýris
manni í vinnumálum, til
tingfundin mikudagin, vísir
hon til samgonguskjalið,
har tað stendur, at: “Barsils
skipanin skal framhaldandi
betrast fyri foreldrini og
gerast smidligari. Miðast
skal ímóti, at hon verður
longd upp í eitt ár”.
Tingkvinnan
greiðir
í
fyrispurninginum frá, at
barnsburðarfarloyvið bleiv
longt við 8 vikum undir
CHE-samgonguni.
- Tað er at fegnast um –
ætlanin var at halda áfram,
so
barnsburðarfarloyvið
loksins gjørdist eitt ár. Vit
hava tíverri ikki hoyrt eitt
kis um hetta, síðani ABC
skipaði samgongu, sigur
hon.
Eisini undrast hon á, at
samgonguskjalið sigur, at
barsilskipanin framhaldandi
skal betrast fyri foreldrini.
- Ein kann spyrja, um
hon ikki eisini skal betrast
vegna børnini og teirra
tørv.
Vinnumálaráðharrin hev
ur seinastu vikurnar verið á
rundferð í Føroyum við
javnstøðunevndini.
Berg
tóra H. Joensen heldur, at
tað hevði verið áhugavert
at hoyrt, um hann á hesu
rundferð
hevur
fingið
nýggjan íbástur til javn
støðuøkið.
Spurningarnir
frá
spyrjaranum eru hesir:
- Hvussu gongst við
ætlanunum um at leingja
barnsburðarfarloyvið upp í
1 ár?
- Og er nøkur ætlan um
pápakvotu
ella
annað
áhugavert
sum
fremur
Ikki eitt kis um barsilsskipanina
Perlulív hjá drykkju
monnum – at verða
koyrdur heim av løgregluni
Døgnrapportin á politistøðini
er á tremur við lógarbrotum á
ferðsluøkinum um vikuskiftið
Bergtóra H. Joensen vil
vita, hvussu gongst við
ætlanunum um at leingja
barnsburðarfarloyvið upp í
1 ár, sum Landsstýrið hevur
lovað í samgonguskjalinum