mánadagur 23. februar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 37 - 23. februar 2009 ]
Við góðari hjálp frá
arvafíggindanum
Manchester City tók
Manchester United
enn eitt fet ímóti
meistaraheitinum.
Samstundis køvir
Craig Bellamy meist
aradreymin hjá sín
um fyrrverandi felag
PREMIER LEAGUE
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Manchester
City
hevur
keypt leikara oman á leikara
hetta kappingarárið, soleið
is at felagið kann manga
seg millum tey fremstu í
deildini. Enn hevur hetta
ikki hepnast felagnum, men
um vikuskiftið kom møgu
liga nakað av ábendingum
um, at felagið kann gera
seg galdandi.
Við útivallarjavnleikinum
móti Liverpool hevur Man
chester City aftur staðfest,
at teir kunnu arga oddaliðini.
Arga var eisini júst tað,
Manchester City gjørdi við
Liverpool seinnapartin í
gjár. Ikki einans kostaði 1-1
javnleikurin Liverpool tvey
týdningarmikil stig í odda
stríðnum,
men
høvuðs
arkitekturin fyri málið hjá
Manchester City, var fyrr
verandi Liverpool-leikarin
Craig Bellamy. Harvið er
hann við at punktera meist
aradreymin hjá Liverpool.
Ein beiskur veruleiki á
Anfield Road. Gaman í, tað
eydnaðist Dirk Kuyt at javna
fyri Liverpool, men tá
Manchester United fær trý
stig, so nyttar lítið at Liver
pool fær eittans stigið.
Júst hesin veruleiki hevur
helst eisini ligið í bak
høvdinum í fleiri av City-
leikarunum, at teir við javn
leikinum hava hjálpt arva
fíggindunum, Manchester
United, eitt stórt fet ímóti
enska meistaraheitinum.
Munur á gongdini
Uttan mun til hjálp frá
øðrum liðum ella ikki, so
greiðir Manchester United
eftir øllum at døma sín
setning hvørja ferð. Um
vikuskiftið vitjaði Black
burn á Old Trafford. Talan
gjørdist um ein 2-1 sigur,
har Rooney og Ronaldo
gjørdi málini fyri Man
chester
United,
meðan
Santa Cruz skoraði fyri
Blackburn. Harvið er kom
loksins hol á hjá Manchester
United, sum megnaði verja
egið mál í samfullar 1333
minuttir á rað.
Sigurin hjá Manchester
United er tann tíggjundi á
rað. Samanbera vit við
kappingarneytan Liverpool,
sum eins og Manchester
United, eru ósigraðir í 15
dystir, so hevur Liverpool
spælt átta javnleikir seinastu
13 dystirnar, meðan Man
chester United bert hevur
fingið ein javnleik sínar
seinastu 13 dystir.
Av tí sama eru heili sjey
stig á muni liðanna millum,
nú 26 dystir eru spældir í
Premier League. Harvið
stevnir Manchester United
beinleiðis ímóti sínum 18.
enska meistaraheitið, og tað
nívir hjá kappingarneyt
anum Liverpool.
Teir hava vunnið enska
meistaraheitið oftari enn
nakar annar – nevniliga 18
ferðir. Harvið stendur metið
fyri falli. Støðan gerst ikki
betri av, at seinasta ferðin
Liverpool vann var í 1990.
Gongur strilti
Støðan er heldur ikki góð
hjá Middlesbrough. Seinast
felagið vann ein dyst var 9.
november í fjør. 14 dystir á
rað hevur Middlesbrough
annaðhvørt tapt ella spælt
javnleik. Tað merkir, at
liðið, sum spældi málleysan
javnleik ímóti Wigan hetta
umfarið, liggur á næstaftasta
plássinum í Premier League
– eitt stig frammanfyri West
Bromwich.
Lítið frægari er støðan
hjá Hull. Uppflytararnir
tóku alt og øll á bóli, tá
kappingin byrjaði, og tá
níggju dystir vóru spældir,
lá Hull á triðja plássi. Hetta
var 25. oktober í fjør, men
síðani hevur Hull einans
vunnið ein av teimum næstu
16 dystunum.
Hesa keðiligu gongd hev
ur Hull møguleika at broyta
í kvøld, tá Tottenham vitjar.
Toppskjúttin
steðgaði Villa
Av øðrum áhugaverdum
hagtølum er vert at tríva í
tapið hjá Aston Villa fyri
Chelsea. Undan dystinum
leygardagin
var
liðið
ósigrað 13 dystir á rað, men
hesa góðu gongd broyttu
Chelsea og nýggi venjarin
Hiddink, tá teir vitjaðu á
Villa Park. Anelka skoraði
einasta málið í dystinum.
Hetta var hansara 15. mál í
Premier League higartil, og
tað ger hann til toppskjútta.
Næstur honum er Ronaldo
við 12 málum.
Bellamy gav United hjálpandi hond
Fabregas klárur í apríl
Spanski miðvallarin Cesc Fabregas hevur digist við
knæskaða síðani á jólum, og tað verður neyvan í hesum
ella næsta mánaði, at Fabregas spælir fyri Arsenal aftur.
- Læknarnir hava sagt, eg kann ikki nerta ein bólt næstu
10 dagarnar. Eg skal halda fram við styrkisvenjingum,
men vónandi kann eg spæla aftur um einar 6 vikur,
sigur 21 ára gamli Fabregas.
Løvenkrands trívist
í Newcastle
Danski álopsspælarin Peter Løvenkrands hevur havt tað
trupult í Týsklandi seinnu árini, men nú hevur hann
fingið luft undir veingirnar í enska felagnum Newcaslte,
hagar hann skifti í januar. - Eg eri sera fegin um at vera
her, og eg njóti at spæla fótbólt. Familjan er fallin væl til,
og eg havi funnið stuttleikan aftur í fótbóltinum, sigur
Løvenkrands við Northern Echo.
Craig Bellamy skoraði fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum ímóti einum felagið, hann áður hevur umboðað. Hini trý málini
eru gjørd ímóti Blackburn og tvær ferðir ímóti Newcastle
Mynd: Polfoto/AP
Newcastle - Everton
0-0
Liverpool - Manchester City
1-1
Fulham - West Bromwich
2-0
Manchester United - Blackburn
2-1
Arsenal - Sunderland
0-0
Middlesbrough - Wigan
0-0
Bolton - West Ham
2-1
Stoke - Portsmouth
2-2
Aston Villa - Chelsea
0-1
Úrslitini hetta umfarið
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Man Utd
26
19
-
5
-
2
46
11
35
62
2 Liverpool
26
15
- 10 -
1
43
18
25
55
3 Chelsea
26
15
-
7
-
4
45
15
30
52
4 Aston Villa
26
15
-
6
-
5
40
25
15
51
5 Arsenal
26
12
-
9
-
5
38
25
13
45
6 Everton
26
11
-
8
-
7
34
28
6
41
7 Wigan
26
9
-
8
-
9
26
24
2
35
8 Fulham
25
8
-
9
-
8
24
22
2
33
9 West Ham
26
9
-
6
-
11
32
34
-2
33
10 Man City
26
9
-
5
-
12
43
35
8
32
11 Sunderland
26
8
-
7
-
11
27
33
-6
31
12 Bolton
26
9
-
3
-
14
29
38
-9
30
13 Hull
25
7
-
8
-
10
31
46
-15
29
14 Newcastle
26
6
- 10 -
10
33
42
-9
28
15 Portsmouth
26
7
-
7
-
12
29
43
-14
28
16 Tottenham
25
6
-
7
-
12
26
31
-5
25
17 Stoke
26
6
-
7
-
13
23
42
-19
25
18 Blackburn
25
5
-
8
-
12
28
42
-14
23
19 Middlesbr.
26
5
-
8
-
13
18
36
-18
23
20 WBA
26
6
-
4
-
16
24
49
-25
22