Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 37 - 23. februar 2009 ] Ravnur FC er 23. limafelagið í FSF Á aðalfundinum í FSF leygardagin fekk nýggja eysturoyarfelagið, Ravnur FC, limaskap í fótbóltssambandinum. Sostatt kann felagið vera við í fótbóltskappingum á jøvnum føti við onnur feløg. Ravnur FC er 23. limafelagið í Fótbóltssambandi Føroya. – Vit fegnast um limaskapin og kunnu nú av álvara fara til verka. Vit eru einir 25-30 mans, sum fyri tað mesta hava tilknýti til Skálafjørðin, sum eru spentir eftir at sleppa í gongd, sigur Jákup A. Olsen, formaður í nýggja felagnum, sum byrjar sína tilveru í 3. deild. – Enn er ikki endaliga greitt, hvar vit koma at hava heimavøll, men arbeitt verður í løtuni við at fáa okkum innivist á onkrum av vallunum við Skálafjørðin. Strandingar fingu av at vita á Hálsi ígjár. Neistin er nú bert tvey stig frá oddinum, og er greipan veruliga í eygsjón   hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo StÍF eru nú strandaðir í onga­mannalandi ímillum botnin og heiðurskrónurnar. Var ein síðsti møguleiki at nærkast triðja plássinum, so er hann definetivt rokin nú. Við bert 4 umførum eftir eru 6 stig upp til H71 á triðja plássinum. Neistin, sum sendi StÍF heim til vest­ ara arm á Skálafjørðinum við einum stórtapi, lat hin­ vegin ongan iva verða um, hvat teir hava sett nøsina eftir. Fyrra steypið er longu komið í hús, men eingin ivi skal verða um, at teir bláu tevja enn meiri gull og heiður. Ári Dam vísti stórspæl Neistin hevði ein livandi múr í málinum. Ári Dam í málinum vísti sannan land­ liðsklassa, og ússaliga úrtøkan hjá strandingum í 2. hálvleiki sigur alt um fantastiska avrikið hjá Ára. Strandingar fingu neyðars 6 mál í 2. hálvleiki. Strand­ ingar royndu at hanga í neista­monnum í 1. hálvleiki, og var munurin í steðginum bert trý mál. Men í 2. hálv­ leiki gjørdist talan um ein sannan klassamun, sum vísti heili 22-6 til Neistan. Teir bláu vístu veruligt meist­araspæl í 2. hálvleiki. Heimaáskoðarnir kunnu eisini fegnast um, at ungt blátt blóð er á veg. Bert 18 ára gamli Sjúrður Thomas­ son slapp at royna seg á vøll­inum eina løtu, og verður óivað meir at frætta frá honum tey komandi kapp­ingarárini. Neistin er nú bert 2 stig aftanfyri VÍF, og hevur liðið eisini betri mál­úrtøku enn vestmenn­ ingar. Tað er ikki á hvørjum kappingarári, at Neistin vinnur bæði landskapping og steypakapping, men í ár er møguleikin sanniliga til staðar. Neistin-StÍF 35-16 (13-10)   Neistin: Karl Herup Olsen 10, Birgir Hansen 8, Tróndur Kragesteen 7, Jugoslav Djomic 3, Ingi Olsen 3, David Edvardsen 2, Áki Mørk 2   StÍF: Christian Preda 3, Bent Djurhuus 3, Bárður Daniel­ sen 2, Jóanes Prestá 2, Alexandur Johansen 2, Borgar Danielsen 1, Hávardur Trúgvason 1 FAKTA um dystin Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 16 12 - 1 - 3 417 338 79 25 2 VB 16 11 - 0 - 5 462 382 80 22 3 Neistin 16 9 - 3 - 4 424 385 39 21 4 Tjaldur 15 9 - 2 - 4 408 355 53 20 5 StÍF 16 3 - 0 - 13 392 481 -89 6 6 Kyndil 15 0 - 0 - 15 263 425 -162 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF *) 15 12 - 0 - 3 419 391 28 24 2 H71 16 10 - 0 - 6 430 372 58 20 3 Neistin *) 15 10 - 0 - 5 448 409 39 20 4 StÍF 16 6 - 2 - 8 381 394 -13 14 5 Kyndil 16 4 - 2 - 10 384 432 -48 10 6 KÍF 16 3 - 0 - 13 378 442 -64 6 *) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni Strandaðir í neistarokinum