mánadagur 23. februar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 37 - 23. februar 2009 ]
Tjaldur sigraði stórt á
Kyndli, sum stendur
til at seta søguligt botn
met við ongum stigi
HONDBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Heldur ikki ímóti Tjaldri á
útivølli í Runavík brast fyri
nev hjá Kyndli. Liðið er enn
fryst fast í botnin við 0 stig
um, og heldur ikki í høllini í
Runavík var nakar ivi um, at
heimaliðið fór at sigra stórt.
Hagtølini
vísa
turt
og
kontant, at tjaldurskvinnur
vóru akkurát duppult so
góðar enn kyndlakvinnur,
bæði í fyrra og í seinna
hálvleiki. 14-7 vísti máltálv
an, tá hálvtímin varð runnin,
og 36-18 vísti máltalvan tá
fullur tími var spældur, og
løst og liðugt var.
Kunnu fáa VB aftur
Á mangan hátt var talan um
ein pliktsigur til Tjaldur,
sum við at vinna hangi
partíið
ímóti
Kyndli
í
annaðkvøld kann toga seg
upp á liðina á VB við sama
stigatali, 22 stigum. Munur
var á leikferðini í hálv
leikunum báðum. Bert 21
mál fullu í fyrra hálvleiki,
meðan 33 mál fullu í 2.
hálvleiki. Væl av skeivum
sendingum vóru í dystinum,
sum skemmaði hondbólts
dygdina nakað. Heimaliðið
helt eina munandi hægri
leikferð í 2. hálvleiki, og
tær grønu úr Havn megnaðu
als ikki at fylgja við, og
endaði 2. hálvleikur eisini
við einum greiðum 11-máls
muni.
Tjaldurskvinnur
stóðu sterkar í verjuni, og
var ringt hjá Kyndli at koma
til orðanna. Kyndil royndi
at koyra kontraálop, men
tað riggaði stak illa hjá
teimum. Hjá tjaldurskvinn
um vóru tað ikki bara tær
útlendsku, sum settu fingra
merki á dystin. Adina Petrea
fekk 10 mál fyri Tjaldur,
men Heidi Sevdal fekk 8.
Annika Thomsen og Alina
Olaru fingu 5 mál í part.
Týskvøldið hevur Tjaldur
so ein gyltan møguleika at
gerast javnar við VB í
stigum, og fara fram um
Neistan. Kyndil, sum aftur
stendur á hinara leikhálvuni
burdu ikki fingið tjaldurs
kvinnur at mist flogið,
áðrenn grækarismessu.
Tjaldur: Adina Petrea 10,
Heidi Sevdal 8, Alina
Olaru 5, Annika Thomsen
5, Benadikta Johannesen 4,
Jacoba Langgaard 2,
Elinbjørg Hammer 1
Kyndil: Jacklin Djurhuus
9, Jórun Ludvig 3, Beinta
Laursen 2, Barbara
Egilstrøð 2, Helena á
Krákusteini 1, Ása
Christiansen 1
Tað merkist á koll
firðingum og kyndla
monnum, at liðini
eru langt burtur frá
heiðurskrónunum.
HONDBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Kyndil misti møguleikan
fyri
heiður
og
æru
í
steypafinaluni ímóti Neist
anum, og KÍF hevur longi
verið botnpropp ur. Kyndil
liggur
søguliga
lágt
í
Atlantic Airways kapp ing
ini, og kundi tí ongantíð
verða talan um ein dyst
millum tvey topp motiveraði
botnlið.
Kollfirðingar
kundu kortini fegnast um
tvey stig, sum kundu havt
avgerandi
týdning,
um
Team Klaksvík hevði eitt
størro orð at siga í næstbestu
deildini. Men so er ikki, og
verða
tey
síðstu
4
leikumførini óivað drúgv at
bíða eftir hjá liðunum, sum
møttust í høllini í Kollafirði
ígjár.
Sást á spælinum
Tað kundi ikki undganga at
smitta á leikdygdina, at
medaljutokið
er
koyrt
undan
báðum
liðunum.
Men
kollfirðingar
áttu
nakað meir í sær enn
kyndlamenn, og eydnaðist
tað eisini heimaliðnum at
toga heim ein 26-20 sigur,
og fingu teir sostatt botn
frádráttin
ígjár.
Liðini
kunnu kortini koma at hava
ávirkan á hvørji lið slepp a í
FM-finaluna, og tað verður
væl motivatiónsfaktorurin
fram til 4. apríl, tá liðini
spæla sínar seinastu dystir í
hesum
kapp ingarárinum.
Bæði liðini hava H71, VÍF
og Neistan eftir at spæla
ímóti. Botnliðini kunnu
spæla frítt, meðan tað
stendur nógv upp á spæl hjá
oddaliðunum. Kanska tað
verður avgerandi í teimum
seinastu dystunum hjá KÍF
og Kyndli, sum eru liðug
við
sína
millum
upp
gerðirnar í ár. Tey sum vóru
eygnavitni til upp gerðina
ígjár, vildu kanska sagt: -
gott tað sama.
KÍF: Niklas Reginsson 6,
Damir Oros 4, Regin
Petersen 3, Rógvi Weihe 3,
Hallur Hansen 3, Tony
Weihe 2, Pætur D. Johan
sen 1, Teitur Joensen 1
Kyndil: Bárður Johanne
sen 7, Tummas Pauli
Hanusarson 6, Torvald
Abrahamsen 2, Andrias
Sólsker 1, Hans Áki Dahl
Christiansen 1, Rani
Ellingsgaard 1, Jónleif
Sólsker 1, Rói Lamhauge 1
Neistakvinnur vunnu
tvey týdningarmikil stig
ímóti StÍF í hørðu FM-
kappingini við Stjørn
una, Tjaldur og VB
HONDBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Neistakvinnur syrgdi fyri at
halda seg inni í FM-
stríðnum, har háspenningur
er millum tær, Stjørnuna,
VB og Tjaldur um at røkka
FM-finaluni. Neistakvinnur
vunnu ein rættiliga triva
ligan 36-22 sigur á StÍF,
sum er einasta liðið í Sun
setdeildini, sum veit hvørja
endastøðu tær fáa. Stranda
kvinnur eru ankraðar á 6
stigum, 6 stig frammanfyri
Kyndil á jumboplássinum,
og heili 14 stig upp
til
grannarnar frá eystara armi
á Skálafjørðinum, Tjaldur,
sum hevur 20 stig.
Klassamunur í
2. hálvleiki
Neistakvinnur løgdu hart
út, og sótu tær á øllum í
byrjanini,
men
stranda
kvinnur høvdu eitt rættiliga
gott tíðarskeið í seinnu
helvt av 1. hálvleiki, og
eydnaðist tað StÍF at halda
munin
niðri
á
trimum
málum. Í 2. hálvleiki broytt
ist alt hetta. Neistin lat
ongan iva verða um, hvat
av liðunum hevur nakað at
stríðast um, og serliga
seinasta korterið var ein blá
valdsdemonstratión.
Tað
jaliga fyri Neistan var, at
málini blivu rættiliga væl
fordeild millum spælarnar.
Tordis Tróndarson, Trine
Mayland og Elin Staksund
skutu allar 5 mál í part.
Neistin er framvegis eitt
stig frá VB, men nú hava
liðini fingið samband við
Stjørnuna aftur. So fáa vit
at síggja hvør spælir fyrstu
og aðru violin í kvartettini
hjá Neistanum, Stjørnuni,
VB og Tjaldur tá avtornar
4. apríl.
Neistin: Elin Staksund 5,
Trine Mayland 5, Tordis
Tróndarson 5, Stine
Mikkelsen 4, Annika
Ljósstein 4, Heidi Maria
Akselsen 3, Nicoleta R.
Hansen 3, Rakul
Augustinussen 1
StÍF: Lovisa Andreasen 6,
Fríðrún Danielsen 5, Ninna
K. Johansen 5, Rebekka
Justinussen 3, Sunfríð Jo
hansen 2, Anna Petersen 1
Tjaldur-Kyndil 36-18 (14-7)
Kyndil enn á frostmarkinum
KÍF-Kyndil 26-20 (8-9)
Kollfirðingar fingu botnfrádráttin
Neistin-StÍF 36-22 (13-10)
Neistin er enn við í FM-kvartettini
Brøndby vann á Rosenborg
Í fjør vann Rosenborg á Brøndby í UEFA Cup kapp ingini,
men tá liðin hittust aftur til venjingardyst um vikuskiftið, var
tað danska liðið, sum vann norðurlendsku upp gerðina. Eitt
mál kom í dystinum, og tað skoraði Jan Kristiansen fyri
Brøndby. Brøndby hevur vunnið 8 av 9 venjingardystum, sum
liðið hevur spælt í vetur.
Claus spældi aftur
Claus Bech Jørgensen hevur nú sitið 3 daga
leikbann av sær, og hann spældi allar 90
minuttirnar, tá ið Blackpool spældi í næstbestu
ensku deildini um vikuskiftið. Blackpool var á
heimavølli ímóti Watford, og tað vóru gestirnir,
sum fóru við øllum trimum stigunum. Watford
vann dystin 2-0, eftir at støðan hevið verið 0-0 í
hálvleikinum.