mánadagur 23. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 37 - 23. februar 2009 ]
Hoyvíkingar staðfestu
sítt ynski um at
vinna FM-heitið, tá
teir í avgerandi dysti
bukaðu oddaliðið úr
Vestmanna av í gjár
HONDBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Nú skal bera ella bresta í
Hoyvík.
Felagið
hevur
síðan
sín
stovingardag
droymt um at rokkið før
oysku hondbóltstindunum,
og sjáldan hava útlitini
verið so góð sum í ár. Hóp
urin, sum er tilvitaður um
ynski hjá hoyvíkingum,
hevur støðugt tikið fetini
móti FM-finaluni. Og um
fýra vikur fellur avgerðin.
H71 ætlar at vinna sær
heitið sum føroyameistari í
2009. Tað var dyggiliga stað
fest í týdningamikla odda
dystinum móti VÍF í høllini
í Hoyvík seinnapartin í gjár.
Heimaliðið eyðmýkti tann
leysu og illa skipaðu vest
menningarnar, sum nú brád
liga hevur nærmastu kapp
ingarneytarnar í hølunum.
Greitt omaná
Eydnaðist tað ikki hoyvík
ingum at fáa fult móti
vestmenningum, kundu teir
meira ella minni veittra
FM-heitinum
farvæl.
Neistin er stórspælandi í
løtuni, og H71 hevur tørv á
øllum teimum átta stigun
um, sum eftir eru at spæla
um. Og sigursrøðin er
byrjað.
Hoyvíkingar vunnu sær
skjótt eina leiðslu í gjár.
Gestirnir vóru ikki serliga
væl upplagdir, har lítið var
um
lyklaleikararnar
Eli
Muller, Agnar Joensen og
Sámal Joensen. Men teir
reistust so líðandi.
Jens
Skipagøta
stóð
serstakliga væl í málinum
hjá H71. Hann hevði fleiri
stórbjargingar, og var ein
av høvuðsorsøkunum til, at
hoyvíkingar megnaðu at
varðveita sína leiðslu í fyrra
hálvleiki.
H71 rennur undan
Seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki, og fyrstu minuttirar
eftir hvíldina, runnu hoyvík
ingar undan. Munurin gjørd
ist átta mál, og VÍF noyddist
einamest at hugsa um at
pynta um úrslitið. Tað klár
aðu teir heldur ikki serliga
væl, tí tá avtornaði var odda
liðið hølvað av við 13 málum
– 36-23.
Tað var imponerandi at
síggja stríðshugaðu hoyvík
ingarnar, sum vilja gera alt
fyri at vinna fyrsta før
oyameistaraheitið til felag
ið. Gestirnir vóru als ikki
til reiðar, og tá kundi ikki
ganga øðrvísi móti væl
leikandi hoyvíkingum.
Tætt í oddanum
VÍF hevur verið einaráðandi
stóran partin av hesum
kappingarárinum. Dysturin
í gjár var fyrsti heilkiksarin,
og teimum slepst sjáldan
undan. Teir hava verið
tryggir á fyrsta plássinum
alt árið, men ósigurin í gjár
hevði við sær, at vestmenn
ingar ikki kunnu kenna seg
heilt tryggar longur. Fýra
stig skilir teimum frá H71.
Hoyvíkingar hava tørv á
teimum
seinastu
átta
stigunum, ið eru eftir at
spæla um. Kyndil, KÍF,
Neistin
og
StÍF
ljóða
komandi uppgávurnar, har
næstseinasti dysturin helst
fær størstu ávirkanina á
endaliga úrslitið. Men eftir
avrikinum í gjár at døma
eru H71 til reiðar!
H71: Janus Sørensen 7,
Esbern Paturson 6, Halgir
Dahl Olesen 5, Bárður
Brimvík 5, Poul Kjartan
Dam 3, John Petersen 3,
Dánjal Tórgarð 2
VÍF: Rúni Joensen 6,
Sámal Joensen 6, Agnar
Joensen 3, Karl J.
Djurhuus 2, Áki Olsen 2,
Dávur Magnussen 1, Áki
G. Olsen 1
H71-VÍF 36-23 (17-11)
Hoyvíkingar eyðmýktu oddaliðið
Hiddink var nøgdur
Niðurlendski venjarin Guus Hiddink fekk góða byrjan
sum venjari hjá enska felagnum Chelsea leygardagin.
Chelsea hevði truplan útidyst ímóti Aston Villa, men tað
eydnaðist Chelsea at vinna 1-0. - Hetta var ein ófør
byrjan. Vit spældu ein góðan dyst, men tíverri fingu vit
ikki avgjørt dystin nóg tíðliga, segði Guus Hiddink, sum
skal hava leiðsluna í Chelsea fram til summarsteðgin.
Barca misti verjuspælara
Franski verjuspælarin Eric Abidal, sum spælir fyri FC
Barcelona, fekk ein dyggan vøddaskaða um vikuskiftið, og
nú er likt til, at Abidal ikki kann spæla í rúma tíð.
Heilsufólkini hjá Barcelona rokna við, at tað ganga tveir
mánaðir, áðrenn Abidal kann fara á vøllin aftur. Hetta er
smeitur fyri Barcelona, sum hevur týðandi dystir á skránni
næstu vikurnar.