mánadagur 23. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 37 - 23. februar 2009 ]
Einki bar
til hjá
okkum
Ein av royndastu spæl
arunum hjá Stjørnuni,
Una Olsen, mátti eftir
dystin ímóti VB í Vági
viðganga, at einki vildi
bera til hesa ferð. Hon
viðurkennir, at Stjørnan
mátti lúta fyri einum
betri liði.
– Tær spældu nógv
betri enn vit, umframt
at Asta í málinum hjá
teimum stóð sum ein
múrur fyri okkum, tá
vit fingu teir stóru
kjansirnar. Og tað fingu
vit rættiliga ofta, uttan
tó at fáa so nógv burtur
úr, sigur Una, sum helt
dystin vera merktan av,
at ferðin á spælinum
ikki var serliga høg.
– Vit tosaðu um tað í
hálvleikinum og hvørja
ferð vit tóku »time-
out«, at vit máttu fáa
meira ferð á spælið hjá
okkum, men tað hendi
bara ikki. Eingin av
okkum
megnaði
at
spæla upp til sítt besta
og allar brendu.
Una sigur, at hóast
Stjørnan viðhvørt fekk
verjuspælið at rigga
nøkulunda, so eydnaðist
allíkavæl ongantíð at
koma ongantíð í nánd
av VB, sum hon væl
dugir at síggja sum ein
avbjóðara
til
odda
sessin.
– Nú mugu vit taka
okkum saman, so vit
ikki lorka alt burtur. Vit
fóru til Vágs og vóru
fimm stig frammanfyri.
Høvdu vit vunnið, var
munurin sjey stig, men
nú minkaði hann niður
í trý stig. Hetta var av
hundanum til, staðfestir
strikuspælarin
hjá
Stjørnuni.
hil
Bentley privatar
trupulleikar
Tað hevur ikki verið meira enn næstbest hjá David
Bentley, sum Tottenham í summar keypti fyri heili 150
milliónir úr Blackburn. Og Bentley sjálvur viðurkennir
síni misjøvnu avrik. - Eg havi havt truplt at savna meg
um fótbóltin. Tað hevur verið nógvur ófriður í felagnum
og í tí privata hjá mær. Men nú eri eg komin burturúr tí,
og eg eri til reiðar at stríðast fyri mínum plássi á liðnum,
sigur David Bentley við Sport Life.
Casillas er tann besti
Mikukvøldið spæla Liverpool og Real Madrid í
Champions League. Tveir av fremstu sponsku
málmonnunum verja málini hjá feløgunum. Og sambært
Liverpool-málmanninum er tann hjá Real Madrid
heimsins besti. - Hóast tað ikki er stórur munur millum
teir bestu málmenninar, so haldi eg, at Casillas er
heimsins besti málmaður í løtuni, sigur Pepe Reina við
spanska blaðið AS.
Við greiða sigrinum í
Vági settu kvinnurnar
hjá VB eina tjúkka
striku undir, at tær
ikki bara ætla sær í
FM-finaluna, men at
gera tað sum vinnari
av Sunset-kappingini.
VB var alla tíðina betra
liðið í einum dysti,
har Stjørnan ongantíð
slapp í gongd
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Aftur í ár hevur Sunset-
kappingin verið ein spurn
ingur um Stjørnuna og so
hini. Men nú skelvir grund
in undir liðnum úr Klaksvík,
sum bara er trý stig framm
an fyri VB. Framvegis eru
fýra umfør eftir, so nógv
kann henda í kappingini,
áðrenn greitt er, hvørji tvey
av teimum fýra fremstu lið
unum enda í finaluni, har
vinnarin fer við øllum.
Sunnudagin
sást
frá
byrjan, at vertirnir í Vági
høvdu alt at spæla fyri, tá
VB og Stjørnan komu á
vøllin. VB mátti og skuldi
vinna,
meðan
Stjørnan
kanska var eitt sindur lætt
ari í hugburðinum, tí liðið
undan dystinum jú var
fimm stig fremri.
Men beinanvegin setti
VB seg á dystin og koyrdi á
Stjørnuna, ið hevði ilt við
at fóta sær. Tá so Stjørnan
royndi, var VB-verjan stinn,
og
serliga
gjørdi Asta
Armonavicute í málinum
tað torført hjá Stjørnuni at
fáa bóltarnar í kassan.
Átta mál á strikuni
Ferðin á spælinum var ikki
tann nógva, og tað var minst
líka nógv Stjørnan, ið gjørdi
seint av. Lítið sást til skjóta
kontraspælið, ið plagar at
vera vørumerkið hjá Stjørn
uni, meðan kvinnurnar VB
hinvegin vóru óførar at
koma aftur í verjustøðu, so
skjótt sum eitt álop var av.
Í fyrra hálvleiki var tað
blaðunga Bára K. Morten
sen á strikuni hjá VB, ið var
størsta plágan hjá Stjørnuni.
Heilar átta ferðir fekk hon
sett bóltin í netið, og væl lá
fyri hjá henni at brúka tær
mongu og góðu fríspælingar,
hon fekk frá fyrst og fremst
Daivu Toumaite og Gurið
Mortensen.
Hetta hóvaði ikki Stjørn
uni, ið ansaði so mikið væl
eftir Báru í seinna hálvleiki,
at hon einki mál fekk aftrat.
Men í staðin gjørdust tað
aðrar, ið gjørdu sær dælt, so
VB allan dystin á tamb helt
fast í leiðsluni, ið ongantíð
var minni enn fýra mál.
Ta einu løtuna í seinna
hálvleiki ørkymlaði tað VB
eitt sindur, at Stjørnan part
víst dekkaði 5-1 og partvíst
valdi at taka annaðhvørt
Daivu og Gurið ella Daivu
og Aukse Vyskniaskaite úr
spælinum við mansverjum.
Men VB fótaði sær skjótt
aftur og helt fram við at
stýra dystinum.
Hóttur oddasessur
Miðskeiðis í seinna hálv
leiki hevði Stjørnan eina
hampuliga løtu, har tað
eydnaðist at nærkast VB
eitt sindur, men tað gekk
bara í eina løtu. Aftur her
vóru tað verjan og málverjin
hjá VB, sum trektu tennirnar
úr Stjørnuni, ið sjálvt ikki
fekk brúkt sínar størstu
kjansir til fulnar.
Og ímóti endanum, tá tað
fyrr í vetur hevur staðið hjá
VB at halda fast, gjørdist
tað í staðin til ein sannfør
andi trumf, ið VB-kvinnur
nar kundu seta á dystin.
Síðstu fimm minuttirnar
skoraði VB fimm ferðir og
Stjørnan eina ferð, og so
var sannførandi sigurin við
átta málum á muni ein
veruleiki.
Sostatt fekk VB hálað seg
enn nærri oddasessinum,
sum nú er bara trý stig burt
uri, samstundis sum átta
stig eru eftir at spæla um. Í
sínum lagi má Stjørnan
spakuliga ansa sær, skal
tann annars so tryggi odda
sessurin ikki søplast burtur.
– Nú trúgva vit ordiliga upp
á tað og fara eftir oddasess
inum. Vit ætla okkum ikki
bara í finaluna, men vit
ætla okkum í hana sum
oddalið, so vit kunnu enda
við avgerandi FM-finaluni
í Vági, sigur Bára K. Mort
ensen, sum royndist sera
væl á strikuni hjá VB ímóti
Stjørnuni sunnudagin.
Hon skjeyt átta mál í dyst
inum, og tey fekk hon øll í
fyrra hálvleiki. Í seinna hálv
leiki ansaði Stjørnan betri
eftir henni, umframt at hon
tá fleiri ferðir mátti fara av
strikuni, tí Stjørnan broytti
verjuspælið. Men tað pilkaði
ikki smílið av henni, tá
dysturin var liðugur:
– Tað var ótrúliga stuttligt
í fyrra hálvleiki, tá eg eisini
fekk nógvar góðar bóltar frá
Daivu og Gurið. Vit hava
vant hetta nokk so nógv, og
tí er tað serliga stuttligt, tá
tað eisini fæst at rigga í
dysti, sigur Bára, sum ser
liga helt byrjanina á dystin
um hava týdning fyri enda
liga úrslitið.
– At vit komu so væl í
gongd og beinanvegin fingu
eina góða leiðslu, hevði nógv
at siga fyri okkum. Og so var
tað eisini ótrúliga deiligt, at
vit ikki fóru niður við nakk
anum ímóti endanum, men
hildu á við at stríðast. Um nú
Neistin og Tjaldur hjálpa
okkum við at basa Stjørnuni,
kunnu vit saktans røkka upp
á fremsta plássið.
hil
Vit vilja enda í Vági
VB-Stjørnan 30-22 (17-12):
Nú fer VB eftir oddasessinum
VB-Stjørnan 30-22 (17-12)
10 min: 8-4
20 min: 13-8
30 min: 17-12
40 min: 20-15
50 min: 24-20
Málskjúttar: VB: Daiva Toumaite 9, Bára K. Mortensen 8,
Svava Vestergaard 5, Aukse Vyskniaskaite 4, Rannvá Johann
essen 2, Gurið Mortensen 1, Monika Samuelsen 1
Stjørnan: Durita Ljósstein 7, Simona Petersen 4, Durita
Christophersen 3, Bára S. Klakstein 3, Diane Møller 2, Una
Olsen 2, Durita Mikkelsen 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 6
Útvísingar: VB 4, Stjørnan 3
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA um dystin
Kvinnurnar hjá VB gjørdu bart sunnu
dagin og sendu Stjørnuna norður aftur um
Suðuroyarfjørð við einum greiðum tapi. VB
vann við átta málum og bjóðar nú av álvara
av í kappingini um oddasessin
Savnsmynd: Álvur Haraldsen