Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 37 - 23. februar 2009 ] 25 Hamburg á odda Hambergur SV legði seg um vikuskiftið á odda í týsku landskappingini. Hoffenheim, sum hevur havt oddasessin, spældi javnleik, og Bayern, sum eisini hevur ligið framvið, tapi. Hamburger SV spældi ímóti Leverkusen, og tað eydnaðist teimum úr Norðurtýsklandi at vinna dystin 2-1. Hamburg er tvey stig frammanfyri Hoffenheim í Budesliguni. Málmaður bað um umbering Michael Rensing fanst í farnu viku at týsku fjølmiðlunum, tí teir hava funnist at honum, síðani hann tók við sum málmaður í Bayern eftir Oliver Kahn. Eftir tapið ímóti Køln um vikuskiftið, var tónin hjá Rensing tó ein annar. - Fyrst og fremst mugu vit biðja um umbering frá okkara viðhaldsfólkum eftir hendan dystin. Vit høvdu ikki uppiborið nakað stig fyri okkara avrik hesaferð, segði Michael Rensing. – Nógv sjónarmið og lívligt orðaskifti bera boð um ein livandi aðalfund. Tá talan er um konstruktivan kritikk, kunnu vit brúka hann í arbeiðinum at seta kósina fyri framtíðina, sigur FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu. FSF-AÐALFUNDUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Leygardagin var Parnassið á Hotel Hafnia karmur um 30. aðalfundin hjá Fótbólts­ sambandi Føroya, ið var skipaður eitt sindur øðrvísi, enn vanligt hevur verið. Eitt var, at hann ikki var í FSF- húsinum, men eisini skráin var øðrvísi, tí ymsar fram­ løgur og orðaskifti vóru á skránni fyrrapartin, áðrenn sjálvur aðalfundurin var seinnapartin. Tað var eisini serliga fyrrapartin, at orðaskiftið var lívligt, og mest gongd var í, tá leikarareglugerðin var á skránni. FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, greiddi frá reglugerðini, ið skal fáa skipað viðurskifti á økinum, tá spælarar flyta frá einum felag til annað. Og ikki minst var tað fíggjarligi part­urin av hesum flyting­ um, ið elvdi til orðaskifti. Málið, tá Magnus Olsen flutti frá B71 til B36 í fjør, hevur fremst av øllum skundað undir, at ein nýggj leikarareglugerð er gjørd, og tað var eisini fyri tað nógva Hans F. Hansen frá B71, sum hevði viðmerk­ ingar til reglugerðina, tá orðið var frítt eftir fram­ løguna frá FSF-forsetan­ um. – Hóast vit hava havt eina rúgvu av góðkendum sátt­ málum við spælarar, so mugu vit bara viðurkenna, at hesir sáttmálar ikki hava verið verdir tað pappír, teir eru skrivaðir á, segði Hans F. Hansen, sum millum ann­að vísti á, at uppaling av einum spælara frá 12 ára aldri og til hann er búgvin til besta liðið í felagnum, eigur at vera meira verd enn tær 20.000 krónurnar, nýggja reglugerðin leggur upp til. Upphæddin skal upp At upphæddin kanska er sett nakað lágt, er eisini nakað, Høgni í Stórustovu heldur, at Fótbólts­sam­band­ ið lættliga kundi taka til eftirtektar, og hann sigur seg vera opnan fyri at tríva í ymiskt av tí í leikara­ reglugerðini, sum kann rætt­ast og betrast, áðrenn hon er endalig. – Vit hava fingið eina greiða ábending um, at upphæddirnar skulu vera hægri. Hinvegin vænti eg ikki, at vit fara at broyta megin­regluna um, at leik­ arareglugerðin bara fevnir um spælarar, til teir eru 23 ára gamlir, sigur FSF-for­ setin, sum vísir á, at hóast nógvir pengar kunnu vera uppií, tá spælarar fara til eitt felag uttanlands, so er nógv meira sannlíkt, at spælarar flyta frá smærri til størri feløg í Føroyum. – Tað, sum hevur størsta týdningin, er tó, at vit nú hava eitt grundarlag til at viðgera hesi viðurskifti, so vit kunnu fáa fastar manna­ gongdir og nøkur stand­ ards­kjøl. Fáa vit tað, so kunnu vit sleppa undan fleiri kærum og trupulleik­ um, tá spælarar skifta mill­ um feløg. Tað skal vera greitt, hvør handlar og hvør tekur endaligar avgerðir. Gott við kritikki At orðaskiftið gjørdist lív­ ligt og fleiri sjónarmið og spurningar komu fram, hóvar FSF-forsetanum sera væl, tí hann heldur tað vera umráðandi hjá Fótbóltssam­ bandinum at hoyra, hvat limafeløgini hava upp á hjarta. – Nógv sjónarmið og lív­ ligt orðaskifti bera boð um ein livandi aðalfund. Tá talan er um konstruktivan kritikk, kunnu vit brúka hann í arbeiðinum at seta kósina fyri framtíðina, sigur Høgni í Stórustovu, sum serliga fegnaðist um, at feløgini tóku undir við tí partinum av formans­ frágreiðingini, sum snúði seg um, hvønn veg gongdin í føroyskum fótbólti skal vera í 2009. – Tað er eisini gott hjá okkum at vita, at vit eru á einari gongdari leið, stað­ festi hann. Fótbóltssambandið lívligan aðalfund Serliga, tá leikarareglugerðin var á skránni, hevði Hans F. Hansen frá B71 fleiri viðmerkingar Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir