mánadagur 23. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 37 - 23. februar 2009 ]
24
Solskjær vildi ikki
Tá ið Aage Hareide í fjør gavst sum norskur
landsliðsvenjari í fótbólti, fekk Ole-Gunnar Solskjær
tilboðið at gerast nýggjur venjari, men hann vildi ikki
taka av. Tað sigur Solskjær sjálvur við norska TV2. - Eg
helt ikki, at tað var rætta tíðin hjá mær at taka við
starvinum. Tað var deiligt at verða spurdur, men tað kom
ikki upp á tal, sigur Solskjær, sum er venjari á
eykaliðnum hjá Manchester United.
Benitez sær møguleikan
Venjarin hjá Liverpool vil geva upp í stríðnum um enska
meistaraheitið, hóast hansara lið nú er 7 stig aftanfyri
Manchester United. Liverpool fekk bert javnleik burtur úr
dystinum ímóti Manchester City í gjár. - Vit taptu tvey stig,
men vit kunnu framhaldandi vinna okkara dystir, og vit hava
ein dyst eftir ímóti Manchester United, sigur Rafael Benitez
við Sky Sports.
Í framtíðini kostar
tað á stigatalvuni,
um fótbóltsfeløg
koma í fíggjarliga
trongstøðu. Aðal
fundurin hjá Fót
bóltssambandinum
samtykti eina nýggja
grein 14, sum tekur
hædd fyri revsingini,
um feløg enda í skifti
rættinum við sínum
fíggjarviðurskiftum
FSF-AÐALFUNDUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fleiri smærri broytingar
vóru samtyktar í kappingar
reglunum fyri fótbólt, men
mitt í rúgvuni var ein rætti
liga stór og umfatandi
broyting, tí ein spildurnýggj
grein 14 var sett inn í kapp
ingarreglurnar. Hetta var
ein sjónlig avleiðing av
fíggjarkreppuni
og
tí
fíggjarligu trongstøðu, fleiri
føroysk feløg eru ella hava
verið í.
– Vit hava í síðstuni sæð,
at tað fíggjarliga gongur
illa, og eisini hava onkur
føroysk feløg verið so
mikið illa fyri, at tey næstan
eru endað í einari støðu, har
skiftirætturin er komin inn í
myndina. Tí máttu vit nú
fáa eina nýggja grein inn í
kappingarreglurnar,
sum
tók hædd fyri hesum, sigur
Høgni í Stórustovu, FSF-
forseti.
Henda nýggja grein 14
snýr seg um limafeløg hjá
FSF ella aðrar løgfrøðiligar
eindir, sum reka virksemið
fyri viðkomandi feløg. Í
hesum
seinna
førinum
meinast við eitt nú parta
feløg ella smápartafeløg,
sum taka sær av eitt nú for
mulaliðum hjá feløgum.
Í grein 14 verður í høv
uðsheitum staðfest, at boðar
eitt felag skiftirættinum frá
gjaldssteðgi ella letur hon
um áheitan um trotabúgva
viðgerð sambært konkurs
lógina,
missir
fremsta
manslið felagsins trý stig.
Og staðfestir skiftirætturin
eina tvangsakkord fyri eitt
felag, er stigamissurin seks
stig. Hendir hetta millum
tvey kappingarár, byrjar
liðið næstu kapping við
ávikavist trimum og seks
stigum í minus.
Verður støðan hjá einum
felag so álvarslig, at skifti
rætturin tekur avgerð um
trotabúgvaviðgerð,
kann
fremsta mansliðið verða
flutt tvær deildir niður og í
ringasta føri koyrt úr kapp
ingini.
Inntøkurnar frá sjón
varpsrættindum
og bandalýsingum
í sambandi við
landsdystir verða
næstan seksfaldaðar
næstu árini. Nýggi
sáttmálin við
sveisisku fyri
tøkuna Kentaro
gevur Fótbóltssam
bandinum í minsta
lagi 64 milliónir
krónur fram til 2014
FSF-AÐALFUNDUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Eftir tingingar í eitt ár er
eydnast Fótbóltssamband
inum í november mánaði at
fáa nýggjan sáttmála um
sjónvarpsrættindi og banda
lýsingar undir land. Og
avtalan við sveisisku fyri
tøkuna Kentaro er so mikið
góð, at Fótbóltssambandið
skorar í minsta lagi 64
milliónir krónur fram til
2014. Tað er næstan seks
ferðir so nógv, sum fekst
burtur úr gamla sáttmál
anum.
– Hetta eru nógvir pengar,
men teir eru einki verdir,
fyrr
enn
teir
koma
føroyskum
fótbólti
til
gagns, segði FSF-forsetin,
Høgni
í
Stórustovu,
á
aðalfundinum leygardagin,
tá hann eisini fegnaðist um
ta hjálp, Fótbóltssambandið
hevur fingið frá UEFA í
sambandi við tingingarnar.
Fleiri vóru um boðið, nú
rættindini fyri EM- og
HM-undankappingar
og
vinardystir hjá føroyska
A-landsliðnum og U21-
landsliðnum fram til 2014
skuldu fáast upp á pláss.
Men við góðum hegni og
kanska ikki sørt av hepni,
nú fíggjarkreppan síðani
undirskrivingina
hevur
broytt so nógv, er talan um
eina søguliga stóra avtalu.
Kentaro vann kappingina
um
føroyska
landsliðsfótbóltin við IMG,
UFA-Sport og Sportfive,
sum hevur havt rættindini
um hendi síðani 1993.
Kentaro hevur ábyrgd av
og rindar fyri, at dystirnir
verða
upptiknir,
meðan
Fótbóltssambandið
rættin
til
alla
sjónvarping
í
Føroyum,
umframt
24
metrar av lýsingarplássi til
allar heimadystir. Eitt nú
gera hesir metrarnir, at
nýggi sáttmálin er verdur »í
minsta lagi« 64 milliónir
krónur.
Bert ein atkvøða
var á muni, tá
liðugt var at telja
upp atkvøðurnar
leygardagin, og
tískil megnaði
Niklas á Líðarenda
akkurát at halda
stand ímóti avbjóð
aranum, Pól Thor
steinsson
FSF-AÐALFUNDUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað var akkurát líka
spennandi, sum tað hevur
verið
tey
undanfarnu
árini, tá stríðsval hevur
verið á FSF-aðalfundi tey
seinnu árini. Hesa ferð
var tað Pól Thorsteinsson
úr Vági, sum bjóðaði seg
fram ímóti sitandi næst
formanninum, Niklas á
Líðarenda.
Christian
Andreasen,
fundarstjóri, læt siðvenj
una galda, at atkvøðast
skuldi skrivliga, og tí
gjørdist tað enn eina ferð
ein spennandi løta, tá
grannskoðarin,
Jógvan
Joensen, kom fram at
rópa nøvnini upp, sum
formenninir høvdu sett á
atkvøðuseðlarnar – ein
fyri ein.
Beinanvegin fekst ein
ábending um, at hetta
kundi gerast spennandi, tí
Pól legði seg beinanvegin
á odda, men so líðandi
nærkaðist Niklas. Og tá
avtornaði, var bara tann
eina atkvøðan á muni, tí
Niklas fekk níggju og Pól
átta atkvøður.
Verdigur avbjóðari
– Eg hevði onga peiling
av, hvønn veg úrslitið fór,
men tað gjørdist, sum tað
so ofta hevur verið seinnu
árini, at tað var sera javnt,
sigur Niklas á Líðarenda,
sum vónar, at tað vóru
avrikini, ið komu honum
til góðar í valinum.
Hóast Pól Thorsteinsson
gjørdist ov stuttur, nú
hann fyri fyrstu ferð still
aði upp til eitt val í FSF,
heldur Niklas á Líðarenda
ikki, at mótstøðumaðurin
hesa ferð skal geva upp
fyri tað:
– Pól var ein verdigur
avbjóðari,
sum
kundi
verið Fótbóltssamband
inum til gleði og gagn,
var hann valdur. Og vón
andi heldur hann seg
framat eina aðru ferð,
sigur Niklas á Líðarenda.
Kanska hevði kjansurin
hjá Pól eisini verið størri,
stillaði hann í staðin upp
til nevndarvalið, tí so
hevði hann verið ein av
trimum, ið stóð fyri vali.
Har vóru nú bara tveir í
uppskoti, Niclas Davidsen
og Karl Vidtfeldt, sum tí
báðir vóru afturvaldir.
Niklas vann á Pól
við einari atkvøðu
Niklas á Líðarenda og Pól Thorsteinsson heilsast eftir
stríðsvalið um næstformanssessin, har Niklas fekk níggju
og Pól átta atkvøður
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Fíggjarlig trongstøða
kostar feløgum stig
Rættindi geva minst 64 milliónir í kassan
– Vit máttu fáa reglur nú, sum taka hædd fyri, at føroysk
fótbóltsfeløg kunnu koma í so álvarsliga fíggjarlig trongstøðu, at
tey enda í skiftirættinum, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir