Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 37 - 23. februar 2009 Hóast SÍ hevur ein dyst eftir og okkurt av hinum liðunum fýra dystir eftir, er greitt, at sørvágskvinnur eru føroyameistarar – og harvið eisini greipuvinnarar. Tað gjørdist greitt, tá SÍ sunnudagin vann á Fleyr í Sørvági FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Árið í fjør var hjá SÍ-kvinn­unum so gott, at tað næstan ikki kundi gerast betri. Liðið vann fyrst steypa­kappingina fyri fyrstu ferð og síðani før­oyameistara­heitið, somu­leiðis fyri fyrstu ferð. Men nú hava sørvágskvinnur endurtikið sveinastykkið, tí aftur í ár eru tær bæði steypa­vinnarar og føroya­ meistarar! Sunnudagin SÍ tók ímóti Fleyr í Sørvági, og hetta var sostatt ein endurtøka av steypafinaluni millum liðini bæði eina viku framman­undan. Úrslitið gjørdist eisini ein endurtøka, tí enn eina ferð vann SÍ 3-1. Júst hesin sigurin var nóg mikið til at tryggja SÍ meistara­heitið, tí nú kann eingin annar røkka upp á tey 19 stigini, SÍ hevur vunnið sær. Hesa ferð eydnaðist Fleyr at vinna fyrsta sett, men so svaraði SÍ aftur og tók tey bæði næstu settini. Í fjórða setti var SÍ á odda 20-13, men Fleyr kom upp á 21- 21 og hevði enntá settbólt, tá støðan var 25-24. Men so tók SÍ um endan, vann settið, dystin og samstundis eisini føroyameistaraheitið. Sostatt hevur enn eitt kappingarár fingið júst tann endan, sørvágskvinnur kundu ynskt sær. Tillukku við greipuni, SÍ-kvinnur! Meira um flogbólt í blaðnum í morgin Sørvágskvinnur aftur altvinnandi í ár Einki at siga til, at frøin á flogbóltskvinnunum hjá SÍ var stór sunnudagin, tá tær við sigri á Fleyr vunnu føroyameistaraheitið og harvið eisini greipuna – annað árið á rað Mynd: Jákup á Stongum SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Bellamy gav United hjálpandi hond Kyndil enn á frostmarkinum Ravnur FC er 23. lima­ felagið í FSF