mánadagur 23. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 37 - 23. februar 2009
tíðindi
Kamelurin og Pippi
slóu tunnu
Í morgun kom myndamað
ur okkara fram á børn í
Hoyvíkar skúla, ið slóu tunnu
hendan føstulávintsmánadag.
Næmingar og lærarar høvdu
gjørt nógv burturúr degnum,
og vóru flest øll grýluklødd.
Grýlurnar høvdu pyntað
seg við litføgrum búnum og
andlitsmáling. Eina vaksna
Pippi sóu vit, umframt at
eitt sjónvarp – ella annar
tøkniligur lutur – var millum
tunnusláarnar, og ein sera
snildisliga gjørdur kamelur.
Vit lata myndirnar á síðuni
tala fyri seg
Myndir: Jens Kristian Vang